fríggjadagur 20. apríl 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 46 · 20. apríl 2012
8
VIKUSKIFTI
Bøkur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Alfons Åberg gjørdist fyrstu efrð Álvur
Ákason í 1988, tá ið fyrsta bókin um
hann kom út á føroyskum.
Tá var Alfons Åberg, sum hann eit
ur á upprunamálinum og á donskum,
longu væl kendur í Føroyum. Síðani tá
eru 10 bøkur týddar til føroyskt – og
fleiri av teimum eru útseldar.
Bøkurnar eru millum tær mest
læntu á bókasøvnum í Norðurlondum
og eru týddar til 30 ymisk mál.
Fyri teimum, ið ikki kenna Álv, kann
hann best lýsast sum ein heilt vanligur
smádrongur, sum býr saman við pápa
sínum í einari íbúð onkustaðni í heim
inum. Hann er ikki stórur, ikki sterkur
og honum dámar ikki at klandrast. Men
hann er glaður og dámar at arga, og
kann eisini blíva illur og øvundsjúkur.
Øll børn kunnu kenna seg aftur í
Álvi, og tað er kanska tí, hann er so
elskaður, sum hann er.
Søgur úr gerandisdegnum
Høvundin Gunilla Bergstrøm bæði
teknar og skrivar bøkurnar. Hon hevur
í samrøðum sagt, at hon er ikki áhugað
í at skriva ævintýr, men um veruleikan
og gerandisdagin, sum hann er.
– Ongar prinsessur, ævintýr og
rúmdarmenn. Ongar lekrar myndir og
mest av øllum ongar søtar lygnir. Eg
vil skriva sannar søgur um verulig fólk,
júst so sum vit eru í gerandisdegnum,
skrivar hon á heimasíðuni alfons.se.
Tað kann vera søgur um at sakna ein
vin, at ræðast grýlur, og um at jólini eru
yvirstaðin. Alt slíkt, sum børn kenna
seg aftur í.
Eftirsum tað eru 40 ár, síðan fyrsta
bókin varð skrivað er samfelagið nógv
broytt – pápi Álv roykir til dømis. Høv
undin Gunilla Bergstrøm er ímóti at
broyta nakað í bókunum, men eitt er
tó broytt. Tað var nevnliga so, at í einari
av bóknum vildi Álvur hava okkurt at
drekka, tá hann var farin í song. Pápin
kom inn við einum glasi av saft, men
hetta vildu tannlæknar broyta, eftirsum
at saft ikki er gott at drekka, tá børn eru
farin til songar. Tí er gula saftin í bókini
»Góða nátt, Álvur« broytt til vatn.
Meira á føroyskum
Ein spurningur, ið ofta verður spurdur,
men sum ikki hevur nakað svar er uppá,
er, hvar mamman er. Er hon deyð,
horvin ella er tað hon, sum sigur frá?
Ongin veit!
Higartil eru 25 bøkur um Álv
Ákason. Seinasta bókin »Skratta lagom,
sa pappa Åberg« kemur í heyst. Bóka
deild Føroya Lørarafelags, ið gevur
bøkurnar út í Føroyum, hátíðarheldur
føðingardagin við at geva tvær nýggjar
bøkur um Álv út.
– Vit ætla at geva tvær nýggjar bøk
ur út: Álvur við styrki-posanum, sum
kom í mars (upprunaútgávan kom í
Svøríki í fjør) og so ta nýggjastu, sum
kemur út í Svøríki og nógvum øðrum
londum við í heyst: »Skratta lagom, sa
pappa Åberg«. Tað kann eisini vera,
at vit fara at geva onkra av teimum
eldru út á føroyskum, sum enn ikki
eru týddar. Har eru fleiri avbera góðar
eftir, sigur Niels Jákup Thomsen, sum
øll árini hevur týtt bøkurnar um Álv
Ákason.
Fekk føroyskt navn
Navnið Álvur Ákason var tað Jóhan
Hendrik Poulsen, ið kom við.
– Eg var um tað mundið á týðara
skeiði á Fróðskaparsetrinum og spurdi
Jóhan Hendrik Poulsen, um hann hevði
eitt uppskot til føroyskt navn, tí eg helt
ikki, at Alfons riggaði á føroyskum.
Hann hugsaði seg um eina løtu og skeyt
síðan upp, at nevna hann Álv Ákason.
Navnið Álvur er ikki so vanligt, men
sera fitt, haldi eg, og tí varð svenski
Alfons Åberg til føroyska Álv Ákason,
greiður Niels Jákup Thomsen frá.
Í ár eru 40 ár liðin, síðani fyrsta bókin um Álv Ákason varð
útgivin. Hetta verður hátíðarhildið við framsýningum og
nýggjum útgávum av vælumtóktu bókum um Álv
Álvur
Ákason
fyllir 40 ár
Soleiðis eitur Álvur
á ymiskum málum
Afrikanskt : Dawie
Arabiskt : Burhan
Brasilia : Alho Åberg
Danmark : Alfons Åberg
Ongland: Alfie Atkins
Iran : Alfons Åberg
Finland : Mikko Mallikas
Frakland : Alphonse
Belgia : Ate Attema
Føroyar : Álvur Ákason
Holland : Alfons Alfrink
Ísland : Einar Áskell
Israel : Alfons
Italia: Alfons Aberg
Japan : Alfons
Lettland : Alfons Obergu
Noregi : Albert Åberg
Romania : Ardom
Serbokroatia : Alfons Åberg
Somalia : Guuled
Spania : Alfonso
Svøríki : Alfons Åberg
Tigrinja : Alfons
Turkaland : Alfons Åberg
Tyskland : Willi Wiberg
Wales : Ifan Bifan