fríggjadagur 20. apríl 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 46 · 20. apríl 2012
14
VIKUSKIFTI
Lóg er sera broytilig. Bestu ásetingar eru so væl orðaðar, at tær laga
seg at broyttum umstøðum. Lóg skal mennast og dagførast í venju og
brúki. Lóg og rættindi rusta, um ikki brúkt á virknan og miðvísan hátt
Lóg skal
valdast
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska í.
Hesaferð skrivar Kári á Rógvi.
Kári á Rógvi
Dr., lektari í løgfrøði
Hugtøk sum »rættartrygd« og at
vit mugu hava »greiða lóg« hoyrast
mangan. Kanna vit nærri, meina fólk
ofta við, at alt skal vera »púra greitt«
– at lóg antin er ella eigur at vera ein
týðug og greið.
Henda einfalda fatan sýnist ofta,
tá ið vit undirvísa fólki uttan for
treytir í løgfrøði. Spurningurin verður
settur: »hevur hesin rætt at fara í
ólønt farloyvi?« ella »skal løgmaður
siga landsstýrismannin úr starvi?«
Svarað verður ofta við at vísa einfalt á
kollektivan sáttmála ella á stýrisskip
anarlógina. Stundum vísa tey lesandi
bara á lógasavnið. Loysnin tykist sjálv
søgd og ósvitalig, krevur ikki at lata
tekstin upp.
Men lóg er ikki greið – og skal
heldur ikki vera alt ov greið. Sum
skrivað stendur: »bókstavurin drepur,
men andin lívgar.« Ongastaðni verða
bókstavatrúgvir juristar settir so uppá
pláss sum tá ið teir fáa at vita, at
»hvíludagurin er til fyri menniskjans
skuld,« umframt aðra frálæru í at tulka
lógina í síni heild og eftir endamáli og
umstøðunum. Ikki av tilvild at eisini
stendur: »Men ein lógkønur steig fram
og freistaði hann.«
Nógvar góðar og gamlar lógir eru
júst orðaðar soleiðis, at tær skulu broyt
ast við tíðini. Enn er galdandi brotið
Norsku Lóg ið sigur, at avtalur skulu
haldast, tó ikki tær ið »stride mod Lov
og Ærbarhed.« Hetta er lóg í Føroyum
ár 2012 sum í 1688. Tú mást halda,
hvat tú lovar og skrivar undir uppá.
Men, tvey undantøk eru. Annað er lóg
– hvat kongur, fólkating, løgting og
møguliga aðrir lóggevar hava sett í gildi
av lógum, sum bannað ávísari atferð.
Hitt er virðilig atferð, sum valdast
hvat miðalhampamaðurin heldur vera
sømiligt. Hevur taparin í telduspæli
lovað at ganga nakin eftir Áarvegnum,
so sleppur hann kortini undan, tí tey
flestu eru samd um, at hetta er »stríður
ímóti Ærbarhed« – og tey leggja fatan
sína í hesa 325 ára gomlu orðing.
Eru røttu umstøðurnar til staðar,
fær lóg sítt egna lív. Sagt verður um
mannrættindi bæði í USA og Europa, at
tey fáorðaðu skjølini við rættindunum
eru »livandi skjøl« ið broyta og laga
seg eftir kringumstøðum. Men henda
eginleika hava allar lógir undir røttu
umstøðunum, serliga um borgarar velja
at royna mál síni.
Vit kunnu nevna fronsk mann
rættindi sum dømi. Frakland hevur fleiri
ferðir fingið nýggja stjórnarskipan,
seinast síðst í 60’árunum, tá ið »Fimta
Lýðveldið« varð stovnað. Tann kendi
forsetin de Gaulle orðaði grundlóg við
sterkum forsetaembæti og veikum dóm
Tann so kendi obeliskurin var reistur til minnist um fyrstu ferð kongur vitjaði
land sítt Føroyar. Tey fæstu vita, at kongur var á heim úr Íslandi, har hann
gav íslendingum egna stjórnarskrá, sum hevur virkað sum Íslands grundlóg
síðani, í 44 ár uttan at fullveldi Íslands var viðurkent, og enn 25 ár í samveldi
við kongsfelagsskapi. Danmark livdi sostatt longri við íslendsku grundlógini í
felagsskapi við Ísland enn íslendingar higartil hava livað við henni sjálvir – og
teir kjakast dúgliga um at broyta hana. Føroyingar hevur higartil ikki givið
gætur, at til ber at áseta rættindi – bæði í stjórnarskipan og í dómalóg.