Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-20, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2012síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 46 · 20. apríl 2012 15 VIKUSKIFTI stólum. Hann vildi ikki, at dómstólar heldur enn tey fólkavaldu skuldu ráða fyri rættindum, so grundlógin hevði ongi mannrættindi, onnur enn at sipa til yvirlýsingina frá kollveltingini síðst í 1700’árunum. Kortini verða næstan allar týðandi samtyktir frá franska tinginum mettar av dómarum, um tær nú samsvara við mannrættindini . Men hví tað? Jú, í Fraklandi hava bæði for­seti, forsætisráðharri og ávíst tal av ting­ monnum rætt at biðja grund­lógar­ráðið meta um lóg samsvarar við grundlóg. Í 1982 »fann« hesin serligi grund­lógar­ dómstólur tilvísingina til gomlu mann­ rættindini og fór at tulka tey. Síðani eru nógvar lógir vrakaðar fyri eittnú at stríða ímóti javnstøðu ella ognarrætti, og fronsk fólkavald noyðast nógv meira enn fólkavald her norði at hugsa um rættindi borgaranna, tá ið lógaruppskot verða viðgjørd. At flest merkir best – ella barasta flest? Flestu fólk kenna hugtakið talufrælsi og rættiliga vanligt er at hoyra fólk út­tala seg rættiliga avgjørt, at »eg havi talufrælsi,« tó er líka so vanligt at hoyra fólk siga, »men ikki ber til at siga slíkt, sum er ólógligt.« Hetta eru tó tvey rættiliga mót­ stríð­andi sjónarmið. Um til ber at gera alt ólógligt, so er onki talufrælsi eftir. Talufrælsi er bert veruligt frælsi, um sumt er ið ikki kann bannast. Kortini hevur læran í Danmark verið, at ongi mørk eru fyri, hvat við tinglóg kann gerast ólógligt – frælsið er bert at siga tað, sum enn ikki er bannað. Hetta ljóðar kanska nakað langt úti, men til fyri 10-15 árum síðani var hetta fatanin hjá donskum juristum, at alt kundi bannast, og reglan um talufrælsi (§ 77 í ríkisgrundlógini) skuldi lesast soleiðis, at danir og teirra líkar hava talufrælsi í formi, men ikki í innihaldi. Hetta merkti, at hevur Tingið hug at banna kringvarpan av X-factor (o, gævi sætt!), so er tað onki problem, hetta skal bert gerast í lógarformi og brúk­ast ímóti vørpunum at døma tey aftaná sendingina, tí sensurur er ikki loyvdur. Formliga kann Kringvarpið senda X-factor, men innihaldsliga er sendingin bannað, so Kringvarpið fær bót aftan og stjórin fer í fongsul – og hetta sannførir helst Kringvarpið um ikki at endurtaka mistakið í næstu viku. Henda fatan er úrslit av tí fyri­brigd­ inum, har lóg verður spakuliga av­mark­ að í venju, verður burturforklára og minkað niður í onki. Teir gomlu donsku grundlógarfedrarnir meintu eyðvitað ikki, at alt skuldi kunna bannast. Menn sum Grundtvig meintu rættiliga vist, at bara tað ið strangliga neyðugt var at banna skuldi kunna bannast; so at um Tingið ásetir reglur, og dómstólar við bæði lærdum og leikum taka undir við óhefta ákæruvaldinum í hvørjum ein­støkum føri – so ber til at banna fólki at seta fram onkra ávísa talu ella skrift, eittnú eggja til uppreisturs. Grundlógin sjálv nevnir, at harðligir uppreistrarfelagsskapir kunnu bannast, skal tala ella framsøga bannast, má hon líkjast harðskapi og uppreistri onkurs­ vegna. Men danska ríkisgrundlógin gjørdist sum frá leið alsamt minni viðkomandi, og mong royndu at tulka hana ímóti tí, sum vanliga gløggur lesari fekk burtur­ úr orðunum; miðalhampamaður tapti móti embætismanni. Taka vit talufrælsi, so bar síðst í 1800 til at verða dømdur í fongsul fyri at rópa rakstrarrópið: »Ned med Estrup!« Hetta var sipandi til forsætisráðharrans. Í Hægstarætti var ósemja, um hetta nú var tala, sum kundi bannast. Áttu ikki politikarar at tola eitt sindur av? Men ongin visti, at Hægstirættur var í iva, tí undir einaræðinum var bannað at kunngera dómsgrundir, og hetta bann var enn galdandi. Tey ið vildu hava talufrælsi góvu uppat at brúka dóm­ stólarnar; í staðin kom læran um, at øll tala kann bannast. Soleiðis broyttist danska grundlógin í verki, uttan at ásetingarnar broytast. Men tíbetur fór aftur at ganga hinvegin. Tá ið Danmark tók undir við europeiska sáttmálanum um mannrættindi, gjørdist meiri viðkomandi at royna mál um talufrælsi í rættinum. Sáttmálin krevur nevniliga, at tað almenna vísir á sera góðar orsøkir fyri at avmarka talu og skrift. Alt Europa (ikki bert ES) hevur fingið felags dómstól at siga úrskurð um hesi mál. Soleiðis er Danmark dømt fyri at ganga talufrælsinum ov nær. Tann kenda § 266b brýtur – sam­bært dómstólinum í Strassborg – talufrælsið og fer alt ov langt, tá ið tíðinda­maður ið umrøður rasistisk sjónar­mið kann dømast fyri at útbreiða tey (Jersild málið). Lóg í dag valdast – serliga, hvussu lóg samsvarar við meiri al­ menna lóg og rættindi fólksins, og veruliga lógin sæst bert við at kenna dómar eisini. At duga á at skyna dómar og venju, forútsiga gongdina í menning av tulk­ ing, og serliga skilja lóg sum heildina av ymsum samvirkandi áset­ingum og reglum er avbjóðingin í fram­tíðar løgfrøði. Tann so kenda hellan uttast í Tinganesi. Har kom Sigmundur Brestisson og boðaði katólska kristni uttan at málið var avvíst. Har sótu eisini løgrætturnar og rættaðu lógina. Norðbúgvar vistu, at lóg valdast mest, hvussu alment viðurkendar meginreglur verða vigaðar móti hvørji aðrari og lagaðar broytiligu umstøðunum. Føroyingar hava endurreist tann partin at løgdøminum sum skipar almenna lóg, men enn vantar at fáa endurreist tann dømandi partin sum skapar veruliga lógina, tá ið almennar ásetingar møta veruligu umstøðunum hjá miðalhampamanninum.