fríggjadagur 20. apríl 2012síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ingeborg comeback?
Portalurin skrivaði soleiðis í vikuni: »Nú samráðingarnar
millum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini eru
byrjaðar, er tað ikki Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag sum stendur á odda hesaferð. Í hennara
stað er sakførarin Páll Nielsen settur.« Okkum vitandi,
er Ingeborg Vinther væl og virðiliga farin úr sessinum
sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag – men nakað heilt
annað er, at tað kundi trongt til, at Ingeborg aftur stóð á
odda fyri fakfeløgini.
baksíðan...
Hava teir longu vunnið?
Guardiola og hinir í Barcelona
royna nú sum fyrsta felag nakrantíð,
at vinna Champions League
tvey fylgjandi kappingarár
Tv.fo
Kemst nokk
av kuldanum...
Tað er kalt úti í kuldanum
nordlysid.fo
Har gongur væl
Einki mótloysi í Heimamissiónini
Portal.fo
Tað er tað nýggja!
Mjørki í parlagnum
Dimma
Hvat merkir tað?
Fólkaskúlin kann rekast bíligari
enn verður er í dag
Vagaportalurin
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Finna føroya
meistarar
Hetta vikuskiftið verður hondbólturin í
miðdeplinum, tí føroyameistararnir í bæði
kvinnu- og manshondbólti skulu finnast.
Avgerðirnar kunnu falla longur leygardagin, tá
ið finalur nummar 2 verða á skránni í Klaksvík
og Hoyvík. Men er brúk fyri einari triðju finalu,
verður hon sunnudagin.
Stjørnan - Neistin
H71 - KÍF
Leygardagin 21/4
FM-finalur í hondbólti
Hvat hendir
í Sýria?
Jørgen Bæk Simonsen, professari á
universitetinum í Keypmannahavn, hevur
sunnudagin fyrilestur um støðuna í Sýrialandi.
Alheimsgerðin gevur øllum heimspørtum og
øllum heimsins átrúnaðum nógvar avbjóðingar.
Hesir spurningar standa frammarlaga í
granskingini hjá Jørgen Bæk Simonsen
Fyrilestur um Sýrialand
Norðurlandahúsið í Havn
Sunnudagin 22/4 kl. 16.00
Framføra
stórverk
Føroya Symfoniorkestur framførir saman við Kóri Føroya
Symfoniorkesturs og solistum úr Bretlandi stórverkið
Carmina Burana eftir Carl Orff og “Framsýningarmyndir”
eftir Modest Mussorgsky í Norðurlandahúsinum
leygarkvøldið. Carmina Burana tekur støði í gomlum
lyriskum tekstum frá miðøldini, sum funnar vórðu í
kleystrinum Benediktbeuren (Bayern) í 1903. Tekstirnar
eru mest á latíni, men nakað av miðaldartýskum er
ímillum. Flestu vísurnar eru um kærleika, men eisini
drykkjuvísur og skemtivísur.
Carmina Burana
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 21/4 kl. 19.30
Sterkir menn
kappast
Leygardagin verður kappingin Føroya
Sterkasti Maður hildin í Ítróttarhøllini
á Hálsi í Havn. Jákup Suni Berg,
Bogi Hammer, Gunnar Grækarisson,
Bardur Poulsen, Finnur Poulsen, Óli
Andresen og Jakup Petur Djurhuus
fara at kappast í seks ymiskum
greinum fyri at vita, hvør teirra er
sterkastur.
Føroya Sterkasti Maður
Høllin á Hálsi í Havn
Leygardagin 21/4 kl. 17.00
Úr fjali í fjøru
og á grunnum okkara
hava vit nógvar av
heimsins bestu rávørum
Johan Mortensen heldur,
at gastronomiska framtíð Føroya
sær spennandi út
Eg viðurkenni
gerðirnar, men eg
nokti fyri, at tær eru
revisverdar
Hópdrápsmaðurin
Anders Behring Breivik
í rættinum mánamorgunin