fríggjadagur 20. apríl 2012síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Otilie Florentine Hansen, sum doyði
í 1923, hevur ein fittan gravstein.
Serliga tá hugsað verður um, at um
støðurnar ikki vóru góðar.
Otilie var fødd uttan fyri hjúna
lag. Pápin var Marius Olsen í Mir
mansstovu av Eiði, f. 1878. Hann
flutti seinni til Vágs.
Mamman var Kristina, kallað
Stina. Hon giftist niðan á Hvítanes
við Marius Benedikt Nybo. Tey
fingu ein son, Otto, sum sigldi úti í
heimi. Hon flutti eitt skifti niður til
sonin men kom heim aftur og doyði
á Ellisheiminum í Havn
Einki samband er við ættina
hjá Otto. Tað er tí ikki so nógv, sum
kann sigast um Otilie. Men vit vita,
Jens Christian Guttesen, Gutta
Jens, var gubbi hennara.
Ættin
Fyri hesa søgu er tað so heppið, at
Stina átti eina systir í Gøtu, sum
kallaðist Mia, sum eg kendi væl.
Niels Juel Arge hevði eina samrøðu
við Miu í 1970, tá ið hon var 98 ár.
Tá greiddi Mia nokk so fitt frá
sínum uppruna og sær sjálvari, og
er hetta eisini søgan hjá Otilie og
mammu hennara.
Tær vóru føddar undir Ryggi,
sum eisini verður kallað Kilar
kanalin, beint omanfyri Konga
brúnna.
Pápi teirra kallaðist Valta Jógv
an. Valtanavnið stavaði frá, at abbin
hevði verið forvaltari við kongaliga
handilin. Mamman Katrina, kallað
Valta Trina, var ættað av Sandi.
Mia var elst av sjey systkjum,
av teimum doyðu trý sum smá.
Ein systir var Hanna, gift við Gøtu
Jákup í Havn. Ein beiggi kallaðist
Petur Star. Hann var ógiftur.
Valta Jógvan doyði um 1885. Tá
var Mia 13 ára gomul, og tá í tíðini
var ikki gamansleikur at vera einkja
og faðirloysingur.
Tað kundi hvørki haldast jól ella
føðingardagar, ráðini vóru ikki til
tess. Mia mintist, at gamli Sloan
plagdi at ganga runt og leska tey
við klæðum, sum vóru illa fyri.
Tá ið pápin var deyður fekk
Mia 3 krónur. Hon setti sær fyri at
keypa eitt lamb fyri peningin.
Væl vóru lombini ikki dýr, men
so bíliga kundu tey ikki fáast! Fyrsti
ferð miseydnaðist tað eisini. Men
so fór hon oman á Kongabrúnna,
har menn ofta komu at selja seyð,
og tað eydnaðist henni at fáa eitt
lamb fyri hesar pengar. Tá var í
hvussu er jóladøgurðin bjargaður
hetta árið. Sum jólagávu kundi hon
eisini fáa eitt nýtt fyriklæði.
Annars kundi keypast neytakjøt
fyri 10 oyru pundið, men tað var
mest nýtt í súpan.
Skógvar vóru ikki ráð til heldur.
Teir skógvar, Mia mintist mest til,
vóru úr skøtuskræðu. Teir høvdu
hvønn sín lit, tí skræðan á skøtu er
ymisk á hvørji síðu, á aðrari síðuni
vóru eisini píkar.
Men tað kom fyri, at hon kundi
keypa einar rotuskógvar í móta
handlinum hjá Josefinu Effersøe í
Mettustovu á Reyni.
Mia mintist Niels Finsen. Hann
dugdi so væl at syngja. Hon greiddi
eisini frá, at hon setti eitt træ á
grøvina hjá gubba sínum niðast í
gamla kirkjugarði. Tað er nú eitt tað
størsta træið í kirkjugarðinum.
Jólatræ í tinghúsinum
Á jólum vóru ikki ráðini til at gera
nakað burtur úr heima. Kortini
var tann stórhending hjá børnum,
at tey vóru boðin til jólatræ í ting
húsinum. Tá fingu tey súrepli og
piparnøtur. Tað var ikki hissini
fongur!
Mia mintist tá ið núverandi
amtmansborgin varð bygd. Her
kom tað ikki minni væl við, at hon
og mamman fingu til arbeiðis at
gera reint í embætismannahúsum.
Eisini kom tað væl við, at
mamman hevði tænt hjá Konsul
Hansen í Tinganesi. Hann leiddi
fyritøkuna Siemsen. Kona hansara
var eitt gott fólk, og har plagdi Mia
at koma nokk so nógv. Tær plagdu
at vera á floti saman.
Sum ung fór Mia til Íslands at
arbeiða fisk. Hetta var sera strævið.
Men so fór hon at vera í húsi hjá
apotekaranum á Seyðisfirði, har
hon eisini lærdi at seyma. Tann stóri
vinnulívsmaðurin á Seyðisfirði var
norðmaðurin Wathne, sum doyði
á ferð úr Noregi til Íslands í 1898.
Tað varð gjørd ein minnissúla
fyri Wathne á Seyðisfirði. Tað
klæði, sum var um súlana undan
avdúkingina, seymaði Mia.
Hatturin bleiv burtur í Gøtu
Mia var 27 ár, tá ið hon um 1899
giftist við Hans Frederik Hansen
í Norðragøtu. Ferðin til Gøtu var
ikki serliga romantisk. Tað var við
einum báti úr Gøtu, sum hevði
verið í Havn og selt sild. Í Havn
átti Mia hatt, og hon hevði hann
norður við sær. Men at brúka
hatt í Gøtu var púra óhoyrt. Tá ið
báturin nærkaðist Gøtu, koyrdi Mia
hattin undir frakkan, og hatturin
kom ikki aftur á høvdið. Hattur til
konufólk var púra ókent á hesum
leiðum. Men Mia hevði gardinur og
urtapottar, sum var eins óhoyrt í
Norðragøtu tá.
Mia gjørdist longu einkja í
1904. Maður hennara hevði saman
við øðrum keyp skipið Tulip úr
Hetlandi. Men tá ið teir vóru í
Hetlandi á fyrsta túrinum at landa
fisk, komu teir ikki aftur.
Hetta var heldur ikki lætt.
Tryggingin var 300 kr. Tey høvdu
kúgv. Fyri at fáa nakrar krónur varð
mjólkin skúmað, og rómin seldur til
handilsmannin Absalon Jacobsen í
Syðrugøtu. Eisini kundi nøkur egg
seljast.
Mia giftist aftur við Petur, sum
var beiggi fyrra mannin, og tey
fingu tvey børn Anna Berlina og
Hans Petur. Í fyrru giftu fekk hon
Hans Jacob, sum seinni varð kendur
undir navninum Havstreym. Hann
gjørdist formaður í fiskimanna
felagnum fyrst í 1932, men hann
gekk burtur við Immanuel sama
vár.
Mamma Kristian leskaði
tey, sum vóru illa fyri
Kristian Djurhuus, sum gjørdist
løgmaður, vaks upp í sama granna
lagi sum Mia og Stina. Hann var
fimm ár eldri enn Otelie, so hann
hevur kent hana.
Hann greiðir eisini frá húskinum
í sínum endurminningum. Kristian
mintist, at Valta Trina sat í sera
trongum korum. Sonurin Petur var
skipsmaður, og døturnar arbeiddu
í fiski. Hetta gav ikki tað stóra, 10
oyru um tíman. Mamma Kristian,
Elin, plagdi ofta at geva teimum ein
bita, og tá ið Petur var heima um
veturin bóðu tey hann eisini ofta
fara eftir torvi. Samsýningin fyri at
fara eftir einum leypi av torvi var
40 oyru, men tá fekk hann eisini
døgurða hjá teimum. Hetta hjálpti
fitt um teirra støðu.
Otelie var granni hjá
Kristian Djurhuus
Tað eru ótrúliga nógv ung fólk, sum eru jarðað í gamla kirkjugarði.
Ein av teimum var Otelie, sum bara gjørdist 22 ára gomul
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar
vikur verður greitt frá Niels
Jacob Olsen av Argjaboða.
OTELIE FLORENTINE HANSEN
F.17. OKTOBER 1900
D. 30. JUNI 1923
Mia, mostur Otelie, saman við ommudótrini
Poulu, sum Mia búði hjá seinastu árini
Otelie gjørdist bara 22 ára gomul
Kilarkanalin, haðani Otelie var ættað