fríggjadagur 20. apríl 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Fólksins ogn – Seinni partur
F
iskivinnan
Eftir at fiskimarkið
varð flutt út á 12 fjórð
ingar í 1959 fingu vit ta
fyrstu føroysku lógina um
fiskiskap innan fyri 12 fjórð
ingar, ið bannaði útlendskum
fiskiførum at fiska á hes
um øki, og setti forboð fyri
troling innan fyri 6 fjórð
ingar. Í 1964 kom nýggj lóg,
eftir at markið varð sett úr
beinum grundlinjum, men
enn var stórt sæð bert talan
um forboð fyri troling á land-
leiðini. Havið var enn ”frítt”,
ikki var neyðugt við øðrum
reguleringum,
føroyingar
kundu stórt sæð óhindraðir
fiska á øllum høvum.
Eftir
ta
kollveltandi
broytingina í 1977, tá fiski
mørkini vórðu flutt út á
200 fjórðingar, og stórt sæð
allur føroyski fjarfiskiflotin
varð tvingaður inn í heima
sjógv, kom fyrsta lógin við
reguleringsheimildum í 1978.
Her varð ásett, at landsstýr
ið eftir samráð við løgting
sins fiskivinnunevnd kundi
seta reglur fyri fiskiskapi
á landleiðini. Talan var í
høvuðsheitum um tekniskar
reguleringar og friðingar
og ikki um at seta krøv um
fiskiloyvi ella aðrar avmark
ingar av atgongd til at reka
fiskiskap. Hesar avmarkingar
byrjaðu við kunngerð nr. 85
frá 5. mai 1987 ”um veiðuloyvi
til føroysk fiskiskip”. Við
heldur ivasamari heimild í
lógini frá 1978 varð nú sett
krav um fiskiloyvi fyri øll
fiskifør størri enn 20 brt
(í 1989 lækkað til 5 brt og
í aftur 1989 broytt til eina
kombinatión
av
longd
ganga breidd), tó soleiðis, at
”Føroya landsstýri sendir út
fiskiloyvi fyri árið 1987 og
fylgjandi ár til teirra, sum
hava havt fiskiloyvi og/ella
landað veiðu….. Einki skip
kann fara til fiskiskap uttan
veiðuloyvi”.
Her varð fyri fyrstu ferð í
okkara fiskivinnusøgu ásett,
at tað kravdist loyvi frá tí
almenna at fara til fiskiskap,
ein vinnuvegur, ið hevði verið
einum og hvørjum frítt at
reka í øldir. Tað hevði kanska
verið skilabetri, um ein so
djúptøk, men óivað neyðug,
regulering av einari áður
frælsari vinnu hevði havt
greiðari lógarheimild, og at
lógin hevði ásett greiðari
reglur fyri reguleringini.
Longu í 1989 varð ásett í
nýggjari kunngerð at ”Um
sóknir um veiðuloyvi verða at
senda til Føroya Landsstýri”,
eftir øllum at døma eisini
tey, ið høvdu fingið fiskiloyvi
sendandi frá landsstýrinum
fyri ”fylgjandi ár”. Tað sama
endurtók seg við nýggjari
kunngerð í 1993. Við hesum
eru vit komin til núgaldandi
lóg um vinnuligan fiskiskap,
lóg nr. 28 frá 10. mars 1994.
Meðan 1978-lógin var um fisk,
eitur tað nú ”livandi tilfeingi”,
ið tó ikki fevnir um hval, kóp,
fugl og alifisk!
Í stuttum kann sigast,
at lógin var mest at líkna
við ein fløkjustamp tá hon
kom, og hon er ikki vorðin
minni fløkt av øllum teimum
broytingum, ið hon hevur
fingið hesi átjan árini, eini
fjøruti tilsamans. Her skal
ikki verða gjørd nøkur roynd
at
gjøgnumganga
lógina,
pláss er ikki til tess. Tó skulu
verða nevnd nøkur dømi úr
lógarviðmerkingunum,
ið
eru til skjals í Løgtingstíðindi
fyri 1993 á síðu 385 og fram,
so kann einhvør døma um,
í hvønn mun hesar ætlanir
eru roknar:
”Fyrsta
kravið
er,
at
ikki verður veitt meira enn
stovnarnir tola á varandi,
burðardyggum grundarlag.
…”Tað hevur stóran týdning,
at vinnan kennir treytir og
karmar eitt rímiligt tíðarskeið
framyvir.
..Skipanin
skal
vera greið og løtt og einføld
at umsita. ..Tað hevur
størsta týdning, at vinnan
góðtekur skipanina og at
skipanin stendur á tryggari
lógargrund. …nevndin er á
einum máli um at skjóta upp,
at gjørd verður ein skipan
við egnum handilskvotum,
roknaðar út frá mest loyvd
um veiðinøgdum (TAC) fyri
stovnarnar, sum verða ásett
fyri 5 ár í senn. ..Fyrimunurin
við tílíkari skipan er, at vinn
an yvir fleiri ár veit, hvussu
nógv er til taks. Tað er tí
avgerandi, at hildið verður
fast um 5 ára mest loyvdu
veiðina
sjálvt
um
veiði
líkindini broytast. Ein stórur
fyrimunur við hesi skipan er,
at politisku myndugleikarnir
fara frá smálutastýring og
til at seta karmar. Innan fyri
tann karm, sum lívfrøðiligu
fortreytirnar seta, verður
vinnan sjálv at finna fram til
hvør samanseting av fiski
flotanum, ið roynist/hóskar
best. …Skotið verður upp,
at teir persónar og tey feløg,
sum fáa kvoturættindi, varð
veita hesi í 20 ár. Møguleiki
er eftir umsókn at fáa longt
rættindini út um tey 20 árini.
Hugsanin er, at kvoturætt
indini ikki verða veitt sum
ogn, men heldur sum ein
tíðaravmarkað konssesión,
sum
kann
takast
aftur
ella ganga út. Hinvegin er
neyðugt at hava eina skipan,
sum loyvir vinnuni at gera
langtíðarætlanir, tí galda
kvoturættindini í minsta lagi
20 ár.”
Kvotuskipanin vísti seg
ikki at rigga serliga væl,
og longu á vári 1996 vórðu
grundleggjandi broytingar
gjørdar í lógini, m.a. við fiski
døgum í staðin fyri kvotur.
Talið av veiðiloyvum varð
fryst fast til tað, sum tað
var 1. januar 1995, og fiski
dagarnir vóru í stóran mun
umsetiligir. Meðan eingin
tíðaravmarking sær út til at
vera í 1996-lógini, varð tann
broytingin gjørd í 1998, at
fiskidagarnir vóru í gildi í 10
ár ”í senn”, og at teir kundu
umsetast upp til 10 ár ”í
senn”, ella við øðrum orðum
ein ”rullandi skipan”.
Í 2007 sær út til at ”politiska
skipanin” var komin á trota.
Nú kom enn eitt uppskot
til lógarbroyting, ið, sum
endamál hevði ”at hava eina
lóg, sum setir greiðar karmar
um, hvussu høvuðsvinna og
høvuðstilfeingi okkara verð
ur skipað og umsitið”. Skotið
verður upp og samtykt við
28 atkvøðum á tingi, at øll
veiðiloyvi ganga út tann
1. januar 2018, men ”verða
endurnýggjað, um loyvis
havari framhaldandi lýkur
treytirnar sambært lógini
og í veiðiloyvi og fiskiloyvi”.
Hesi endurnýggjaði loyvi
hava gildi í 5 ár, men her
stendur ikki ”í senn”. Í við
merkingunum stendur kort
ini, at Ӿtlanin er at endur
nýggja loyvini 5. hvørt ár, um
loyvishavarin framhaldandi
lýkur treytirnar….”, so tað er
heldur ógreitt, um hesi fimm
ára loyvini eru rullandi ella
ikki.
Væntandi var, at nú bar
til at fáa í lag eina veruliga
og grundleggjandi viðgerð
av allari fiskivinnulóggávuni,
men síðan 2007 er einki hent
í so máta uttan at tíggju
lógarbroytingar eru sam
tyktar síðan tá, og nú sær
eftir
almenna
kjakinum
at døma út til, at ósemjan
um fiskivinnupolitikkin er
størri enn nakratíð millum
luttakararnar í ”politisku
skipanini”.
Við
makrelinum
kom
reiðilig gongd á nýhugsanina
í fiskivinnupolitikkinum við
ikki minni enn tveimum
kunngerðum
og
einari
nýggjari lóg innan fyri ein
mánað. Tann 4. mai 2011 kom
ein kunngerð um veiðu eftir
makreli, ið ásetti býtið av
teimum 150.000 tonsunum,
ið vóru ásett sum kvota fyri
árið, men tá er longu gjørd
”Langtíðarsemja
frá
20.
apríl 2011 millum Samgongu,
Tjóðveldi og Framsókn” um
hvussu føroyska kvotan skal
nýtast. Í hesi semjuni (sum
kortini ikki bleiv so lang
lívað), eru tvey heilt nýggj
fyribrygdi, nevniliga avgjald
(tilfeingisgjald?)
og
upp
boðssøla, ið onga heimild
høvdu í galdandi fiskivinnu
lóg. Hendan nýggja ”makrel
samgongan” bar skjótt at, og
tann 8. juni 2011 kom nýggj
”lóg um serstakar treytir fyri
makrelfiskiskapi í 2011”, har
gjald varð álagt einum parti
av vinnuni og ein partur
av kvotuni skuldi seljast á
uppboði, meðan aðrir einki
skuldu lata fyri hesa fólksins
ogn. Longu tveir dagar seinni
nýggj kunngerð um tað
sama. Av sonnum ikki drúgv
tíð at fyrireika tvær so koll
veltandi nýskipanir fyri høv
uðsvinnuna.
Makrelsamgonguni
var
ikki lív lagað, og eftir valið
fingu vit nýtt landsstýri
við tí útkoyrda (ella-farna?)
liberala fólkaflokkinum aft
ur at tí sosial-liberala sam
bandsflokkinum. Hetta sást
eisini partvíst í samgongu
skjalinum, har tað – um
framt klassikaran um at
”fiskivinnulóggávan verður
dagførd og gjørd einfaldari”
- eru nøkur orð um tíðar
avmarkaða/rullandi skipan
sum skal gerast saman við
fakfólki, og tilfeingis-/loyvis
skatt, líkur tí, sum er galdandi
fyri 2011 (t.v.s. 2,5 prosent
eykaskatt av skattskyldugum
vinningi í fiski- og alivinnuni
omanfyri 1 mió kr, og sum
varð mett at geva einar 25
mió. í eykaskatti). Tá avtorn
aði komu 7,8 mió. burturúr,
hvørki meira ella minni.
Nýsetti landsstýrismað
Halgir
Winther
Poulsen
Advokatur