fríggjadagur 20. apríl 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
urin í fiskivinnumálum bar
skjótt at viðvíkjandi veiði
loyvunum, ja so skjótt, at tað
kostaði honum sessin. Hann
sendi eitt broytingauppskot
av fiskivinnulógini til hoyr
ingar ”uttanhýsis”, eftir øllum
at døma uttan at løgmaður
og landsstýrið vóru kunnað
frammanundan. Hann skjeyt
upp, at nú skuldu loyvini ikki
falla burtur 1. januar 2018, men
í staðin fyri vera galdandi ”12
ár í senn”. Hetta var kortini
neyvan so ógvislig broyting
í mun til ta hjá hansara sam
bandsundangongumanni, ið
hevði sagt 5 ár (helst eisini
”í senn”), so helst hevur tað
verið bráðræsnið, ið kostaði
honum sessin.
Viðvikjandi skatting ella
veiðigjøldum tykist higar
til at hava verið verri at
finna stevið. Sitandi lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum sær út til at taka
undir við ”rullingini”, men er
avgjørt ímóti allari skatting.
Tað sama tyktist løgmaður
eisini at vera, ið hvussu er helt
hann seg til samgonguskjalið,
ið ikki er kollveltandi hvat
skatti viðvíkir. Men hetta
var áðrenn blokktúrin til
Danmarkar. Síðan er hann
vorðin meira skattahugaður,
og sýnist at hava funnið út
av, at tilfeingisskatturin skal
geva júst tað, sum blokkurin
ikki gav eyka.
Um rullandi loyvini hev
ur ein førandi sambands
ministari sagt alment, at
fólkafloksministarin má vera
í ørviti, tekur hann undir við
rullandi loyvum. Sami sam
bandsministari tykist ganga
inn
fyri
tilfeingisskatti,
ið skal geva hundraðtals
milliónir. Løgmaður hevur
alment rikið framundir, at vil
fólkaflokkurin ikki tilfeingis
skatt og heldur hann fast
um rullandi loyvi, eru aðrir
meirilutar í løgtinginum, hvør
skal siga tað er ein úthurð á
øllum ministaraskrivstovum.
Nú eru allar hesar ósemjur
kortini parkeraðar í einari
heilt nýggjari makrelnevnd,
sum eftir hvat júst frættist er
komin til tað úrslit, at einar
120 mió. kr. skulu fáast inn í
gjøldum (les skatti) frá allari
fiski- og alivinnuni. Hetta
talið minnir ikki sørt um
tað, sum løgmaður undan
valinum lovaði í eykablokki,
ið sum kunnugt endaði við
8 milliónum. Tað er sostatt
ikki talan um tað, sum
vanliga verður skilt við til
feingisgjald, ið vanliga verður
definerað sum eitt gjald av
tí seravkasti, ein tilfeingis
vinna fær av ókeypis brúki av
fólksins ogn. Men enn hevur
”politiska
skipanin”
ikki
funnið út av, hvussu hesin
eykaskattur skal álíknast, so
her er helst okkurt at gleða
seg til hjá vinnuni.
Av øðrum málum, ið hava
verið nógv frammi seinastu
tíðina er uppboðssøla og út
lendsk luttøka í fiskivinnuni.
Summir,
kanska
serliga
fíggjarfrøðingar, hava skriv-
að og talað vítt og breitt um
allar milliardirnar, eigarar
nir (t.v.s. vit, Føroya fólk)
verða snýttir fyri ár eftir
ár, og at uppboðssøla av øll
um rættindum er einasta
loysnin at koma hesum til
lívs. Lítið verður sagt um,
hvussu tílík uppboðssøla
skal skipast í praksis, t.d. um
bert føroyingar skulu hava
loyvi at bjóða, hvussu ofta
skal bjóðast og fyri hvussu
long tíðarskeið, skalt tú
eiga skip undir føroyskum
flaggi fyri at bjóða o.s.fr.
Tey flestu minnast óivað
tann lítla døllin, helst undir
føroyskum flaggi, ið keypti
stóran part av makrelinum
í fjør, og neyvan mundi fiska
tað stóra sjálvur.
Hugburðurin um útlend
inga luttøku í fiskivinnuni
plagar at skifta við fíggjar
støðuni. Eru ringar tíðir eru
útlendingar
vanliga
ikki
so illa sæddir, men í betri
tíðum vilja vit hava alla
kakuna sjálv. Í alivinnuni
tykist tað ikki at vera nakar
trupulleiki, at eitt felag, sum
útlendingar eiga meirilutan
í, hevur helmingin ella meira
av øllum aliloyvum. Nú
hevur ministarin boðað frá,
at útlendingar skulu ikki
sleppa at eiga eina krónu í
føroyskum fiskiskipum. Út
lendingar kunnu enn eiga
øll virkini á landi, har van
liga meginparturin av vinn
inginum skuldi ligið, um rætt
verður borið at. Og hvat um
eitt føroyskt reiðarí onkuntíð
skuldi komið í ta óhugsandi
støðu at verið so væl fyri
fíggjarliga, at tað slapp á
børsin? Verður tað viðfarið
við somu silkihandskum sum
alifeløg, ið eru á børsinum?
Vit hava enn eitt skotbrá
til 2018, væl at merkja um
fiskivinnulógin ikki verður
broytt á hesum øki, og skuldi
tørvað longri tíð, hevði tað
borið til at longt hesa freist.
Eg hugsi at tey allarflestu
kunnu semjast um, at tað ber
bara ikki til, at tað einasta vit
og vinnan vita við vissu er, at
1. januar 2018 eru øll rættindi
fokin.
Mítt uppskot er, at løg
tingið, t.v.s. bæði andstøða
og samgonga, setur eina
kommissión, sum skal vera
breitt umboðað við fólki úr
vinnuni,
fiskifrøðingum,
samfelagsáhugabólkum, fak
feløgum,
peningastovnum
o.ø. Politikarar skulu ikki
hava nakran avgerandi lut í
arbeiðinum, men heldur vera
í onkrum slagi av fylgibólki,
meðan sjálv kommissiónin
skal arbeiða fakliga og sak
liga; helst kundi arbeiðið
skipað
við
einari
minni
arbeiðsnevnd, ið fyrireikar
málini til kommissiónina at
taka støðu til. Ein hóskandi
arbeiðssetning
hava
vit
longu høvuðsuppskriftina til
í gr. 2 í fiskivinnulógini, har
ásett er at ”Dentur verður
lagdur á í umsitingini av hesi
lóg, at varðveita tilfeingið og
at troyta og gagnnýta hetta
burðardygt
á
skilabesta
hátt, lívfrøðiliga og búskap
arliga, við virðing fyri sam
bandinum millum ymisku
dýra- og plantustovnarnar
í havinum og meingi teirra,
til tess at tryggja besta sam
felagsbúskaparliga
íkastið
frá fiskivinnuni, støðugar
arbeiðs- og inntøkumøguleik
ar og møguleikar fyri vinnu
ligum virksemi um alt landið.
Somuleiðis kundu viðmerk
ingarnar til 1994-lógina, ið eru
nevndar frammanfyri, verið
góður íblástur. Harumframt
átti kommisiónin at viðgjørt
spurningar
sum
avgjøld/
tilfeingisgjøld, atgongd hjá
nýggjum aktørum, útlend
ingaatgongd v.m., alt samalt
trætumál,
sum
”politiska
skipanin” hevur havt so nógv
ár um ikki at semjast um.
kjak