Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Hetta er ikki gott nokk! Georg Rasmussen, rakstr­ ar­stjóri á Posta viðgongur blankt, at tað er ikki ílagi, at Posta skal brúka heilar 16 dagar um at bera brøv ímill­ um húsini í Hvalba. Men tað var akkurát hetta, sum hendi í Hvalba rund­an um páskirnar. Vit hava fingið at vita frá fleiri hvalbingum, at í hesum føri er tey ikki nøgd við tænastu­na frá Posta. Talan er um eina rúgvu av brøvum til fólk í Hvalba og Sandvík, Brøvini eru dagsett 2. apríl og vórðu latin í ein Postkassa í bygdini sama dag, ella í sein­ asta lagi dagin eftir. Men tað var ikki fyrrenn 16. apríl, at brøvini vórðu bor­ in út. Hetta var stak óheppið, tí talan var um innkalling til aðal­fund í Steintór Holding, sum er ein krumtappur í vinnu­lívinum í Hvalba og sum hevur nógvar parta­ eigar­ar. Men av tí at tað gekk so avbera seint við post­ út­beringini, vóru tað fleiri parta­eigarar, sum ikki fingu boð­ini og sum sostatt heldur ikki fingu møtt á fundi. Ikki nóg gott Gunn-Britt Bjarnason, økis­ leiðari hjá Posta í Suðuroy, hevur onga viðmerking. Hon vísir ístaðin til Georg Ras­mussen, rakstrarstjóra í Posta. Og hann viðgongur blankt, at hetta eigur Posta at klára betri. - Sjálvt um hetta er beint upp undir páskir, eiga brøv­ ini at verða borin út 10. apríl, ella í seinasta lagi 11. apríl, sig­ur hann Sostatt var hetta ein støk hend­ing, tí hetta eigur Posta at klára betri. Georg Rasmussen sigur, at tey hava fingið skriv um hetta ítøkiliga málið og at tey hava kannað tað. Men hann sigur, at tað er tór­ført at fáa eina forkláring, sum kann brúkast til nakað. Sum hann hevur fingið upplýst, er postkassin í Hval­ ba tømdur eftir ætlan og brøv­ini send til Havnar, sum tey skulu, at verða sorterað. Men hann sigur, at Posta í Suðuroy hevur upplýst, at tann eina dagin, tey skul­ du tøma postkassan, var herverk gjørt á hann við tað, at okkurt var potað í lyklar­ holið, so at tey ikki fingu tømt hann. Tey máttu so fara aftur seinni at taka allan post­kass­ an sundur. Men um tað var akkurát hendan dagin, er ikki greitt. Øll brøv skulu sendast til Havn­ar at verða sorterað og so verður allur postur, sum skal til Hvalbiar, pakkaður og send­ur suður aftur, klárur at bera út. Hetta kann tykjast øvugt, men tey hava stór og dýr am­ boð at sortera post við í Havn og tískil verður allur postur úr allari verðini, sum skal til ávís­ar bygdir, fyrst savnaður sam­an í Havn, har hann verð­ur sorteraður og semdur av­stað aftur. Tað skal í mesta lagi ganga fýra dagar frá tí at postur verður sendur í Føroyum, til hann verður borin út, tá ið móttakarin eisini býr í Føroyum. Tað er málið hjá Posta. Georg Rasmussen, rakstrar­stjóri, at Posta hev­ur sett sær eitt mál, sum tey kalla J+4. ”J” er dagurin, tá ið post­urin verður latin Posta í Føroyum og so skulu tað í mesta lagi gan­ ga fýra dagar, til mót­tak­ arin hevur fingið postin. Men tá talan um ein mót­takara í Føroyum og tað er eisini ein fortreyt, at navn og bústaður er rætt skrivað. Í hesum føri við inn­ kall­ingini til aðalfund í Hvalba, hevur Postað als ikki livað upp til síni egnu krøv og tað harmast rastr­ ar­stjórin um. Men hann er vísur í, at hetta er eitt mistak av onkr­um slagi, sum ikki eig­ur at koma fyri – og sum eisini má metast at vera ein heilt serstøk hend­ing. Annars er Posta í ferð við at keypa sær útgerð, har tað ber til at spora brøv, frá tí at tey eru latin Posta, til tey verða borin út. Við hesi nýggju skipan­ ini ber eisini til at stað­ festa, hvørji postboð hava havt ábyrgdina av brøvu­ num. Georg Rasmussen, væntar, at nýggja skipanin verður tikin í nýtslu um eitt hálvt ár. Innskrivað brøv øðrvísi Hinvegin leggur rakstr­ ar­stjórin afturat, at verða brøv send sum inn­skriv­ að­ur postur, ber til at fylgja teimum alla tíðina. Hann vísir eisini á, at inn­skrivað brøv verða IKKI send til Havnar at verða sorterað. Í samband við hesi ávísu brøvini í Hvalba, sum ikki komu fram til tíð­ina, staðfestir Georg Ras­mussen, at vórðu tey send sum innskrivað brøv, høvdu tey ikki verðið send til Havnar at sorterast, men høvdu verðið borin út beinleiðis. Annars er Posta farin í holt við at endurskoðað alla skipanina í samband við postkassar og hvussu og nær, teir verða tømdir. Í mesta lagi 4 dagar Í hesum føri hevur Postað als ikki livað upp til síni egnu krøv Tað er ikki ílagi, at Posta skal brúka heilar 16 dagar um at bera brøv ímillum húsini í Hvalba Av tí at tað gekk so avbera seint við postútberingini, vóru tað fleiri parta­eigar­ ar, sum ikki fingu boð­ini og sum sostatt held­ur ikki fingu møtt á aðalfundi IKKI NÓG GOTT Tað er ikki nóg gott, at tað skal taka so langa tíð at fáa brøv úr einum postkassa í Hvalba til móttakarar í Hvalba, sigur Georg Rasmussen, rakstrarstjóri á Posta 16 dagar at fáa brøv ímillum hús í Hvalba POSTA SEINT Nógvir partaeigarar í stórari fyritøku í Hvalba, sluppu ikki á aðalfund, tí brøvini við innkallingini komu ikki fram