Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Viðhvørt kann tað loysa seg at vera á Facebook. Tað kann 18 ára gamla Anna Helena Ejdesgaard í hvussu so er ásanna. Fyri hálvumøðrum mánaði síðani fekk hon ein teldupost umvegis Facebook, har hon bleiv spurd, um hon var áhugað í at luttaka í kapp­ingini um at gerast Miss World Denmark 2012. Lisa Lents skrivaði Telduposturin var frá donsku Lisu Lents, sum er fyrireikari av stóru kappingini. Lisa Lents hevur sjálv luttikið í Miss World og er eisini kend frá eitt nú Vild med Dans á TV2. – Lisa Lents hevði lagt merki til myndirnar hjá mær á Facebook og vildi gjarna hava meg at luttaka í Miss Dan­mark. Eg helt beinan­ vegin, at tað ljóðaði áhugavert og spennandi, greiðir Anna Helena Ejdesgaard frá. Hon svaraði tó ikki teldupostinum alt fyri eitt, tí áðrenn hon tók endaliga avgerð um at luttaka, vildi hon práta við foreldrini um hetta. – Mamma og babba vóru sjálvandi glað mína vegna, men tey vóru eisini eitt sindur skeptisk, eins og flest onnur foreldur nokk høvdu verið, sigur Anna Helena Ejdes­gaard, sum býr í Hoyvík. Í løtuni gongur hon á øðrum ári í studentaskúlanum í Hoy­dølum. Eg spældi professionell Eftir at Anna Helena Ejdes­ gaard hevði tikið avgerð um at luttaka í kappingini, gekk ikki long tíð, áðrenn hon var í Keypmannahavn til eitt so­kallað photo-shoot, har Anna Helena Ejdesgaard bleiv style´að, myndir vórðu tiknar, og hon gjørdi eisini sam­røðu til heimasíðuna hjá donsku avísuni BT. Hóast Anne Helena Ejdesaard als ongar royndir hevur sum modell, kendist tað natúrligt at standa framman fyri mynda­tólinum og øllum teim­um fólkunum, ið vóru til stað­ar undir mynda­tøk­uni. – At byrja við var eg eitt sindur nervøs, men so hugsaði eg, at tey vóru øll von við hetta, so eg mátti bara spæla professionell, og tað gekk eisini fínt, greiðir Anna Helena Ejdesgaard frá. Til myndatøkuna vóru umboð frá BT, ið tóku alt upp á video, sum í hesum døgum eisini er at síggja á heimasíðuni bt.dk. Í videobrotinum sæst Anna Helena Ejdesgaard í vøkrum kjóla og í bikini. – Tað var eingin trupulleiki at skula vera í bikini framm­ an fyri fólkunum, sum vóru til staðar. Tey vóru øll líka fitt og professionell, og so góvu tey mær eisini okk­urt tipp um, hvussu eg skuldi gera framman fyri mynda­ tólinum, sigur Anna Helena Ejdes­gaard. Lærir seg catwalk Anna Helena Ejdesgaard skal dystast í Danmark ímóti 19 øðr­um vøkrum sprundum tann 18. mai, og í løtuni roynir hon dúgliga at fyrireika seg til stóra dagin í mai. – Eg royni at læra meg at ganga catwalk. Eg gangi fyri vinfólkunum, og so royna tey at koma við viðmerkingum og góðum ráðum, fortelur Anna Helena Ejdesgaard. Til kappingina skal hon ganga catwalk fyri dómarum og áskoðarum, og harafturat skal hon vísa eitt talent á pall­inum. – Til tann partin av kapp­ ingini havi eg valt at gera mína egnu fimleikaseriu, og hana royni eg eisini at venja fram til kappingina, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum hevur íðkað fimleik hjá Havnar Fimleikarfelag. Seinastu sjey árini hevur hon verið á kappingarliðum og hevur millum annað lut­ tikið í kappingum um heims­ meistaraskapin í estetiskum fimleiki. Hóast nógv eygu fara at vera á henni tann 18. mai, hugsar hon ikki stórvegis um útsjóndina. – Eg eri von við at venja nógv frá fimleikinum, men akkurát nú royni eg at renna eitt sindur eyka, soleiðis at kropp­urin sær gott út til kappingina, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum tó við­gongur, at okkurt bommið verður etið: – Vanliga eti eg sunt, so tað er eingin stórur trupulleiki, men tað er ikki soleiðis, at eg als ikki eti góðgæti, tí tað geri eg, tá eg havi hug til tað, sigur Anna Helena Ejdesaard, sum fegnast um at hava fingið møguleikan at luttaka í Miss World Denmark 2012. - Eg havi stóran áhuga fyri móta og havið altíð havt hug at roynt meg sum modell. Eg havi bara ongantíð fingið kjansin, sigur Anna Helena Ejdesgaard. Nú hevur ungi føroyingurin so fingið møgu­leika at kappast um at gerast vakrasta kvinnan í danska ríkinum. Vinnur hon ta kappingina, sleppur hon at dystast um at gerast heim­sins vakrasta í altjóða kapp­ing­ini Miss World, sum í ár verður hildin í Kina tann 18. august. Rottu- og músafyRibyRging skeið 15. mai 2012 Arbeiðir tú hjá kommununi og hevur • tú ábyrgd av at fanga rottur og mýs í tínari kommunu? Arbeiðir tú hjá tí privata og hevur • ábyrgdina av, at skaðadjór, sum eitt nú rottur og mýs, ikki koma inn í bygningin, tú hevur ábyrgdina av? Ella hevur tú starv í flutningsvinnuni • og hevur tú á tann hátt áhugað í, at minka um møguleikarnar fyri, at rottur og mýs verða fluttar millum býir og bygdir og oyggjar, við tínum flutningstóli? Kundi tú hugsa tær at fingið nýg- • gjastu vitan og íblástur til, hvussu tú kanst gera hetta á effektivasta hátt? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. málbólkuR Málbólkur fyri skeiðið eru fólk í kommu- nuni, húsavørðar og onnur, sum arbeiða við og hava ábyrgdina av rottutýning og ábyrgdina av viðlíkahaldi og umsiting av bygningum. Skeiðið er eisini fyri matvøruframleiðarar, bóndir og onnur, ið koma í samband við rottur- og mýs, herundir fólk hjá Strand- ferðsluni, Posta og flutningsfyritøkum annars. tilmelding Tekna teg og les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara - www.synergi.fo - ella ring 322355. Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo Føroyingur við í Miss World Denmark Vakurleikadrotning bleiv funnin á Facebook - Eg havi ongantíð roynt meg sum modell fyrr, so nú læri eg meg at ganga catwalk fyri vinunum, soleiðis at eg verði klár til kappingina, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum luttekur í Miss World Denmark 2012 – Eg havi altíð viljað roynt meg sum modell, men havi ongantíð fingið kjansin, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum í næsta mánaði luttekur í Miss World Denmark 2012