Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Í hesum døgum er eitt ár liðið, síðani felagsskapurin LGBT Føroyar varð settur á stovn. Heitið stendur fyri sam­ kynt, tvíkynt og trans­per­só­n­ ar, og umboðar sostatt øll tey, ið ikki eru heteroseksuell. Nú hevur so nevndin í LGBT tikið avgerð um, at fara út á miðnámsskúlarnar at upp­lýsa og kunna um felags­ skap­in og tað, hann stendur fyri. - Felagið hevur nú eitt ár á baki, og ta tíðina hava vit brúkt at varpa ljós á okkum sjálvi á ein positivan hátt, og tað haldi eg, vit hava fingið mark­erað rættiliga væl, sigur Son­ja Jógvansdóttir, nevnd­ ar­limur í LGBT. Hon heldur, at tey hava fing­ið nógvar góðar søgur út, og tað er gott. - Men nú halda vit, at tíðin er komin at fara eitt sindur víðari, tí tað finst einki bein­ leiðis undirvísingartilfar um LGBT’arar í Føroyum á før­oysk­um, og tað vilja vit gera nakað við, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Tey eru tí í ferð við at fáa til­far framleitt í løtuni. - Tá so skúlin byrjar aft­ ur í heyst, ætla vit at fara runt um í øllum landinum í framhaldsdeildunum og mið­náms­skúlunum at greiða frá um LGBT, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Hon heldur, at tað finnast nógv­ar mytur um LGBT’arar. - Eg haldi eisini, at tað er gagn­ligt at fáa gott og sakligt upp­lýs­ing­artilfar á okkara egna máli um seksualitetir, sum eisini eru í Føroyum, sig­ ur Sonja Jógvansdóttir. Kunna og upplýsa Hon heldur, at hetta evnið alt ov leingi hevur verið tabu í Før­oyum. - Tey seinastu árini hava vit merkt, at tað hevur verið ógvu­liga nógv kjak fyri og ímóti, og nú halda vit, at tíðin er komin at fara eitt sindur víðari, og at vit veruliga hava brúk fyri eitt sindur av kunn­ing og upplýsing. Fáa av­mysti­fi­serað nøkur ting, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon heldur, at tað hevur týdn­ing at fáa sett andlit á, so fólk kunnu síggja, at talan er um púra vanlig fólk við púra van­ligum størvum. - Ein av enda­máls­orð­ ing­un­um hjá LGBT Føroyar, er at kunna og upplýsa um LGBT’arar og sjónligtgera okk­um í samfelagnum, tí ein av trupulleikunum fyrr hev­ur kanska verið, at tað hev­ur verið ov nógv dult. Tað hava verið ov fá fólk, ið hava staðið fram, og tí hevur fjøld­in helst hildið, at tað hev­ur verið øgiliga óvanligt, at verið LGBT’ari, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Hesa fatan heldur hon, at tey hava brotið, og nú er tíðin kom­in at taka eitt stig longur fram á leið. - Tað er týdningarmikið at fólk vita, at tað eru aðr­ ir seksualitetir enn hetero­ seksua­li­tetur, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Sjálvt kunningartilfarið verð­a stuttir bólkingar um evn­i­ð, sum nema við ymiskar spurn­ingar, bæði í mun til at vera samkyntur, og hvat hesi ymis­ku heitini merkja. - Talan verður ikki um lang­ar tungar bøkur, tað verða stuttir upplýsandi bók­ ling­ar, sum fólk helst skulu tíma at lesa, sigur Sonja Jógvans­dóttir. »Vit eru her« Tað hevur sína orsøk, at neyð­ugt er at fara niður í fólka­skúl­an at upplýsa og kunna um evnið. - Tað er ógvuliga týdn­ ing­armikið.­ Í veruleikanum skuldi verið farið heilt niður í barnagarð at greitt frá, at tað finnast ymiskir familju­ for­mar í Føroyum. Og vit eru ógvuliga glað fyri, at har kom ein bók út fyri ein­um ári síðani, Mín familja, sum vísir nógvar ymiskar fami­l­ju­ formar, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. Í bókini fáa børn at vita, at summi hava bara eina mam­mu og summi hava bara ein pápa. - Onnur hava kanska tvær mamm­ur ella tveir pápar, tí for­eldr­ini eru skild og hava funn­ið sær hvør sín maka, með­an summi hava tvær mamm­ur, sum liva saman, og onnur aftur tveir pápar, sum liva saman, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Hon heldur, at tað finn­ast so nógvir ymiskir familju­ for­mar, at tað hevur týdning at varpa ljós á hetta frá heilt ungum av. Heilt frá vøggu­ stovu og barnagarði. - Heilt frá stovnanini av hava vit verið ógvuliga til­vit­að um, at vit skuldu koyra eina positiva strategi í almenna rúminum. Vit eru ógvuliga nógv, sum liva her, vit eru ógvuliga nógv, sum dáma at liva her í Føroyum, og eru stolt av at vera føroyingar. Vit vilja feg­in geva okkara íkast til samfelagið, sigur Sonja Jógvans­dóttir. Tað var eisini orsøkin til, at felagið alt árið í fjør koyr­di eina herferð undir slag­orði­ num, »Vit eru her«. - Vit settu andlit á ymiskar LGBT’arar, sum búgva runt í øll­um landinum. Ymisk kyn, ymisk­an aldur, og tað haldi eg fekk varpað ljós á okkum á ein positivan máta, sigur Sonja Jógvansdóttir. Faroe Pride Eisini í arðar mátar hevur felag­ið kastað nakað positivt av sær. - Tað hava eisini verið Kynslig orientering Kynslig orientering Komandi skúlaár fer felagsskapurin hjá samkyntum, tvíkyntum og transpersónum at ferðast runt miðnámsskúlarnar fyri at greiða frá um felagsskapin, hvat hann stendur fyri, og at tað finnast onnur enn heteroseksuell í Føroyum. Málið er at kunningin skal røkka heilt niður í barnagarðarnar Leo Poulsen Tá Sosialurin tosaði við skúlastjóran í Eystur­skúla­ num í morgun, kom spurn­ ing­urin so óvart á, at neyðugt var við umhugsingartíð. - Fyri tað fyrsta haldi eg, at skal LGBT inn í fólka­skúlar­ nar, skal tað ikki vera upp til tann eistaka skúlastjóran at gera av, men tá mugu boðini kma frá hægri mydugleikum, sig­ur Eyðdis Eidesgaard. Hon sigur, at stendur tað til hana at gera av, so sleppur LGBT-felagsskapurin ikki inn í Eysturskúlan við sínari kunn­ing. - Tað er ikki tí, at talan er um LGBT, tí eg havi alla virðing fyri teimum. Talan er um eina generella mótstøðu ímóti at taka felagsskapir inn í skúlan við ymsum boð­ skap­um. Vit leggja stóran dent á at læra næmingarnar at virða ymisktleikan hjá fólki, og spurningurin er so, hvar markið verður sett, sig­ ur Eyðdis Eidesgaard. Tað var í morgunsending á Rás2, at Sonja Jógvansdóttir luft­aði tankanum um at kun­na og upplýsa um felags­ skap­in, ikki bert niður í fólka­skúlan, men heilt niður til barnagarðsbørn. Men hetta heldur Eyðdis Eides­gaard so ikki vera eitt gott hugskot. - Vit læra okkara næm­ ing­ar at virða øll fólk uttan mun til húðalit, trúgv ella kynsliga orientering, sig­ur skúlastjórin í Eystur­skúla­ num, sum altso ikki vil loyva LGBT inn í skúlan. Hanus Joensen, skúla­ stjóri í kommunuskúlanum, er samdur við Eyðdis Eides­ gaard. - Tað er uppgávan hjá lærar­unum at undirvísa í øll­um viðurskiftum, eisini tá tað kemur til kynsliga orienter­ing, og tað ætla vit at halda fast við, sigur Hanus Joen­sen. Teir taka tí ikki felags­ skap­ir ella áhugabólkar inn í undir­vísingina. - Í framhaldsflokkunum taka vit stundum serkøn inn at halda fyrilestrar, men tað merk­ir ikki, at felagsskapir av ymsum slag fáa atgongd til skúlan. Tað kann jú skjótt koma inflatión í slíkt, og so er spurningurin, hvar markið verð­ur sett, sigur Hanus Joen­sen. Tað stendur tí greitt, at LGBT skal ikki rokna við, at sleppa inn í teir stóru skúl­ar­ nar í Havnini at bera sín boð­ skap fram. Kynslig orientering Hetta er ein ógvuliga viðbrekin spurningur, og skulu tey inn í skúlarnar, skuldi loyvi komið frá hægri myndugleikum, sigur Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri á Eysturskúlanum Sleppa ikki í Eystur­skúlan ella Kommunuskúlan Hvørki Eysturskúlin ella Kommunuskúlin ætla at lata dyrnar upp fyri LGBT, so felagsskapurin kann greiða frá um ymisku kynsligu orienteringarnar, ið felagið umboðar