mánadagur 23. apríl 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hondbóltsfinalan menn
Gullið fór til
Hondbóltur Eftir tríggjar fantastiskar finalur, har bara
eittans málið var á muni hvørja ferð, gjørdust tað til endans
hoyvíkingar, ið drógu longsta stráið og fóru avstað við
gullinum fyri nøsini á KÍF, ið alt kappingarárið hevur verið á
odda, men ikki megnaði at halda stand í avgerandi løtuni
Hilmar Jan Hansen
Tíðin stóð still, hóast klokkan gekk.
Kollfirðingar vóru í álopi, og høvdu
rímiliga góða tíð. Men so kom al
samt meira og meira fjáltur yvir
spælið, tí teir vistu, at sekundini
gingu. Bara fýra slík vóru eftir, fekk
KÍF tríggjarmeturkast í vinstru
síðu. Liðið gjørdi uppstilling, spældi
bóltin til skjúttan, sum bleiv press
aður av H71-verjuni, so skotið fór við
síðuna av – og so var tíðin farin.
Kollfirðingarnir boygdu høvdu
og hoyvíkingar runnu í ein trunka á
miðjuni, har spælarar og fjepparar
hálsfevndust, hvørt um annað.
Soleiðis endaðu gullvónirnar í
Kollafirði, har tey í ár so gjarna
høvdu ynskt sær ta bestu gávuna,
nú stolta hondbóltsfelagið fyllir
70.
So skuldi ikki verða, men koll
firðingar kunnu allíkavæl vera
ernir av sínum ungu monnum, sum
annað árið á rað vóru í finaluni um
føroyameistaraheitið. Tað rakk ikki
hesa ferð, men tað skal vera løgið,
um fyrsta meistaraheitið hjá KÍF
er langt burturi. Súrt er sjálvandi
at hava verið á odda allan vegin og
so tapa í finalunum, men soleiðis
eru treytirnar, og tað var altso í
finalunum, at veruliga styrkin
skuldi vísast og prógvast.
Hetta var ein av hesum løgnu
dystunum, har liðini bardust og
stríddust sum fyri lívinum, sam
stundis sum ilt var at taka dagar
ímillum, hvat teirra hevði munin.
Samstundis hevði tú eisini hesa
løgnu kensluna av, at um KÍF vann,
so vóru øll glað…
Hinvegin var tað eina ella aðra
staðni stuttligt, óansæð hvør vann,
tí í hvørgum føri var talan um nakað
av teimum sigursvandu feløgunum,
ið vit altíð síggja fremst í fremstu
røð. At ein FM-finala skuldi standa
millum tvey feløg í høvuðsstaðar
kommununi og at hvørki Kyndil
ella Neistin var við, vildi verið full
komuliga óhugsandi fyri nøkrum
árum síðani. Men tað hevði so upp
á ongan máta blivið tað sama, sum
tað nú bleiv, tí tá hevði restin av
landinum lagt líka í, hvør vann!
So javnt, so javnt
Nú blivu tað ikki kollfirðingar, ið
vunnu, men hoyvíkingar skulu
fáa rós fyri, at teir dugdu at vísa
tað, sum júst sálaði Arnold Mærsk
Myndir: Álvur Haraldsen
– Hetta er bara heilt ótrúligt. Vit
spæla tríggir so øgiliga tættir
dystir við so fantastiskum
kulissum, at tað kundi ikki verið
betri, sigur Dánjal Tórgarð,
sum telist millum teir ungu
hoyvíkingarnar, men allíkavæl
eisini var við til at vinna fyrsta
føroyameistaraheitið
hjá
felagnum í 2009.
– Eg má siga, at hetta vigar
meira, tí vit hava hesa ferð
verið so nógvir, sum tóku
ábyrgd. Sjálvandi var 2009 eis
ini fantastiskt, tí tað var fyrsta
meistaraheitið hjá H71, men
hetta er so sanniliga eisini
øgiliga søtt, má eg siga.
Tá kappingarárið byrjaði,
var H71 ikki millum liðini, ið tey
hondbóltskønu høvdu hug at
telja við, tá favorittarnir skuldu
nevnast, men tá avtornaði,
fingu hoyvíkingar bart seg all
an vegin fram.
– Eg haldi, at vit byrjaðu
illa í ár, men vit hava eisini
eitt ungt lið, sum tað tekur tíð
at spæla saman. Hinvegin, so
hava vit rakt toppin akkurát
í røttu løtuni. Vit hava verið
fantastiskir, eftirsum vit eru
so ungir, sum vit eru, og her er
eingin dottin niður ímillum hjá
okkum, sigur Dánjal Tórgarð, ið
vónar, at liðið verður verandi
intakt tey næstu árini.
– Tá tað er eitt so ungt lið,
kunnu fleiri fara frá, tí teir
fara burtur at lesa og sovorðið,
og soleiðis verður tað helst
eisini komandi árini. Men tað
er ótrúliga flott, at vit megna
hetta, og eg vóni sjálvandi, at
vit blíva við at hava eitt gott lið
tey komandi árini eisini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kundi ikki verið betri
– Eg haldi, at vit hava rakt
okkara form øgiliga væl, og
kanska hava kollfirðingar rakt
sín eitt sindur ov tíðliga. Teir
hava so øgiliga leingi bíðað eftir,
hvørjum teir skulu spæla ímóti
í finalunum, og tað vísir seg, at
tú skalt gera okkurt serligt fyri
at halda teg í toppinum, tá so
er, staðfestir málverjin hjá H71,
Jens Skipagøta.
– Tá tað so er sagt, so taki eg
so ótrúliga synd í kollfirðing
um. Hetta hevur verið eitt fan
tastiskt kappingarár hjá teim
um, og eg hevði unt teimum
at vunnið, sjálvt um eg nú taki
steypið við mær suður.
Jens var ein av teimum, ið
takkaði fyri seg eftir meistara
heitið í 2009, men valdi allíka
væl at halda fram, tí felagið
hevði trot á málmonnum, og
tað iðrar hann seg sjálvandi
ikki um nú:
– Hetta hevur verið super.
Fyri mítt viðkomandi má eg
siga, at tað fyrra meistaraheitið
var øgiligt, men at hetta hevur
ikki minni týdning. Tað er
kanska serliga, tí dystirnir
hava verið, sum teir hava verið,
sigur hann.
– Hetta hevur verið uppslít
andi og heilt fantastiskt, alt í
einum. Tú kanst ikki ynskja tær
meira, enn tríggjar sovorðnar
dystir. Kropsliga eri eg kanska
ikki so móður, men mentalt
hevur hetta verið møðsamt.
hilmarjan@sosialurin.fo
Taki synd í
kollfirðingum