Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hondbóltsfinalan menn l Hoyvíkar Mc-Kinney Møller plagdi at kalla »rettidig omhu,« tí sjálvandi vístu fólk sína gleði og fagnaðu sínum føroya­meistarum, men har bleiv ikki gjørt ov nógv av, og tað var týðiligt, at sigursfagnaðurin onkurs­vegna var merktur av eini stór­ari virðing fyri kollfirðingum, ið vóru til­svarandi skuffaðir og vón­brotnir. Henda virðing kom í gjárkvøldið eisini til sjóndar á heimasíðuni hjá H71, sum skrivaði, at »tíverri er spælið soleiðis at bert ein kann vinna, men javnari kann tað ikki blíva, og slíkir spennandi dystir koma ikki fyri aftur í 100 ár.« Helst er nakað um tað, men skuldu tað bliv­ið júst hesi bæði feløgini, ið aftur møttust í einari finalu, skuldi ikki undrað, um tað sama saktans kundi endurtikið seg. Í øllum førum passaðu finalist­ arnir hesa ferð sum fótur í hosu, og hóast tað til tíðir var bæði hart og kontant, var talan um tríggjar fair spældar dystir. Og tað skal so sanniliga eisini vera løgið, um tað ikki fer at kóka inni á vøllinum, tá tað ger tað so nógv uttanfyri, sum tað gjørdi tað í stúgvandi fullu høll­ unum mikukvøldið, leygardagin og í gjár, har fólk noyddust at møta fleiri tímar undan dysti fyri at tryggja sær pláss. Allir tríggir finaludystirnir vóru soleiðis háttaðir, at bæði KÍF- og H71-fjepparar í hvørjum dysti sluppu upp á tindin og niður í dalin, og í øllum trimum førunum var sein­asta løtan so mikið full av drama og spenningi, at tað neyvan kann vera serliga gott fyri vanligar nervar. Leygardagin hevði eitt út­ javn­andi mál í evstu løtu givið H71 meistaraheitið, og í gjár hevði eitt av sama slagi givið KÍF ein møgu­ leika aftrat. Nei, meira nervapirrandi og spenn­andi fær tað ikki verið! Undirspælt ella ikki Undan hesum kappingarárinum gjørdu vit eitt hondbóltsblað, har venj­arar ella onnur avvarðandi hjá feløgunum søgdu nøkur orð um, hvat væntast kundi, og tá var H71- venjarin, Kári Nielsen, í øllum før­ um ein av teimum, ið gramdu seg um, at so nógv av tí unga fólkinum fór burtur at útbúgva seg, og at tað tí kendist eitt sindur strævið, at »tú bara byggir upp og ongantíð verður liðugur.« Og so endaði hann við at staðfesta, at »hetta er eitt sera ungt lið, vit hava nú, so tí hava vit av tí sama kanska heldur ikki sett okkum so øgiliga høg mál fyri kom­ andi kappingarárið.« So er spurningurin sjálvandi, um hetta niðurtónandi venjaraprátið bara hevði til endamáls at fáa øll hini til at halda, at H71 skuldi eingin vera bangin fyri, ella um hetta veru­liga var tað, sum Kári Nielsen meinti, at hann mátti bara royna at byggja upp og so vóna, at tað fyrr ella seinni skuldi geva úrslit. Óansæð, so hevur hann sam­an við hjálparfólki sínum fingið mest møguligt burturúr, tí um­framt at H71 nú stendur sum føroya­meist­ ari, var liðið eisini í steypa­final­uni og átti enntá tvey av fýra liðum í hálvfinaluni í tí kapp­ing­ini. Tað bendir meira enn so á, at hoy­ víkingar onkrastaðni hava fingið fatur í rætta endanum, og spurn­ing­ urin er so, um teir fara at halda fast ella um onnur eisini skulu sleppa fram at hondbóltsgullinum. Kanska kollfirðingar hava lært so mikið nógv av at spæla FM- finalur tvey kappingarár á rað, at teir klára tað næstu ferð – men so skulu teir kanska ynskja sær onkra aðra mótstøðu, tí nú hava teir í øllum førum kent á egnum kroppi, at hoyvíkingar eru ikki mjúkir at strúka, tá mest stendur á… Tillukku við føroyameistara­heit­ inum, H71! hilmarjan@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen – Tað er ein øgiliga keðilig kensla, vit hava, nú alt er lið­ ugt, tí tað kundu tað sama ver­ið vit, sum vunnu. Vit hava verið fremst í allan vetur, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað, tí vit vistu, at finalur skuldu avgera tað, sigur Teitur Joensen hjá KÍF. – Ímóti endanum á kapp­ ingar­árinum hava hoyvíkingar havt momentum og spælt øgi­ liga væl, meðan vit skuldu lyfta okkum uppaftur eftir nakrar dystir, har vit ikki hava havt brúk fyri at gjørt okkara besta. So veit eg ikki, um vit ikki hava klárað at lyft okkum nóg langt upp ella um teir hava tikið seg tað meira fram, men teir standa so eftir við steypinum í dag. Sjálvt um vónbrotið er har í løtuni beint eftir dystin, heldur Teitur onkran glotta vera: – Vit hava tapt og eru sjálv­ andi skuffaðir, men vit kunnu eisini vera stoltir av, at vit hava verið við til at gjørt hondbóltin til eina góða ítróttargrein. Hetta er ótrúliga góð reklama fyri hond­bóltin. Vit mugu bara royna at koma aftur og so royna at vinna, um vit aftur koma í eina finalu, sigur hann. – Fyri okkum er hetta nýtt, tí vit eru ikki eitt vanligt topp­ lið. Men vit hava nógvar ungar spælarar og eg trúgvi, at vit fara at vera í tí stuttliga end­ anum í nógv ár. Finalurnar bæði í ár og í fjør hava givið okk­um nógvar royndir, og tað skulu vit royna at gera okkum dælt av tey komandi árini. hilmarjan@sosialurin.fo Mugu bara koma aftur KÍF - H71 20-21 (8-7) Sunnudagin 22. apríl kl. 16 KÍF: Ási Dam 4, Andrias Nielsen 4, Hans Áki Dahl Christiansen 3 (2), Nicklas Selvig 3 (2), Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 2, Gert Hansen 1, Jákup Trygvason 1 H71: Dánjal Tórgarð 6 (2), Bogdan Florea 4, Esbern Paturson 4, Poul Kjartan Dam 2, Halgir Dahl Olesen 2, Rógvi Sørensen 2, Rúni Højgaard 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen