Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hondbóltsfinalan kvinnur Kvinnur Neista Hondbóltur Kvinnurnar hjá Neistanum eru Føroyameistarar annað árið á rað. Hetta gjørdist greitt, eftir at tær aftur leygardagin vunnu greitt 32-27 ímóti Stjørnuni Pætur Albinus Eftir at Neistin hevði vunnið fyrstu FM-finaluna á heimavølli við 27- 23, brustu liðini saman Í seinnu FM-finaluni í Badmintonhøllini í Klaks­vík leygardagin. Eins og í fyrru finaluni var líkt til, at tær bláu úr høvuðsstaðnum vóru meiri upp­settar og eisini høvdu betra taktiska uppleggið til dystin. Tað eru ikki nógv lið, sum megna at halda sterka álopinum hjá Stjørn­uni niðri, men hetta hevur krút­sterka verjan hjá Neistanum nú megnað tveir dystir á rað. Neistin legði ógvuliga bragdliga fyri og eftir einum korteri var Neistin á odda við átta málum. Átta av teimum 10 fyrstu málunum hjá Neist­anum fekk Barbara Brauer. Hon skeyt tilsamans 13 mál. Neistin var á odda heili 19-11 í hálvleikinum, og mundi dysturin tá í grundini vera avgjørdur. Tær úr Stjørnuni royndu tó alt hvat tær kundu í seinna hálvleiki at svara aftur, og tættasta tær komu var fýra minuttir undan leikloki, tá ið munurin var fýra mál. Ov seint var tó hjá Stjørnuni, sum mátti lúta 27- 32 ímóti einum sera væl uppløgdum Neista-liði, sum greitt og uppiborið vann í bara tveimum dystum í FM- finalurøðini. Skiftu venjara Tað er ikki serliga vant, at eitt meistara­lið skiftir venjaran út mitt í einum kappingarári, tá ið liðið liggur á fremsta plássi. Hetta hendi tó fyri kvinnurnar hjá Neistanum. Tað var tann 26. januar í ár, at meistara­venjarin, Birgir Hansen, takk­aði fyri seg sum høvuðsvenjari. Hann metti í táverandi løtu ikki, at hann hevði meira at geva liðnum, Ein av skansunum á liðnum hjá Neistanum í ár hevur verið roynda Birita Wardum. Hon fegnast um teir mongu góðu lið­felagarnar rundan um seg og metir breiddina á liðnum vera ein av høvuðsorsøkunum til, at tær nú eru Føroyameistarar. – Styrkin hjá okkum hevur verið breiddin. Hóast vit mistu einar sjey spælarar eftir seinasta kappingarár og tú væl kanst kalla okkum eitt nýtt lið, so eru tað framvegis nógvar at taka av og tað hevur kenst okkum trygt. Nógv hava nógv tosað um at Stjørnan hevur mist nógvar leikarar. Tað er rætt, men um vit hyggja at teirra liði nú, so eru tað bara royndir leikarar. Eitt lið skiftir leikarar hvørt ár, tað slepst ikki undan, men vit hava aftur í ár havt ein breiðan hóp, viljan at vinna og samanhaldið hevur verið sera gott, sigur Birita, sum metir, at hørðu venj­ ing­arnar hava kastað eitt gott úrslit av sær. – Vit hava orkað væl og ork­ aðu at koyra á heilt til síðsta bríksl. Hon heldur, at serliga verjan hevur verið styrkin saman við Barbaru Brauer í álopinum. Hon vísir tó á, at Barbara Brauer ikki kann avrika fullvæl hvønn einasta dyst, og at tað tá hevur verið breiddin, ið er traðkað til og aðrir leikarar hava tikið ábyrgd. Tað vísir seg ofta, at liðið, sum í kappingini hevur verið yvirlegið, hevur trupult við at fyrireika seg til finalurnar og mist. Hetta sást dømi um í mansfinaluni, har annars suve­ rena KÍF bara fekk silvur. – Tað er eins og liðini hava roknað út hvussu tey skulu spæla ímóti KÍF, og at KÍF ikki hevur havt nakað svar. Vit hava verið líka suverenar sum teir, men liðini hava harafturímóti ikki roknað okkum út og vit hava kunnað koyrt sama spælið allan vegin, sigur Birita Wardum og eisini sendir fleiri rósur til Jóhonnu Andreassen, sum hon metir sum ein góðan sálarligan coach og hevur fingið allar á liðnum at hugsa eins. albinus@sosialurin.fo Orkan rakk til síðsta bríksl Birita Wardum: Mynd: Álvur Haraldsen Myndir: Norðlýsið