mánadagur 23. apríl 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hondbóltsfinalan kvinnur
ans verja borg
og at hann tískil tók seg aftur sum
venjari.
Tað gingu bara nakrir fáir
dagar,
áðrenn
Neistin
boðaði
frá, at nýggjur venjari var settur.
Talan var um vestmenningin Kára
Durhuus, sum hevði røkt ymiskar
venjarauppgávur í KÍF, men nú
leitaði sær til Havnar at standa á
odda hjá kvinnuliði Neistans saman
við Sigruni Mikkelsen, sum eisini
var hjálparvenjari undir Birgiri
Hansen.
Tað gekk strúkandi hjá nýggja
venjaraparinum frá byrjan. Fýra
teir
komandi
dystirnar
vann
Neistin, og ein av teimum var ein
søtur 33-29-sigur á argastu kapp
ingarneytunum
úr
Stjørnuni.
Skiftini á venjarabeinkinum kunnu
tískil bara tulkast sum at ikki hava
nervað ella ávirkað hópin á nakran
hátt, og at tað bara hevur gingið ein
veg síðani.
Ræðandi styrki
Tað vitnar um ræðandi styrki og
trivalig avrik, at Neistin í 24 lands
kappingardystum
bara
mátti
boyggja seg tríggjar ferðir. Tá ið tað
so kom fyri, so var tað við í mesta
lagi tveimum málum, so talan var
ongantíð um nakran avsmurning.
Telja vit báðar finalurnar við, so
vann Neistin heili 23 av teimum 26
dystunum.
Fyrsta tapið var ikki fyrr enn
16. desembur, tá ið VB á heimavølli
vann 27-25. 3. mars vann Tjaldur
heima í Runavík 25-24 á Neistanum
og hálvaaðru viku seinni vann
Stjørnan heima í Klaksvík 31-30.
Tað merkir, at eingin megnaði at
nerta Neistan á heimavølli, har tær
bláu vunnu allar dystirnar.
Størsti sigurin kom í hús 15.
januar, tá ið Neistin vann einki
minni enn 43-7 á Tjaldur.
Tey seks stigini á muni á SunSet-
kappingartalvuni og teir báðir
yvirlegnu sigrarnir í FM-finalunum
strika undir, at Neistin er ein uppi
borin Føroyameistari 2012.
Sigrun Mikkelsen, sum hevur
verið partur av venjaratoyminum
hjá Neistanum undir allari til
gongdini, hevur bara rósandi orð
at bera leikarum sínum.
– Liðið hevur verið saman í
gott tvey ár nú, og tær hava ver
ið svangar eftir at vinna. Tær
hava verið øgiliga grammar
undir venjing og hava havt FM
sum eitt mál. Tær hava verið
ágrýtnar og víst styrki undir
venjingartilgongdini, sum hevur
borið tær á mál, sigur Sigrun
Mikkelsen.
Eins og nógv onnur vísa á,
so metir Sigrun eisini, at verjan
hevur havt ein avgerandi leiklut
í hesum meistaraheitinum.
– Verjan hevur verið heilt
avgerandi og Barbara Brauer
er tann, sum hon er. Tað er ein
samanseting av nógvum tingum.
Tær hava verið arbeiðssamar og
raskar, og málmenninir hava
báðir eisini havt sín part, vísir
hon á.
Hópurin hjá Neistanum varð
raktur av einum venjaraskifti í
januar, tá ið Birgir Hansen takk
aði fyri seg og Kári Durhuus
varð settur ístaðin.
– Tað var ein skelkur at byrja
við, men vit kláraðu væl at
standa saman um tað. Tey, sum
vóru rundan um liðið, stóðu
saman og arbeiddu víðari. Vit
komu væl burturúr skiftinum,
fingu ein nýggjan venjara og
hann er komin nær inn í hópin,
sigur Sigrun, sum eisini útpeikar
sálarliga venjaran á liðnum sum
ein av avgerandi liðunum í FM-
heitinum.
– Vit hava havt Jóhonnu
Andreassen sum sálarligan venj
ara. Hon hevur fingið savnað
spælarararnar og fingið hvønn
einstakan leikara at halda fokus.
Hon fekk tær sterku síðurnar
fram í leikarunum og gjørdi tær
klárar til finaluna. Tær høvdu
nervar, ja, men í tí stóra vóru tær
ógvuliga klárar og úrslitini vísa,
at vit høvdu fokus á rætta stað,
sigur Sigrun Mikkelsen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Norðlýsið Verjan var
avgerandi
Sigrun Mikkelsen: