Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 5. umfar Jóannes Hansen Tað er ikki av ongum, at Víkingur er oddalið. Leygar­ dagin var felagsliðið rættuliga skert, tá ið grannauppgerðin ímóti ÍF var á skránni. Kortini megnaði Víkingur at vinna 2-1, og tað var merkisvert, at tað vóru tveir av teimum, sum ikki hava verið roknaðir millum teir fyrstu ellivu, men sum fingu høvi, tí aðrir vóru skaddir, ið skoraðu málini. Joseph Bassene var fremsti maður, nú Lasse Qvist sat skadd­ur uttanfyri. Meðan danski álopsspælarin higartil ikki hevur havt eydnuna við sær, so takkaði Bassene stutt undan steðginum við meistar­ ligum máli fyri, at venjarin hevði víst honum álit. Tey, sum høvdu roknað við høgum intensiteti og av­gjørd­ um taklingum í granna­upp­ gerðini, høvdu ikki roknað rætt. Í hvussu so er ikki í 1. hálvleiki, tá ið tað var rættu­ liga friðarligt og sjáldan vanda­ mikið frammanfyri mál­ini hjá Jákupi Mikkelsen og Geza Turi. Teir eru báðir super­vete­ranar, men báðir teljast teir fram­ vegis millum teir fremstu í land­inum. Stóra løtan í 1. hálvleiki var tveir minuttir undan steðginum. Á brotsteigarmarkinum tamdi Joseph Bassene bóltin, snar­ aði framvið einum mótstøðu­ manni, og so sendi hann bóltin framvið Jákupi Mikkelsen og skoraði ársins mál higartil! Fótbóltsspælið var ikki altíð so polerað, og ofta varð spark­að heldur enn spælt. At Víkingur endaði omaná komst eisini av, at gestirnir vóru meiri tilvitaðir í taktiska spælinum. Evrard Blé var framúr arbeiðs­ samur á verjukenda mið­vallar­ plássinum, og hóast hann ikki flutti seg eins nógv, so royndist Niclas Niclasen væl undir liðini á Blé. Víkingarnir dugdu betri at finna holini millum keturnar enn mótstøðumenninir, ið noydd­ust at leggja meiri fyri í álops­part­inum og harvið sleppa aftari á vøllinum, sum 2. hálv­leikur leið. Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, øktu gestir­nir um leiðsluna. Fugl­ firðingar kiksaðu í upp­spæl­ inum, og Hjartvard Hansen varð leysur í høgra borði. Hann rann seg leysan av verjuni, tá ið hann var komin inn í brots­ teigin smekkaði hann til, og so sat bólturin í handara síðu­ netinum. So spenti heimaliðið álops­ bogan. Bartal Eliasen varð flutt­ur úr miðverjuni og fram í álopið, og tað bar órógv og tyngd við sær. Dánjal á Lakjuni, sum varð settur inn eftir steðgin, og Jákup Johansen, sum kom á vøllin júst um tað mundið, tá ið Víkingur økti um leiðsl­una, komu oftari ígjøgn­ um í borðunum, og fleiri spent­ ar støður vóru í brots­teig­inum frammanfyri Geza Turi. Tíggju minuttir undan leikloki gjørdist tað heilt spenn­andi, eftir at miðverjin Høgni Zachariassen eftir horna úr vinstru við høvdinum stýrdi bóltin inn við handara stólpan og minkaði um munin til 1-2. Tá sýndu fuglfirðingar sera góðan hugburð, og í deyðbóltsstøðum var tað heilt spennandi, tá ið Jákup Mikkelsen eisini var frammi í brotsteiginum, men Víkingur reið stormin av. Síðstu løtuna vísti Víkinga venjarin ungum monnum, sum hava verið millum lítið og einki á besta liðnum, álit. Ingi Sørensen, Petur Dalbø og Dánjal Petur Lervig vórðu settir á vøllinum. Tað takkaðu teir fyri og stríddust og spældu tað, sum teir megnaðu og eitt sindur aftrat. Hesin hug­burð­ urin er eyðkendur fyri víkinga­ liðið, og hann saman við sera væl skipaðum avtalan um leik­ lutin hjá tí einstaka eru millum orsøkirnar fyri, at Víkingur eftir fimm umfør er einsamalt topplið! Jóannes Hansen Ransin N. Djurhuus var 23. maðurin á vøllinum í Klaksvík. Seks ferðir hevði hann gula kortið á lofti. At tað í fimm førum vóru teir á KÍ liðnum, sum sóu gult, er góð ábending um, at teir bláu vóru frustreraðir yvir, at tað ikki eydnaðist at finna vegin til meskarnar aftanfyri Ivan Stojkovic, sum var sannur brandur í TB málinum. Lítla løtu áðrenn dómarin bríksl­aði fyri síðstu ferð, bjargaði TB málverjin meistarliga, eftir at heima­menninir høvdu lyft bóltin úr vinstru og inn í brotsteigin, og vongverjin í vinstru, Ísak Simonsen, var vorðin leysur við handara stólpan. Klaksvíkingar iðraðu seg, tí teir høvdu nakrar ferðir havt góðar støður. Eitt nú tá ið Hjalgrím Elttør hegnisliga spældi bæði Kristoffur Jakobsen og Andy Ó. Olsen leysar í brotsteiginum og eitt sindur til vinstru, men TB málverjin bjarg­ aði. Men hóast KÍ onkrar ferðir var nær við og næstan, so var tað sera sjónskt, at tað haltar av álvara. Í verjupartinum er skipanin á einari leið, og á miðvøllinum var tað í uppgerð ímóti uppflytarunum av Tvøroyri lagdur serligur dentur á verjupartin. Í álopspartinum var torført at finna linjuna og konseptið. Royndu Óli Johannesen og Dimitrije Jankovic mannaðu mið­ verju­ódnirnar hjá TB, og tað megn­ aðu teir meistarliga, hóast teir til­ saman eru 75 ára gamlir, og hóast mótstøðumenninir áttu at verið lættbeintir. Unglingar eru teir í hvussu so er. Trupulleikin hjá KÍ var, at tað varð ongantíð roynt at leggja so­ leiðis upp, at talan kundi verða um kapprenning við veteranarnar. Í staðin fyri at tøma økini í borðunum og at leggja trýst á tann vegin og við at spæla flatt framvið miðverjuni, so varð í flestu førum roynt við long­um sendingum, og tað var matur fyri teir báðar veteranarnar, sum eru stinnir í høvuðspælinum, og sum duga væl at lesa spælið. Heimamenninir vóru ørkimlaðir. Tað tóktist sum um fleiri teirra – ikki minst liðformaðurin Hjalgrím Elttør – vóru í skeivum ódnum, og tað var ikki frítt, at kenslan breiddi seg av, at soltna úrtøkan ávirkar sjálvsálitið og yvirskotið, sum skal til, hóast spælararnir áður hava víst, at teir eiga evnini at mynda hugflogsríkt fótbóltsspæl. TB gjørdi sítt Tvøramenn vóru ikki komnir til Klaksvíkar at hava ábyrgdina av undirhaldinum. Teir vóru tilvitaðir um, at heimaliðið fór at hava bóltin mesta partin av tíðini. Men sum 1. hálvleikur leið høvdu gestirnir møguleika at mynda spælið, og teir tóku av. Gilli Sørensen rann í vinstru sera skjóta Álv F. Christiansen av, men Andas Gango vann dystin ímóti TB spælaranum. Og í øðrum førum var um reppið, at tað eydnaðist eftir innlegg. Ikki minst Dimitrije Jankovic, sum ofta hevur víst máltev, eigur at iðra seg um, at hann fram ímóti dystarenda ikki rakk fram til bóltin, eftir at frísparksinnlegg var komið inn úr vinstru. Sum tað leið fram ímóti dyst­ ar­enda, øktist trýstið á TB málið. Kortini megnaðu ungu TB spæl­ar­ arnir at varðveita konsen­tra­tión­ ina. Rógvi Joensen, Martin Tausen og Bárður Dimon arbeiddu nógv á sentrala miðvøllinum, og tað bar løn við sær! Bæði KÍ og TB bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tvøramenn vóna ivaleyst, at hann skal verða vunnin á nýggja heimavøllinum í Trongisvági, meðan klaksvíkingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist á heimavølli ímóti uppflytarunum. joannes@sosialurin.fo Víkingur heldur kósina Fótbóltur Væl skipaða og arbeiðssama felagsliðið fór við fullari úrtøku úr Fuglafirði, har heimamenninir leingi vóru við undirlutan á miðvøllinum KÍ trilvar í blindum Fótbóltur TB greiddi væl og virðiliga sín setning í Klaksvík, har hugflogið var millum lítið og einki hjá heimaliðnum, sum kendist tyngt at soltnu úrtøkuni higartil í ár Mynd: www.nordlysid.fo