Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 5. umfar Uni Holm Johannesen Tað kemur sjálvsagt altíð illa við hjá EB/Streymi, tá málslúkurin Arnbjørn Hansen ikki er við í hóp­ inum. Føturnar hjá lítillæta skarp­ rættaranum hava skotið sundalags­ monnum óteljandi nógv stig. Sundalagsfólk eru kortini eydnu­som. Í flestu førum, tá Arnbjørn Hansen situr uttanfyri, eru tað aðrir, sum taka um endan sum málskjútti. Eitt dømi er, tá EB/ Streymur vann 2-1 á B36 í Gundadali tann 25. september í fjør. Tá var Gert Hansen tvífaldur málskjútti. Annað dømi er, tá EB/Streymur vann 2-1 á B36 í Gundadali hetta viku­skiftið. Tá var Leif Niclasen tví­faldur málskjútti. At vera á røttum stað í røttu løtu er sereyðkenni hjá vanda­ mestu framherjunum, sum fót­ bólts­heimurin hevur sæð. Tað var júst hesin eginleikin hjá Leif Niclasen, sum kom sera væl við hjá sunda­lagsmonnum hesaferð. Fyrru ferð flúktaði hann hegnisliga bóltin framvið Meinhardi Joensen eftir innlegg úr vinstru. Seinnu ferð var hann fyrstur á bóltinum, tá málverjin hjá B36 hevði vart meistarliga fyri skotroyndini hjá Arnari Dam. Sjey minuttir, 2-0 og EB/Streymur á sigurskós. Skjótálopini Fleiri av bestu spælarunum hjá EB/Streymi vóru ikki tøkir hesa­ ferð. Hvørki Arnbjørn Hansen ella Gert Hansen vóru við, og mið­vallar­ ovastin Pætur Dam Jacobsen sat eisini millum áskoðararnar. Sum var tað ikki nógmikið, so noyddist Pauli G. Hansen av vøllinum við skaða í fyrra hálvleiki. Arnar Dam loysti hann av. Skerda spælaratilfarið var eisini meginorsøkin til, at EB/Streymur dúvaði upp á skjótálop í Gundadali. Tað riggaði væl. B36, sum sjáldan hevði hugflog í sínum álopsspæli, kom sjáldan til upplagdar kjansir – uttan, tá miðverjin Jonas Flindt Rasmussen drønstútaði á stong­ ina. Hugflogsríku Lukaz Cieslewicz og Jákup á Borg mannaðu álops­ plássini hjá meistaraliðnum í fjør. Tveir spælarar, sum eru passaliga frekir við bóltinum og sum taka av, tá upplagdir kjansir koma. Jákup á Borg hevur verið darvaður av skaða fyrstu umførini í ár, og sein­ astu tvær vikurnar er hann komin á vøllin eftir steðgin. Tað merkist eftir øllum at døma, at hann enn ikki spælir við fullari megi. Símun Hansen var fremsti maður hesaferð, men hann fekk ikki stórvegis burturúr. Uppgávan hjá B36 varð eisini brádliga óneyðuga torfør, tá gest­ irnir øktu til 2-0. Innskifti Høgni Eysturoy var ikki nóg ivaleysur í sínum verjuspæli, tá Arnar Dam tók bóltin av honum og setti beina kós móti málinum. Trýstu seinastu løtuna B36 fekk meira pláss at spæla á sein­astu løtuna, tá EB/Streymur fór mest sum bara at hugsa um at varð­veita leiðsluna. Jonas Flindt Rasmussen stýrdi kúluna í netið eftir hornaspark, men meistararnir kom ikki nærri enn tað, hóast eitt áhaldandi trýst. EB/Streymur hevði ikki stórvegis at bjóða í Gundadali, men tað rakk til ein kærkomnan sigur. Fremst av øllum, tí Leif Niclasen var árvakin og tóku av sínum kjansum. Men enn er eingin sum helst ivi um, hvør eigur plássið sum framherji hjá sundalagsmonnum. Tað uppgávuna fer Arnbjørn Hansen helst at røkja nøkur ár afturat. uni@sosialurin.fo That’s Leif! Fótbóltur Tá Leif Niclasen stýrdi kúluni um málstrikuna fyri aðruferð og samstundis økti um leiðsluna hjá sundalagsmonnum, var tað neyvan nakar millum áskoðararnar í stóra skýlinum í Gundadali, sum saknaði Arnbjørn Hansen. Sjey minuttir og tveir kjansir var nóg mikið fyri Leif Niclasen, sum trein meistarliga í skógvarnar hjá vandamesta framherjan í føroysku landskappingini Arnbjørn Hansen, Gert Hansen og Pætur Dam Jacobsen vóru ikki við, og Pauli G. Hansen fór av vøllinum í fyrra hálvleiki, tá EB/Streymur koppaði meistarunum í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen