Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 5. umfar Pætur Albinus Eftir svíðandi tapið hjá NSÍ farna vikuskiftið, har teir á Svanga­skarði tveittu eina 2-0-leiðslu burt og taptu 2-3 ímóti B68, skuldu teir leygar­ dagin royna at reisa seg, tá ið eitt HB-lið við vindi í seglunum kom at vitja. HB fekk ein hvøkk Í fyrra hálvleiki var tað HB, sum fyri tað mesta sat á bólt­inum, men arbeiðið hjá NSÍ-venj­ aranum, Kára Reynheim, sum í stóran mun gongur út uppá at halda skipanina í verjandi partinum av spælinum, riggaði væl. HB fekk ikki spælt seg til tað nógva av málmøguleikum, men avgjørt tann størsta fekk ein leysur Christian R. Mouritsen, hvørs skotroynd tó rakti á tvørtræið. Stutt undan hálvleiki – tað var í 43. og 44. minutti, høgdi NSÍ til við tveimum høggum. Fyrst sendi Árni Frederiksberg eitt frálíkt frísparksmál í net­ið umvegis yvirliggjaran, áðr­enn Klæmint A. Olsen min­uttin seinni við góðum ein­mans­av­ riki økti til 2-0 til NSÍ. Í seinasta minuttinum í fyrra hálvleiki fekk HB brotsspark, men Kristian Joensen í NSÍ- málinum bjargaði skotinum hjá Christiani R. Mouritsen og syrgdi fyri, at NSÍ heldur óvænt­að slapp til hálvleiks á odda 2-0. NSÍ kundi avgera Í hálvleikinum tók HB-venjarin, Sigfríður S. Clementsen, av­ leið­ingarnar, og framdi eina tví­falda útskifting. Tróndur Jensen og Andrew av Fløtum komu inn fyri Jógvan Róa Davidsen og Kristin R. Mouritsen. Stutt inn í seinna hálvleik var NSÍ um at avgera dystin, tá ið Klæmint A. Olsen slapp at renna púra leysur. Teitur Gestsson í HB-málinum vardi tó væl fyri og gav lið­feløg­ unum møguleikan at venda dyst­inum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk HB ein gyltan møguleika at gera hetta, men umvegis eina drúgva brotssparksstøðu endaði HB aftur við at misnýta brots­spark. Hesaferð varð Vagnur M. Mortensen settur at skjóta, og í fyrstu atløgu bjargaði Kristian Joensen. Eiler Rasmussen bríkslaði fyri umsparki og Vagnur fekk ein møguleika afturat. Aðruferð sat brotssparkið í málinum, men enn einaferð varð dømt fyri brotssparki. Triðju ferð eydn­aðist at fáa brotssparkið avgreitt, og aftur tá vardi Kristian Joensen fyri - hesaferð við fótinum. HB vendi øllum Tað var ikki fyrr enn 20 min­ uttir undan leikloki, at HB fekk sett hol á málskjótingina. Inn­ skifti Andrew av Fløtum átti seinasta fótin á trunka­spæli í brots­teiginum, og so vóru lunnar lagdir undir einum come­back frá høvuðs­staðar­ felagnum. Sjey minuttir undan leikloki javnaði HB, tá ið innskifti debutanturin, Jákup Slættalíð, spældi Hall Hansson leysan í felt­inum og javnaði hann til 2-2. Bara tríggjar minuttir seinni var Hallur Hansson aftur upp á spæl. Hesaferð sendi hann eina frísparksperlu beinleiðis í málið og legði harvið HB á odda 3-2. Andrew av Fløtum sló í yvirtíðini sigurin fastan, tá ið hann við einum frálíkum skoti upp í málhornið skoraði til enda­liga úrslitið, sum harvið gjørdist 4-2 til HB. Hetta er annað vikuskifti á rað, at NSÍ missir eina 2-0-leiðslu. Tað kostar, og eru teir úr Runavík nú nærri botn­ inum. Eftir stílfulla comeback'ið er HB framvegis hektað í odd­ anum. Rimmar come­ back bjargaði HB Fótbóltur Annað vikuskiftið á rað tveitti NSÍ eina 2-0-leiðslu fyri borð, og síggja teir nú botnstríðið nærkast. HB vendi dystinum, vann 4-2 og heldur harvið fast í oddastríðnum Pætur Albinus FC Suðuroy hevur havt tað sera trupult síðani teir fluttu upp í bestu deildina undan hesum kapp­ingar­ árinum. Teir hava havt tað somikið trupult, at teir hava stríðst við at bara fáa eitt mál, og nú fimm dystir eru leiktir, hevur tað framvegis ikki eydnast. Leygardagin fingu teir vitjan av B68, sum undan dystinum hevði latið flest mál ígjøgnum, men hin­ vegin júst hevði fingið sín fyrsta sigur. Vindurin darvaði Tað var fitt av vindi vesturi á Eiðinum í Vági leygardagin, og darv­aði hetta eisini spælinum nógv. B68 hevði undanvind í fyrra hálv­ leiki og var eisini liðið, sum setti seg við róðrið og hevði bóltin fyri tað mesta. Liðini høvdu tó bæði ilt við at spæla seg fram til greiðar málmøguleikar. Bara nakrir hálvir málmøguleikar og royndir útifrá vóru at síggja, men var tað einki, sum kundi vera til fyrimuns fyri nakað av liðunum. Tað var tískil sera hóskandi, at fyrri hálvleikur eisini endaði málleysur 0-0. Veteranurin avgjørdi Í seinna hálvleiki hevði B68 vindin ímóti og fekk betri tamarhald á spæl sítt. Tá ið ein góður tími var leiktur, bragdaði hjá toftamonnum. Tað vóru tveir gamlir NSÍ-profilar, Einar T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen, sum stóðu fyri hesum málinum. Einar legði eitt innlegg innfyri, og við handaru stong setti Christian Høgni bóltin í málið til 1-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í B68-troyggjuni. Seinasta korterið av dystinum átti FC Suðuroy, sum av øllum alvi royndi at trýsta fyri at fáa út­javn­ andi málið. Hóast fleiri hóttanir, so megnaði verjan hjá B68 at halda tætt og harvið tryggja sær ein tepr­ an 1-0-sigur. Eftir eina slaka byrjan hevur B68 nú vunnið tveir dystir á rað, meðan FC Suðuroy framvegis ikki hevur skotið nakað mál og við einum stigi liggur á aftasta plássi. albinus@sosialurin.fo Mynd: Áki Bertholdsen FC Suðuroy finnur ikki málið Fótbóltur Málturkurin hjá FC Suðuroy tykist ongan enda taka. Fimm dystir og framvegis einki mál eru skammiligu hagtølini eftir 0-1-tapið ímóti B68 leygardagin