fríggjadagur 5. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 45 - 5. mars 2004
Nr. 45 - 5. mars 2004
3
Gera meira við
bátastevnu
Vestmanna: Leygardagin
15. mai verður Vestmanna
Ítróttarfelag 65 ár. Í tí
sambandi verður meira
gjørt burtur úr bátastevn-
uni, sum hevur verið hild-
in í Vestmanna seinastu
tvey árini.
Á bátastevnuni eru bát-
ar úr øllum landinum
komnir til Vestmanna, har
fólk hava hugna sær við
sangi, tónleiki, og fólk
hava gingið borð um borð
og reypa. Tiltakið hevur
eydnast væl, og í ár verð-
ur enn meira gjørt burtur
úr við tiltøkum á kaiøkin-
um og við dansi í ítróttar-
høllini.
Skráin fyri bátastevn-
una verður kunngjørd í
næsta mánaði.
Leita eftir evnum
til virðisløn
Norðurlandaráðið letur í
ár fyri tíggundu ferð Nátt-
úru- og umhvørvis-virðis-
lønina. Virðislønin, ið er
350.000 danskar krónur,
verður givin til eina priv-
ata ella almenna fyritøku,
felagsskap ella einstakl-
ing, sum hevur víst serligt
áræði innan náttúru- og
umhvørvisvernd.
Náttúru- og umhvørvis-
virðislønin verður í 2004
latin onkrum, sum mið-
víst hevur arbeitt ellar ar-
beiðir fyri at verja norður-
lendska
havumhvørvið
ella hevur givið íkast til
verju av hesum.
Øll kunnu innstilla evni
til náttúru- og umhvørvis-
virðislønina. Ítøkilig inn-
stilling, sum skal skrivast
á serstakt oyðiblað, skal
vera
dómsnevndini
í
hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 30. apríl í ár.
Adressan er: Nordisk
Råds Natur- og Miljøpris,
Den Danske Delegation,
Christiansborg, DK-1240
København K, har oyði-
bløð kunnu fáast, eins og
tey kunnu fáast á internet-
adressuni
www.nord-
en.org.
Virðislønin fyri 2004
verður latin í sambandi
við fundin hjá Norður-
landaráðnum í Stockholm
1. til 3. november.
Læra at taka
ímóti fólki
12. og 13. mars skipar
Samskifti fyri tveimum
skeðum í sølu og tænastu.
Endamálið við skeiðun-
um er at geva starvsfólk-
um nøkur hent amboð, ið
gera tað lættari at fáast
við sølu og tænastu, og
harvið kunnu tey selja
meira.
Tá ið skeiðið er liðugt,
vita allir luttakararnir um
móttøku av viðskiftafólki
og onnur sølu- og av-
g reiðsluviðurskifti.
Skeiðið er ætlað øllum,
sum selja og veita tæn-
astur ella hava áhuga fyri
hesum.
Skeiðið er tríggjar tímar
langt og verður í hølunum
hjá S&K í Havn. Tilmeld-
ingarfreistin er 10. mars.
Gráøki skulu
burtur
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, og landsstýris-
maðurin í almanna- og
heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, hava tikið stig til
at seta ein landsstýris-
bólk, sum skal samskipa
almenn tilboð til fólk, ið
bera brek.
Tann vantandi samskip-
anin av verandi tilboðum
og tiltøkum er ein ótol-
andi trupulleiki, sum ofta
førir til eina sanna oyði-
markargongd frá mynd-
ugleika til myndugleika.
Síðani mai 2002 hava
fólk í fyrisitingini og um-
boð fyri MBF arbeitt við
at kortleggja gráøkini,
sum eru tey øki, ið eingin
politiskur
myndugleiki
tekur sær av, tí tað ikki er
greitt, hvør hevur ta enda-
ligu ábyrgdina.
Í landsstýrisbólkinum
eru landsstýrismaðurin í
almanna- og heilsumálum
og landsstýrismaðurin í
mentamálum fastir limir.
Ætlanin er, at aðrir lands-
stýrismenn skulu luttaka á
fundunum, tá hetta gerst
neyðugt.
Suðuroyingar
vilja leggja saman
Suðuroy:
Ein
stórur
meiriluti av fólki í Suður-
oynni vil hava kommunu-
samanlegging í oynni.
Hetta vísir ein kanning,
sum Granskingardepilin
fyri Økismenning hevur
gjørt.
490 av teimum 502, sum
tóku lut í kanningini, svar-
aðu upp á spurningin, um
teirra
kommuna
skal
leggja saman við aðrari
kommunu.
Ein
stórur
meiriluti av hesum – heili
73,9% – svaraðu ja, at tey
hildu, at teirra kommuna
eigur at leggja saman við
eini aðrari kommunu.
15,5% svaraðu nei, meðan
10,6% søgdu seg ikki vita.
Tað er áhugavert, at
meðan fólkið í Suður-
oynni er fyri samanlegg-
um, eru kommunalu pol-
itikararnir ímóti.
Tað gamla fær nýtt lív á Seyðisfirði
Fleiri av gomlu hús-
unum á Seyðisfirði
eru livnað upp aftur
seinnu tíðina. Heldur
enn at lata tey enda
sum summar føroysk-
ar bygdir við tómum
húsum í gomlu bygd-
unum og nýggjum út-
jaðara í bønum, hava
seyðisfirðingar givið
gomlu húsunum bæði
lív og sál aftur
Edvard Joensen
Seyðisfirði:
Gomlu veggirnir standa
enn út móti vegnum, men
innanveggja
sjóðar
av
nýggjum lívi.
Vit eru á Seyðisfirði, her
fólk rættiliga eru farin und-
ir at seta gamlar bygningar
í stand og brúka teir til
bæði vinnuligt og bústaðar
endamál.
Eitt dømi um hetta fyri-
takssemi er Hótel Aldan á
Seyðisfirði, sum eini ung
hjún, ið nýliga eru komin
aftur av lestrarferð í Dan-
mark, hava átikið sær at
reka fyri eit felag, sum
stovnað er til at reka hotel í
bygningunum, sum felagið
eigur.
Her er ikki talan um at
byggja nýggjan stóran hot-
elbygning við øllum tí, sum
eitt nýmótans hotel »eigur«
at hava. Her verður eitt
gamalt hús sett í stand at
virka sum gisitingarhús,
Meginstøð, við fleiri »sat-
elithúsum« rundanum. Og
tað riggar óføra væl at hava
eitt høvuðshús og so fleiri
gistingarhús í grannalagn-
um.
Enn er bara tað eina hús-
ið gjørt ordiliga liðugt, og
tað er ikki hvøuðsbygning-
urin. Hann er bara umvæld-
ur í veghæddini, har mat-
stovan og móttøkan eru.
Men tað er so afturfyri rætt-
iliga hugnaligt.
Húsið er gamalt. Frá
1898. Hetta er eitt gamalt
norðmanshús. Timburhús,
sum er klætt við bylgju-
blikki og hvíttmálað við
stórum, reyðum vindeygum
og reyðum taki. Tá tú sært
sjálvan bygningin uttan, er
ein tann fyrsta samanber-
ingin beinanveg, at hetta
líkist rættiliga nógv gamla
handlinum hjá Kjølbro í
Klaksvík. Stílurin tykist at
vera tann sami.
Longur úti í bygdini
hevur felagið, sum eigur
Hótel Alduna, gjørt eini
onnur gomul hús í stand
innan. Fullkomuliga frá
grundini av eru tey um-
væld, og eru nú besta hotel,
ynskjast kann.
Og kortini hava tey, sum
her hava staðið fyri, klárað
at halda tann gamla stílin
og gamla andan í húsinum.
Innrættað sum tey eru við
nýggjum møblum, ið kort-
ini síggja út, sum møblarnir
í slíkum herskapshúsum
hava sæð út umleið næst-
seinasta aldarskifti.
Her er av sonnum skila-
góð útbygging farin fram,
sum hevur alt spildurnýtt
fram uttan at hava skatt tað
gamla. Heldur hinvegin
rættiliga lívað tað uppaftur.
Hetta er tungt tak og hev-
ur kravt nógvar pengar,
sum so skulu vinnast inn
aftur frá ferðafólki, ið vón-
andi skulu koma hendan-
veg, siga ungu vertsfólkini.
Men trúgva upp á til-
takið, og tað er hálvt verk-
ið.
Á Seyðisfirði hava tey dugað
væl at fingið lív aftur í gomlu
húsini, soleiðis at miðbýurin
heldur enn at gerast ein
spøkilsisbýur við
spildurnýggjum húsum í
útjaðaranum er vorðin ein
livandi býur við sál og
atmosferu
Mynd: Edvard Joensen
Á Seyðisfirði fegnast
fólk um, at føroyingar
valdu at lata ferju
teirra sigla higar, tá
Smyril byrjaði mill-
umlandasiglingina í
1975
VITJAN
Edvard Joensen
Seyðisfirði:
Seyðisfirðingar ivast ikki í,
at føroyingar eiga stóran
part av æruni av, at lív aftur
er í býnum. Seyðsfjørður
livnaði uppaftur, tá Smyril í
síni tíð byrjaði sigling mill-
um Tórshavn og Seyðis-
fjørð.
– Tað var avgerðin hjá
Strandferðsluni við táver-
andi stjóranum Tummasi
Arabo og landsstýrismann-
inum Finnboga Isaksen - nú
Ísakson, blðm. - saman við
framtakshugðaum fólki av
Seyðisfirði og her á leið,
sum gjørdi, at Seyðisfjørð-
ur líkasum kom veruliga
aftur á landkortið. Serliga
tá hugsað verður um øll tey
fremmandu
ferðafókini,
sum nú hvørt ár koma
hendanveg við Norrønu,
sigur umboðsmaðurin hjá
Smyril Line á Seyðisfirði,
Jónas Hallgrímsson.
Hann ger ikki ov lítið av í
síni hálovan av føroyingum
og tí, ið staðist hevur av
samstarvinum
millum
Seyðisfjørð og føroyingar.
Vit sita inni á avgreiðslu-
skrivstovuni hjá Smyril
Line á Seyðisfirði, har Jón-
as Hallgrímsson bjóðar há-
karl og turran fisk við øll-
um tí, ið íslendingar halda
hoyra til hesar rættir. Turri
fiskurin á Seyðisfirði er
tann besti í øllum Íslandi,
er hann ivlaeysur um.
Tað var lítið virksemi á
Seyðisfirði í fyrru helvt av
og mitt í sjeytiárunum,
sigur Jóna Hallgrímsson.
Men tá tað so frættist, at
føroyingar høvdu ætlanir
um at byrja ein ferjurutu
yvir á Eysturlandið, varð av
álvara farið undir at ávirka
teir til at leggja rutuna á
Seyðisfjørðin.
Talan var um tvey pláss,
siglast kundi til, sigur hann.
Og føroyingar valdu so
Seyðisfjørðin
fram
um
Reyðafjørð, sum liggur nak-
að syðri á Eysturlandinum.
Í dag er lív aftur í býnum,
og Seyðisfirðingar síggja
fram til, at Norrøna fer at
sigla fast um veturin eisini.
– Tað gleddi okkum al-
mikið, tá gjørt varð av, at
Norrøna skuldi í fasta vetr-
arsigling millum Seyðis-
fjørð og meginlandið, sigur
Jónas Hallgrímsson. So
mikið størri var vónbrotið
eisini hjá okkum, sum hjá
øllum øðrum, tá tað frætt-
ist, at tað bara gjørdist tann
eini túrurin á hesum sinni
orsakað
av
skaðanum,
Norrøna fekk. Men vit
gleða okkum so mikið
meira, til hon kemur aftur,
sigur hann.
Føroyingar høgt í metum
á Seyðisfirði
Jónas Hallgrímsson, umboðsmaður hjá Smyril Line á
Seyðisfirði, fegnst um, at føroyingar valdu Seyðisfjørðin til
havn hjá fyrst Smyrli og síðan Norrønu á Eysturlandinum
Mynd: Edvard Joensen
Okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi
og vinur
Árnfinnur Helmsdal
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 3. mars,
84 ára gamal.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Fróði, Egil
Poula
Tey, ið vilja minnast Finn, kunnu lata Pensionistafelagnum
í Havn eina gávu, konto í peningastovnunum.
Tingmanning Sam-
bandsfloksins hevur
enn ikki viðgjørt
formansspurningin,
sum skal avgreiðast á
landsaðalfundi 26-27.
mars, og í løtuni
verður bíðað eftir,
hvat valfeløgini eru
komin fram til
FORMANSVAL
Heini í Skorini
Nakað síðani váttaði ting-
maður Sambandsfloksins í
Havn, Kaj Leo Johannesen,
at hann av álvara umhugs-
aði at stilla upp á lands-
aðalfundi Sambandsflok-
sins seinast í hesum mán-
aðinum. Suðurstreymoyar
sambandsfelag,
Føroya
Væl, váttaði saman við
Norðoya Sambandsfelag, at
stuðul teirra fór til Kaj Leo,
meðan hini valfeløgini ikki
høvdu tikið nakra avgerð
um, hvønn tey kundu hugsa
sær skal gerast nýggi
leiðari floksins.
Tingmanningin bíðar
Alfred Olsen, virkandi for-
maður í Sambandsflokk-
inum, sigur í stuttari við-
merking, at tingmanning
floksins enn ikki hevur
viðgjørt formansspurning-
in, og at tingmanningin í
løtuni bíðar eftir útmeld-
ingum frá valfeløgunum
kring landið.
Hann undirstrikar tó, at
spurningurin skjótt skal
viðgerast av tinglimunum,
og at endamálið við við-
gerðini er greitt.
- Vit fara at miðja ímóti
at kunna standa saman um
eitt formansvalevni, og
vónandi verður hetta gjør-
ligt, sigur Alfred Olsen.
Hann vil ikki gera við-
merkingar til sín egna
leiklut á landsfundinum 26-
27. mars í Læraraskúla-
høllini í Havn, og fáa vit
sostatt ikki at vita, um
núverandi formaðurin ætlar
at ogna sær sessin perma-
nent.
Enn er Kaj Leo Johanne-
sen sostatt einasti, sum
alment hevur boðað frá
sínum ætlanum, meðan
bíðað verður eftir, hvat val-
feløgini og tingmanningin
koma til í nærmastu fram-
tíð.
Eingin avgerð um
sambandsformann
Í dag kl 17 fer Gunnar
at spæla á pallinum í
SMS, har hann eisini
fer at skriva auto-
grafar. Kl. 18.30 ber
til at tjatta við hann á
sms.fo
KONSERT
Vinnarin av »Stjørna í eitt
kvøld« og hálvi føroying-
urin Gunnar Mikkelsen
kemur nú á fyrsta sinni til
Føroyar at spæla.Gunnar
hevur dugnaligar føroyskar
tónleikarar afturat sær,
hesir eru Kim Hansen,
James Olsen, Jóhannes Á
Rógvu Joensen og Jens
Marni Hansen.
Fríggjakvøldið fara hann
og føroyska manningin at
spæla í Eclipse og leygar-
kvøldið verður stórt dansi-
tiltak í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
Men áðrenn hann trínur á
pallin í hesum báðum
dansistøðunum, fer hann at
hita upp á Torginum í SMS.
Framførslan í SMS verður
fríggjadagin kl. 17.00, og
fer hann at framføra nøkur
løg "unplugged". Aftaná
skrivar hann autografar á
pallinum. Og ikki nóg mik-
ið við tí, so ber til hjá øllum
føroyingum og útlendigum
fyri tann skuld, at tjatta við
Gunnar á heimasíðuni hjá
SMS, www.sms.fo
Tjattið byrjar kl. 18.30 og
varar í umleið ein tíma.
Annar kemur Gunnar út
við fløgu í næstum, og á
ferðini í Føroyum verða
fleiri av nýggju løgum
hansara at hoyra. Hann fer
tó eisini at framførða kend
løg hjá øðrum tónleikarum.
Tað er heimskenda plátu-
felagið Universal ið gevur
út fløguna hjá Gunnari.
Gunnar Mikkelsen í SMS
AÐALFUNDUR
Leygardagin 6.
mars kl. 16 hava
Føroya
Ellisakfør
aðalfund.
Føroya
Ellisakfør er
felag fyri tey,
ið hava alsk til
gamlar bilar og motor-
súkklur.
Felagið varð stovnað í
1992, og hevur til enda-
máls at virka fyri áhuga-
málum hjá nevnda mál-
bólki. Felagið hevur fe-
lagshøli yvir við Strond
22 í Havn, men felagið
leigar eisini gamla vatn-
brunnin undir Gráasteini
í Havn, sum er settur í
stand soleiðis, at hann
kann hýsa akførum und-
ir tryggum – og turrum –
umstøðum. Ætlanin við
brunninum er at seta á
stovn eitt tekniskt forn-
minnissavn.
Bilasøgan í Føroyum
gongur aftur til 6. mai í
1922, tá tann fyrsti bil-
urin kom til landið – ein
Ford TT, lastvognur,
sum Johannes Olsen og
Júst Sivertsen í Havn
keyptu frá Vilhelm Niel-
sen og Wenzel Petersen,
sum høvdu smiðju í
Quillingsgarði í Havn.
Formaður í Føroya
Ellisakførum er Ingi
Justinussen.
Hini
í
nevndini
eru:
John
William Old, Hans Jørn
Nielsen, Jens Reinert og
Johan Beder.
Ellisakfør aðalfund
C
M
Y
K
3
2