fríggjadagur 5. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 45 - 5. mars 2004
Nr. 45 - 5. mars 2004
5
Hús brend í grund í Víkarbyrgi
Tað kom eigaranum
ógvuliga dátt við, tá
ið hann sá, at húsini,
sum akkurát hava
fingið heilt stórar
umvælingar, vóru
brend í grund um
náttina
ELDSBRUNI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Víkarbyrgi: Ongin hevur
ánilsi av, hvat hendi, tá ið
heldur kom í eini hús í
Víkarbyrgi mikunáttina.
Tað vóru húsini í Hamra-
byrgi, sum stóðu einsamøll
hinumegin ánna í Víkar-
byrgi, sum brendu í grund
hesa náttina.
Tey, sum áttu húsini,
høvdu verið har kvøldið
fyri og vóru farin av bygd-
ini um níggjutíðina um
kvøldið.
Men tá ið tey komu aftur
12 tímar seinni, klokkan
níggju mikumorgunin, vóru
húsuni vekk. Fullkomiliga
brend í grund!
Tað einasta, sum er eftir,
er oljutangin og sjálv húsa-
grundin. Alt hitt er øska.
Hjallurin, sum stóð oman-
fyri húsini, er eisini vekk,
men seyðhúsið, sum stend-
ur niðanfyri húsini, brendi
ikki.
At ongin hevur ánilsi av,
hvat hendi, er kanska ikki
so løgið, tí ongin býr í
Víkarbyrgi longur.
Bygdin varð avtoftað fyri
nøkrum árum síðani og
síðani hava tey trý gomlu
sethúsini í bygdini meiri og
minni bara verðið brúkt til
frítíðarhús.
Sostatt sá ongin, tilburð-
in. Veðrið var heldur onki
serligt, so ongin útróður
hevur verið og tað hava
heldur ongi onnur skil siglt
framvið um náttina.
Húsini eru umleið 100
ára gomul, men tey hava
verið sera vælhildin bæði
innan og uttan alla tíðina.
Og nú tey brendu, vóru
eigararnir júst í ferð við at
leggja síðstu hond á eina
ógvuliga umfatandi ábót á
húsini, sum tey hava arbeitt
uppá í tríggjar vikur.
Tað er so lítil fiskur á
goymslu, at tað er ikki
grundarlag fyri at
hava hana opna, sigur
Johan Dahl, men
hann væntar, at hon
letur uppaftur um
stutta tíð
VINNUMÁL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Vágur: Tað er synd at siga,
at vágbingar hava viðrák í
løtuni. Eitt arbeiðsplás fyri
og annað eftir eru latin
aftur, ella hava skert virk-
semið.
Og nú er tann stóra
frystigoymslan á bryggjuni
eisini stongd.
– Tað hevur verið so lítil
fiskur á goymslu, at tað er
ikki grundarlag fyri at hava
hana opna í løtuni, sigur
Johan Dahl, sum er ein av
eigarunum.
Felagið hjá Johan Dahl,
sum eitur Faromar, eigur
20% av frystigoymsluni og
útlendingar eiga hini 80%.
Arbeiða við eini
varandi loysn
Fyri at spara útreiðslur
verður goymslan sostatt
latin
aftur,
streymurin
sløktur, eins og tey trý
fólkini, sum arbeiddu á
goymsluni, eru søgd upp og
eru farin til hús.
Tað mesta av vøruni fór
av goymsluni um ársskiftið
og og tað síðsta fór í næst-
seinastu viku.
Hann sigur, at eftir at
Orcades Viking, sum legði
nógvan fisk upp á frysti-
goymsluni, varð seldur,
viknaði grundarlagið undir
frystigopymsluni munandi.
Í eini roynd at at veksa um
virksemið aftur, ætlaði
Johan Dahl at leiga írska
nótaskipið, Veroniku, men
tað datt eisini niðurfyri.
Ístaðin fekst sáttmáli við
russarar um at leggja upp í
Vági og teir løgdu eisini
nakað upp í Vági í fjør og
sáttmáli er um at leggja fisk
á goymslu aftur í ár.
Men Johan Dahl leggur
dent á, at arbeitt verður við
at finna eina varandi loysn
fyri lønandi rakstri og hann
væntar eisini, at hon fer at
lata uppaftur um stutta tíð.
– Russarir eru farnir und-
ir fiskiskap aftur og vit
vænta, at teir fara at leggja
fisk upp aftur um ein góðan
mánað.
Hann sigur tó eisini, at
tað, sum russarar løgdu upp
í fjør, er ikki nóg mikið til
at fáa lønandi rakstur í
goymsluna og tí vónar
vónar hann eisini at fáa
vørur aðrastaðni frá.
Men hann ásannar kort-
ini, at frystigoymslan gav
hall bæði í fjør og í fyrrárið
og tann gongdin má vend-
ast. Fæst ikki lønandi rakst-
ur, sigur tað seg sjálvt, at
hon heldur heilt uppat.
Johan Dahl sigur, at
norðaneftir fæst ongin fisk-
ur á goymslu, tí tað loysir
seg ikki, eftir at flutning-
stuðulin varð tikin av.
Annars goymdi frysti-
goymslan í Vági ikki sørt
av fiski fyri Føroya Fiska-
virking og rækjuvirkið á
Oyri, men tá ið flutnings-
stuðulin fall burtur, varð
grundarlagið eisini tikið
undan tí.
Frystigoymslan í Vági stongd
Nú er tann stóra frysti-
goymslan í Vági eisini
stongd, men Johan Dahl,
sum er ein av eigarunum,
væntar, at hon letur upp
aftur um stutta tíð.Higartil
hava bøgdirnar á goymslu
kortini ikki verið nóg mikið
til at fáa lønandi rakstur
Sum tað sæst, er bara
grundin og oljutangin efti ,r
Hjallurin, sum stóð omanfyri
húsini, er eisini brendur
Nakrar samankrúllaðar
takplátur liggja niðri í
húsagdundini
So lítið er at gera hjá
stóru smiðjunum í
Eysturoynni, at fleiri
hava verið noyddar at
siga fólki úr starvi
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Afturgongdin í ali- og
fiskivinnuni breiðir seg
sum ringar í sjónum til
stóru smiðjurnar í Eystur-
oynni. Fleiri teirra hava
verið noyddar at siga fólki
úr starvi, tí arbeiði er ikki
til allar hendur.
Seinatu vikuna hevur
smiðjan hjá FJM í Runavík
sagt fimm mans úr starvi,
KJ-Hydraulik á Kambsdali
hevur sagt tveimum monn-
um úr starvi, og hjá Nor-
mek í Gøtu eru somuleiðis
tveir mans uppsagdir. Hjá
Skipasmiðjuni á Skála er
somuleiðis minni at gera,
men í hesum umfari eru
fólk ikki send til hús.
Viðkvom vinna
Felags fyri nevndu arbeiðs-
pláss er, at teirra arbeiði er
tengt at gongdini í fiski-
og/ella alivinnuni.
Og nú byrjar at sansa at
við vánaligum fiskaprísum,
umframt at alivinnan hevur
verið í djúpari kreppu í
longri tíð, verður minni
peningur nýttur til eitt nú
umvælingararbeiði.
Hjá FJM í Runavík hava
starvast 40 fólk, men í vik-
uni vóru fimm mans sagdir
úr starvi. Síðan smiðjan
herfyri var liðug við stóra
arbeiðið á Kollafjord Pel-
agic hevur lítið verið at
gjørt.
– Vit hava í eina tíð sæð,
hvønn veg tað bar. Lítið
hevur verið av nýggjum ar-
beiði, síðan vit vóru lidnir í
Kollafirði, og tí hevur ikki
verið grundarlag fyri at
hava so nógv fólk til ar-
beiðis, sigur Jóhan Hendrik
Olsen, ein av fýra eigarum í
FJM.
Hann vísir á, at ein stórur
trupulleiki hjá vinnuni er, at
hon ikki dugir nóg væl at
satsa uppá útlandið.
– Sum heild duga vit ikki
nóg væl at fáa útlendsk skip
hendavegin til umvælingar.
Uppsteðgað
Hjá
KJ-Hydraulik
á
Kambsdali varð stjórin,
Ólavur Asafsson Olsen,
noyddur at siga tveimum
monnur úr starvi í hesi
vikuni.
– Tað sær svart út. Ali-
vinnan er uppsteðgað, og
fiskivinnan hevur tað ikki
gott. Tað ávirkar so okkum,
tí spart verður uppá við-
líkahald, og tí verður minni
hjá okkum at gera, sigur
Ólavur Asafsson Olsen.
Stjórin á KJ-Hydraulik,
har 58 fólk eru til arbeiðs,
vísir á, at alt árið í fjør vóru
einans 3-4 vikur, har ov
lítið lítið var at gera. Men í
ár hevur alt ov lítið verið at
gjørt allar vikur uttan tvær
tær fyrstu vikurnar av
januar.
Spurdur, hvørt fleiri upp-
søgnir eru í væntu, sigur
Ólavur Asafsson Olsen, at
tað sjálvandi er ringt at
siga.
– Tað er ringt at siga, men
eg vóni tað ikki. Men tað
krevur so, at støðan ikki
versnar meira.
Nýggj skip
Eisini á smiðjuni hjá Nor-
mek í Gøtu er minni at
gera, og tí vóru tveir mans
uppsagdir seinasta fríggja-
dag, sigur Robert Lang-
gaard, stjóri. Tá mest hevur
verið at gera hava tey verið
25 fólk til arbeiðis, men nú
er talið komið niður á 20.
Millum viðskiftafólkini
hjá Normek eru serliga
nótaskipini í Gøtu, Cuba-
trolarnir og skipini hjá
Ásmundi Justinussen. Men
fleiri av gomlu skipunum
hjá hesum reiðaríum eru
skift út við onnur og
nýggjari skip, ið krevja
færri umvælingar, og tað er
ein av orsøkunum til at
arbeiðið minkar.
– Arbeiðið er nógv
minkað, og útlitini eru
heldur ikki tey bestu,
heldur Robert Langgaard.
Fyri at fáa arbeiði hevur
smiðjan lagt seg eftir mill-
um annað at umvæla last-
bilar.
– Tað gevur nakað av ar-
beiði, og í samband við ar-
beiðið í Norðoyatunnlinum
vænta vit at tað fer at kasta
nakað av til okkara, sigur
Robert Langgaard.
Á Skipasmiðjuni á Skála,
har 75 fólk arbeiða, merkja
tey eisini, at minni er at
gera.
– Arbeiðið minkaði nógv
í heyst, og tá vóru seks
mans uppsagdir ella funnu
sær arbeiði aðrastaðni, men
í hesum umfari hava vit
ikki verið noyddir at siga
fleiri fólki úr starvi, sigur
Gunnar Mohr, stjóri á
Skipasmiðjuni á Skála.
Uppsøgnir í smiðjuvinnuni
KJ-Hydraulik á Kambsdali segði í vikuni tveimum fólki úr starvi. Eisini FJM í Runavík og Normek í Gøtu hava sagt ávíkavist fimm og tveimum fólkum úr starvi
seinastu vikuna
Afturgongdin í ali- og fiski-
vinnuni ávirkar stóru smiðj-
urnar í Eysturoynni, tí nógva
staðni verður spart uppá
viðlíkahaldsarbeið. Fleiri
smiðjur hava verið noyddar
at siga fólki seinastu vikuna
C
M
Y
K
5
4