fríggjadagur 5. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 45 - 5. mars 2004
Nr. 45 - 5. mars 2004
7
Øll duga okkurt uttan fyri skúlan
Føroya Handilsskúli á
Kambsdali hevði opið
hús fyri almenningin-
um mikukvøldið. Eitt
avbera væleydnað til-
tak, sum fyrst og
fremst hevur til enda-
máls at finna evni hjá
næmingum til at
skapa nakað uttan
fyri skúlagongdina
TILTAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Samantvinnaða tiltakið við
kunning og hugnakvøldi á
Handilsskúlanum á Kambs-
dali er eitt tiltak, sum hevur
ment seg á hvørjum ári,
síðani tey byrjaðu fyri
trimum árum síðani.
– Endamálið er fyrst og
fremst at finna onnur evni
hjá næmingunum uttan fyri
skúlagongdina, sigur Katrin
Zachariasen, inspektørur.
Hon fekk hugskotið til
hetta tiltak fyri trimum ár-
um síðani, tá hon var floks-
lærari. Tá varð tiltakið hild-
ið bara fyri starvsfólkum,
lærarum og næmingum á
skúlanum.
Annað
árið
bjóðaðu
tey
tíggjunda
flokkum við fyri at hesi
kundu fáa eina mynd av,
hvussu handilsskúlin virk-
ar, og í ár gjørdu tey so av
at hava opið hús alment.
– Eg ivist ikki í, at øll
vita, at vit eru her, men
hetta er ein góður máti at
varpa ljós á skúlan og geva
fólki innlit í okkara gerand-
isdag, samstundis sum tey
fáa eitt hugnaligt kvøld,
sigur Katrin.
Hon sigur, at tað er stutt-
ligt at síggja, hvussu nógv
næmingarnir gera fyri eitt
tílíkt kvøld, skal eydnast til
fulnar.
– Her fáa vit eyguni upp
fyri øðrum evnum, sum
næmingarnir hava, men
sum ikki koma til sjóndar í
dagligu undirvísingini, sig-
ur hon.
Hon vísir á, at øll duga
eitt ella annað uttanfyri
skúlan, og tað royna tey so
at finna.
Mótaframsýning og
kunning
Kvøldið byrjaði klokkan
seks við kunning um skúlan
og virksemið. Umsóknar-
freistin til at søkja inn á
skúlan er úti um 10 dagar,
so hetta var eitt gott høvi til
at kunna.
Kunningin gekk fyri seg
á tann hátt, at skúlastovur
vórðu gjørdar um til eitt
slag av kunningarbásum,
har fólk so kundu síggja
tilfar um skúlan. Og tað var
ikki so lítið av tilfari, tá
samanumkom.
Páll Isholm, skúlastjóri,
sigur, at hann heldur hetta
vera eitt frálíkt hugskot, tí
at á einari síðu fæst eyga á
eina øðrvísi síðu av skúlan-
um, meðan tann dagliga
eisini kemur fram.
Tá kunningin var av, har
greitt var frá høvuðsupp-
gávuni og marknaðarføring,
byrjaði sjálvt hugnakvøldið
við skemti, mótaframsýning
og øðrum undirhaldi.
Einir níggju handlar í
Eysturoynni og úr Klaksvík
luttóku á mótaframsýning-
ini, og næmingarnir gingu
sjálvi. Ein genta úr FHS
gekk eisini í klæðum, sum
hon sjálv hevði sniðgivið
og seymað. Og tað var
nakað, sum hugtók øll.
Mótaframsýningin varð
skipað á tann hátt, at hon
gekk aftur allatíðina, og so
vóru
aðrar
framførslur
ímillum. Hetta gav teimum,
ið gingu, betri stundir at
skifta klæðir.
Av øðrum framførslum
hetta kvøldið kunnu nevn-
ast tónleikur og sangur,
framløga frá einum bólki,
sum hevur arbeitt við ein-
um ávísum evni og ljós-
myndir, sum vórðu vístar
um skúlan.
Afturvendandi
Hetta var sum sagt fyrstu
ferð, at skúlin hevði opið
hús fyri almenninginum, og
vistu tey tí ikki, hvat tey
skuldu vænta frammanund-
an. Men heilt fitt av fólki
komu á gátt, og tað fegnast
tey um.
– Hetta gera vit aftur
næsta ár, tað er púra vist,
sigur Katrin Zachariasen,
inspektørur á Føroya Hand-
ilsskúla á Kambsdali.
Norðoyastevna mennast
Klaksvík:
Nevndin í Norðoya frí-
tíðar og ítróttarráð heldur
ikki, at norðoyastevna er
nóg áhugaverd, sum er, og
tí hevur nevndin gjørt av,
at fundurin um stevnuna
skal verða nógv fyrr í ár.
Símin Michael Sørensen,
ein av limunum í Norðoya
frítíðar og ítróttaráð sigur
við Norðlýsið, at í mong
ár hevur verið tosað um at
lyfta
Norðoyastevnuna
upp á eitt hægri og meira
áhugavert støði.
– Vit fara at ganga und-
an, at broyta Norðoya-
stevnuna og tí fara vit
longu hóskvøldið í kom-
andi viku at hava fund við
øll feløg, sum vanliga
myndað norðoyastevnu.
Hetta fyri at geva feløg-
unum longri skoðbrá at
fyrireika tiltøk, sigur hann
við Norðlýsið.
Fundurin verður í bý-
ráðshøllini kl. 19 hós-
kvøldið. Norðoyastevna í
ár er sett til at verða viku-
skiftið 4., 5. og 6. juni.
-sae-
aaSkúlastovurnar á
handilsskúlanum á
Kambsdali virkaðu sum
sokallaðir kunningarbasar
mikukvøldið. Páll Isholm,
skúlastjóri letur væl at
tiltakinum
Mynd: Johnard Hammer
Næmingarnir fáa við hesum tiltakinum høvi til at vísa evni
sum tey hava uttanfyri vanligu skúlagongdina.
Mynd: Johnard Hammer
Mótaframsýning var millum undirhaldið hetta kvøldið
Mynd: Johnard Hammer
Sissal Kristiansen greiddu frá um marknaðarføring
Mynd: Johnard Hammer
Tjóðveldisflokkurin brynjar seg til
andstøðupolitikk
Eftir seks ár í sam-
gongu hevur størsti
flokkur á tingi fyri-
reika seg til nýggja
leiklutin sum and-
støðuflokkur kom-
andi valskeið, og í
hesum sambandi varð
boðið til tíðindafund-
ar hósmorgunin á
Gamla Apotekið.
Tjóðveldislokkurin
hevur sett nýggj
framsøgufólk og lagt
15 uppskot á ting
komandi tingsetuna
TJÓÐVELDISFUNDUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Formaður Tjóðveldisflok-
sins, Høgni Hoydal, vónar,
at politikkurin í komandi
andstøðu ikki fer at drukna
í andstøðu mótvegis sam-
gongu, men at talan heldur
verður um ein initiativríkan
andstøðupolitikk við støð-
ugum íkasti til samgongu-
arbeiðið.
Við hesum vónum hevur
Tjóðveldisflokkurin brynja
seg til eitt nýtt politiskt
kapitul í andstøðu við
nýggjum bygnaði og 15
løgtingsuppskotum
hesa
tingsetuna. Omanfyri er
listi prentaður við nýggju
framsøgufólkum
Tjóð-
veldisfloksins á ymsu økj-
unum umframt løgtings-
uppskot Tjóðveldisfloksins.
Barsilsskipan fyri
lesandi
Úr rúgvuni av uppskotun-
um kann nevnast, at barsils-
skipan fyri lesandi ikki
hevur verið frammi fyrr og
verður tískil áhugaverd at
fylgja í løgtingsviðgerð. Í
hesum uppskoti er ynski
um eitt ára eyka útbúgving-
arstuðul til møður undir út-
búgving, meðan ein lesandi
faðir kann fáa seks mánaða
eyka
útbúgvingarstuðul.
Móðirin hevur tó møgu-
leikan at geva nakað av síni
tíð til faðirin, og er talan í
roynd og veru um eitt sera
umfatandi uppskot, sum
Tjóðveldisflokkurin vónar
fær góða móttøku í sam-
gonguni.
Uppskot til løgingslóg
um barnaverndarlógina er
sjálvsagt eitt sera umfat-
andi og stórt øki, og er talan
um sama uppskot, sum hev-
ur verið frammi fyrr, tó við
nøkrum tillagingum.
– Á hesum øki hava vit
framvegis tann hugburð, at
skulu kommunurnar valda,
skulu tær eisini gjalda,
segði
framsøgumaður
Tjóðveldisfloksins á hesum
øki, Páll á Reynatúgvu.
Betri umstøður til
tónleikarar
Torbjørn Jacobsen hevði
undir
fundinum
eisini
áhugavert
upplegg
um
menning av tónleikaum-
støðunum í Føroyum. Í
valdømi hansara er ikki eitt
einasta spælistað til lokalu
tónleikararnar, og hóast
viðurskiftini í miðstaðarøk-
inum eru á einari leið, eru
umstøðurnar sambært hon-
um út av lagi í útjaðaranum.
Sum liður í økismenning-
arpolitikki floksins er tískil
ætlanin at gera íløgur í
tónleika- og mentanarlívið.
– Vit síggja, hvørji úrslit
tjóð okkara hevur fingið
við íløgum í ítróttin, og við
einum styrktum grundar-
lagið kann tað sama saktans
henda á tónlistarliga økin-
um, raðfesta vit rætt, segði
Torbjørn Jacobsen á fundi
hósmorgunin.
Við at hyggja at listanum
við
løgtingsuppskotum
sæst, at stórar og kostnaðar-
miklar verkætlanir eru í
hyggju á útbúgvingarøkin-
um við Fiskivinnuskúlan-
um í Vestmanna, Tekniska
Skúla í Klaksvík og Lista-
og Ítróttaskúla á Sand-
oynni.
Samanumtikið kann sig-
ast, at Tjóðveldisflokkurin
hevur brynjað seg út til
komandi valskeið, og hóast
flokkurin í hesi støðu neyv-
an verður eins sjónligur og
áður, hevur formaður floks-
ins Høgni Hoydal stórar
ætlanir at reka initiativríkan
og virknan andstøðupolit-
ikk.
04. mars 2004
Framsøgufólk Tjóðveldisflokins:
Politiskt framsøgufólk:
Høgni Hoydal
Fullveldismál:
Høgni Hoydal
Uttanlands- og trygdarmál:
Hergeir Nielsen
Fíggjar - og búskaparmál:
Karsten Hansen
og Páll á Reynatúgvu (Býtið er greinað)
Almannamál:
Finnur Helmsdal
og Annita á Fríðriksmørk (Býtið er greinað)
Heilsumál:
Annita á Fríðriksmørk
og Finnur Helmsdal (Býtið er greinað)
Vinnupolitikkur:
Torbjørn Jacobsen
og Heidi Petersen (Býtið er greinað)
Fiskivinnumál:
Heidi Petersen
Vinnumál:
Torbjørn Jacobsen
Undirvísingar og granskingarmál:
Heidi Petersen
Mentamál:
Torbjørn Jacobsen
Løgmál og rættarmál:
Finnur Helmsdal
Eldrapolitikkur:
Páll á Reynatúgvu
Umhvørvismál:
Hergeir Nielsen
Samferðslumál:
Páll á Reynatúgvu
Javnstøðumál:
Annita á Fríðriksmørk
Kommunumál:
Karsten Hansen
Íbúðarmál:
Finnur Helmsdal
Landbúnaðarmál:
Páll á Reynatúgvu
Oljumál:
Annita á Fríðriksmørk
Arbeiðsmarknaðarmál:
Karsten Hansen
Ferðavinnumál:
Páll á Reynatúgvu
Kirkjumál:
Annita á Fríðriksmørk
Orkumál:
Karsten Hansen
Økismenning og útjaðaramál:
Hergeir Nielsen
Tingsins virki:
Hergeir Nielsen
Norðurlandamál:
Høgni Hoydal
Uppskot hjá Tjóðveldisflokkinum á tingi, mars 2004
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
útbúgvingarstuðul (barsilsskipan fyri lesandi)
Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndar-
lógin)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áset-
ing av skatti
Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið (útbúgving fyri fólk
í vinnu)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
avgjald á framleiðslu og innflutningi
Uppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttaskúla
við Meginskúlan í Sandoynni
Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í
Vestmanna
Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í
Klaksvík
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
ítróttarvedding v.m.
Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
viðgerð av persónsupplýsingum
Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk
Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking,
tøkni og menning í Føroyum
Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum
Skálafjørður-Strendur og Norðskáli-Oyri
Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar
tónleikarar
Uppskot til samtyktar um at velja umboð Løgtingsins til
Norðurlandaráðið
Tjóðveldisflokkurin hevði
hósmorgunin tíðindafund
um framtíðarætlaninar í
andstøðu
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit fara at leggja stóran
dent á sjálvir at koma við
uppskotum og reka ein
virknan andstøðupolitikk,
sigur Høgni Hoydal
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6