Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 45 - 5. mars 2004 Nr. 45 - 5. mars 2004 9 Tað er spennandi men strævið arbeiði at vera flogterna. Tað er einki »glamourøst« yvir tí, sum tað av uttan fyri standandi viðhvørt verður gjørt til. Annahvørt dámar tær arbeiðið, og tú verður verandi, ella gevst tú beinanveg, tú hevur roynt tað, siga royndu flogternurnar hjá Atlantic Airways REPORTAGA Orð: Edvard Joensen Myndir Álvur Haraldsen við Atlantic Airways 1. partur Ráðleggjast skal fyri túrin, áðrenn farið verður inn í flogfarið at kanna eftir, um øll útgerðin, sum við skal, er komin umborð. Síðan skal ferðafólkið fáast um borð og á rætta pláss at sita. Greiðast skal frá trygdar- reglum umborð á flogfar- inum. Príslistar til tollfrítt keyp skulu býtast út og heintast innaftur, áðrenn øll ferðafólkini skulu hava mat og drekka á stutta túrinum til Danmarkar. Alt skal ganga skjótt, og tær skulu vera væl upplagdar alla tíðina. Ein tíma í Kastrup til at gera klárt av nýggjum og so sama túrin heimaftur. Endað verður aftur í mann- ingarúminum á flogvøllin- um, har tikið verður saman- um. Fyrireiking Manningin møtir klokkan 10.00 í manningarrúminum á flogvøllinum. Her eru flogskiparin og stýrimaður- in umframt tær fýra flog- ternurnar, sum skulu við á túrinum til Keypmanna- havnar í dag. Bergtóra, Annika, Eyðgerð og Mari- anna eru tær, sum skulu ganga teimum umleið 70 ferðafólkunum, sum skulu við hvønn veg í dag, til handa. Flogskiparin greiðir frá rutuni, og hvussu veðrið væntandi verður í dag. Tað sær gott út, og eftir eitt sindur av tosi og skemti, verður farið umborð. Allar hava tær hvør sítt kuffert við sær. Klæðir at skifta, um tað skuldi borið so á, at tey ikki fáa lent aft- ur í Vágum í kvøld. Tær hava so mangan bókstavi- liga sannað orðataki, at »Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir.« Og mangan hava tær gist aðrastðani, enn tær høvdu ætlað og væntað. Farið verður umborð á tóma flogfarið, sum júst er komið úr Keypmannahavn. Tað hevur um náttina verið ein sjúkraflutningstúr í Danmark. Ein maður frá Atlants- flogi er í ferð við at reisa nøkur setur aftur, sum hava verið niðurløgd fyir at gera pláss fyri sjúkrabøruni, sum farið varð við í nátt. – Hetta er rímilga van- ligt, greiðir Bergtóra frá. Hon er tann við teimum drúgvastu royndunum hjá felagnum yvirhøvur. Og hon er eisini kabinuchefur í dag. Kannast skal eftir, at alt er í flogfarinum, sum skal vera har. So sum matur. bløð tollfríar vørur og so framvegis. Og tað skal vera til báðar vegir. Tó verður provianterað í Keypmanna- havn til heimferðina. Ferðafólkini koma um- borð og verða víst upp á pláss. Hurðarnar afturlatn- ar, og flogfrið rullar spaku- liga út á vøllin. Bergtóra setist fremst i flogfarinum, beint uttan fyri cockpittið, við eini telefon í hondini og býður feðafólkinum vælkomnum umborð. Síðan sigur hon frá, at nú verða trygdarregl- urnar gjøgnumgingnar, og Eyðgerð fer at vísa ferða- fólkunum, hvussu tey skulu bera seg at, um brúk verður fyri iltmaskum ella bjarg- ingarvesti. Tá tað er liðugt, setir hon seg niður, og meðan flog- farið fer á flog úr Vágum, sita tær fýra flogternurnar hvør í sínum setri umborð. Strævið Hetta er so einasta løtan, tær fáa sett seg niður at hendan túrin. So skjótt, tær hava reist seg aftur, byrjar Strævið at vera flogterna Tær gera flogfarið klárt, áðrenn ferðafólkini koma umborð Flogkipararnir sita í sínum lagi og kannað eftir, at alt riggar, sum tað skal, áðenn farið verður serveringin og avgreiðslan av teimum tollfríu vørun- um, fólk hava biðið um, síðan Marianna gekk við listanum, beinanveg, fólk vóru komin umborð. Nú er at bera skjótt at. Bláu jakkarnir verða skiftir út við reyðar kitlar. Berg- tóra fer at gera kaffi og annað, sum skal á tann fyrra serveringsvognin, ið stendur har frammi. Afturi í reyv er Annika í ferð við at gera tann seinna vognin kláran, meðan Marianna og Eyðgerð eru farnar at savna keypslistarnar innaftur. – Vit plaga at roynaat fáa hetta avgreitt, áðrenn farið verður at servera, greiðir Marianna frá. So tað skal ganga skjótt. Hetta fyri ikki at koma í kløtur hvør av øðrum, tí trongt er. Tær bera skjótt at. Eyð- gerð leggur listarnar fyri Marionnu, so hvørt, hon hevur savnað saman. Mari- anna hevur tikið fram kassar við slíkum, sum selt verður og fyllir í og setir aftur á dúrkið. Hetta tekur Eyðgerð so við aftur fram í flogfarið, tá hon fer aftur eftir fleiri seðlum. Av handahógvi verður tað gjørt. Hvør veit, hvat hon skal, og tað tykist so leik- andi lætt. Men tað er strævið at standa so, siga tær. Tú skal bukka teg rættiliga ofta og samanlagt lyfta rættiliga nógv. Og tað er at fáa hetta frá hondini sum skjótast, tí so títt og knapt, hetta er liðugt, fara tær at hjálpa hinum báðum við serveringini. Tær báðar, Annika og Bergtóra, eru nú komnar nakað aftur í flogfarið hvør við sínum serveringsvogni. Annika hevur bakkarnar við matinum, meðan Berg- tóra kemur við drykkju- vørunum. Teimum køldu. Hinar, kaffi og te, sum hon byrjaði at gera, beinanveg komið var í luftina, eru við at vera lidnar nú, og tað er hetta, Eyðgerð og Mari- anna fara at bjóða ferða- fólkunum. Hetta gongur skjótt, og fólk gera eisini skjótt av við matpakkarnar. So er at fáa alt innaftur og fáa vognar- nar beindar av vegnum. Hetta gera tær Annika og Bergtóra, meðan hinar báð- ar er í ferð við at krevja pening inn frá teimum, sum keypt hava umborð. Ferðafólkið Nú er so mikið liðið av túr- inum,at teir kendu »flúgv- arasjussarnir« virka onkun- staðni her og har. Men einki, sum er til ampa fyri flogternurnar soleiðis kortini. Onkrir kátir unglignar frammi í flogfarinum stutt- leika sær við at vita, hvussu nógvar av hesum smáu klemmunum, sum halda serviettunum saman, kunnu heingjast up í kitlarnar hjá flogternurnum. Onkur teirra gongur við einum fimm ella so afturút. Men tí flenna tær bara at. Fólk, sum keypa umborð, leggja dent á at gera tað so lætt og lagaligt hjá teimum, sum krevja inn. Tey vita, hvat tey skulu gjalda, og tey flestu gjalda við taldum peningi. Tó nú verður ein stórur partur avgreiddur við gjaldskorti. Tað gongur skjótt og væl. Hetta er strævið, sigur Annika. Serliga, tá tú hevur flogið fleiri túrar ein dag. Og tað kann sjálvandi meira enn so koma fyri. Tað er einki »glamourøst« í hesum, sum onkur kanska gongur og billar sær inn. Tað blívur ikki við at vera stutligt at sova á hotelli. Og serliga ikki, tá tú kanska illa nokk veitst, hvussu hotellið eitur, tí tú ert aftur- vendur orsakað av veðrið ella øðrum umstøðum. Lisið er um eina danska flogernu, sum greiddi frá, at hon hevði fingið so nógvar »heilsanir« og til- boð frá mannligum ferða- fólkum í síni arbeiðstíð, at hon hevði valt at tapetisera veggin á wc'num heima við øllum hesum visitkortun- um. Annika smílist eitt sind- ur, tá hon hoyrir hesa søguna. – Jú, tað kemur fyri, at onkur heldur okkum vera lætt offur. Men soleiðis gongur tað ikki fyri seg. Vit smílast bara aftur og lata slíkar fýrar vita, at eingin áhugi er. – Vit kenna nógv fólk, sum flýgur aftur og fram. Bæði í stuttligum og eisini í minni stutligum ørindum, greiðir Bergtóra frá. Ofta eru tað fólk, sum ferðast regluliga niður á eitt nú Ríkissjúkrahúsið til við- gerðar. Vit síggja tey og familjur teirra og kenna tey sum ein part av okkara egnu familju við tíðini. Og vit føla við teimum, tá tey so koma aftur ein dag, og tann, sum hevur verið á sjúkrahúsinum, kanska liggur í lastini. – Tað er vist, at tað ávirk- ar, leggur Annika afturat. At sita við døgurðaborðið har heima ein dag og hoyra eitt andlát. Tú hvøkkur við, tá tað so er eitt av heusm fólkunum, tú hevur havt so nógv og títt samskifti við. Vælkomin umborð a hetta BAE flogfarið hjá Atlantic Airways … Tað gongur við rúkandi fer at fylla posarnar við tí, fólk hava biðið um......... Flogfarið er ikki meira enn leyst av jørðini, so verður farið at hugsa um mat til ferðafólkini ...og líka skjótt at krevja peningin inn fyri somu vørur C M Y K 9 8