fríggjadagur 5. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 45 - 5. mars 2004
Nr. 45 - 5. mars 2004
11
Tað er fallið borgarstjóran-
um í Havn fyri bróstið, at
Sosialurin í gjár slær stórt
upp á forsíðini, at kollvelt-
andi
broytingar
skulu
gerast í miðbýnum í Havn.
Býráðið hevur ætlanir
um at broyta Tinghúsvegin
frá Áarvegnum niðan til
Bøkjarabrekku.
Minkast
skal um ferðsluna við at
gera gøtuna meira átøka
eini gongugøtu, og gongu-
rás skal gerast gjøgnum
urtagarðar eystan fyri Ting-
húsvegin. Plantast skal og
torg gerast, og gamla Vagl-
ið í garðinum hjá Jacob
Lützen skal fáast framaftur.
Hetta vísir ætlanin hjá
býráðnum, sum var við-
gjørd á fundi í byggi- og
býarskipanarnevndini
mánadagin, sum eisini varð
greitt frá í Sosialinum í
gjár.
Eisini hevur ein privat-
maður, sum eigur húsini hjá
Anton Degn, ætlanir um at
flyta hesi húsini av grund-
ini og byggja høgan bygn-
ing har – sum eisini er fult í
tráð við byggisamtykt bý-
ráðsins.
Alt hetta eru stórar broyt-
ingar. So stórar broytingar,
at hetta hevur áhuga hjá
lesarum – ikki minst í
Havn.
Tá forsíðan varð gjørd á
Sosialinum
mikudagin,
varð hetta mett at verða væl
egnað til høvuðssøgu, tí
mett varð, at her var talan
um »kollveltandi« broyting
– eina markanta broyting,
ella eina týðuliga broyting,
nakað, sum er heilt øðrvísi,
enn tað hevur verið.
Vit kunnu bara greitt aft-
urvísa, at leiðslan á Sosial-
inum hevur nakran áhuga í
»tilvitað at útstilla borgar-
stjóran í Havn sum vanda-
list«. Okkara endamál er at
greiða lesarum frá tí, ið m.
a. Tórshavnar Býráð fæst
við.
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Eftir fjølmiðlarástevnuna seinasta vikuskifti hev-
ur Útvarp Føroya havt áhugaverda samrøðu við
føroyskan journalist um følmiðlaviðurskifti. Í
samrøðuni varð ein møgulig føroysk fjølmiðla-
útbúgving umrødd. Útbúgvingarspurningurin hjá
føroyskum fjølmiðlafólkum var ein av mongum
spurningum á ráðstevnuni, og ein niðurstøðan var,
at stórur tørvur er á útbúgving og á eftirútbúgving
av føroyskum journalistum.
Allar vinnur hava í dag tørv á eftirútbúgving av
starvsfólkum. Ein støðug og áhaldandi eftirút-
búgving av starvsfólki er ein fotrtreyt fyri menn-
ing í einihvørjari fyritøku, so hesin spurningur er
sjálvsagdur, tá talan er um fjølmiðlafólk. Men
eftirútbúgving er kostnaðarmikil, og føroyskir
fjølmiðlar yvirhøvur eru ikki fíggjarliga sterkir.
Her er ein spurningur at greiða. Ein annar spurn-
ingur er, hvar eftirútbúgvingin skal verða staðsett.
Skulu vit gera avtalur við Norðurlendska
Journalistháskúlan í Århus ella skulu vit hava
okkara egnu tilboð her heima, ella skulu vit gera
nakað heilt triðja?
Hesir spurningar eru tengdir at spurninginum um
eina møguliga føroyska fjølmiðlaútbúgving.
Áðurnevndi journalistur mælti til ein fjøl-
miðlarøktarstovn, har fjølmiðlafólk kundu fingið
ráð- og vegleiðing í teirra arbeiði. Hetta er eitt
áhugavert uppskot, men samstundis má ásannast,
at útlitini í hesum tíðum fyri einum nýggjum
stovni eru vánalig.
Hinvegin átti at borið til at tikið útbúgving av
føroyskum fjølmiðlafólki upp á Fróðskapar-
setrinum. Hetta kundi verið gjørt í samstarvi við
ein ella fleiri útendskar lærustovnar, ið geva fjøl-
miðlaútbúgving. Spurningurin, um ikki júst
fjølmiðlaútbúgvingin átti at verið tikin heilt ella
lutvíst í Føroyum, var av góðum grundum um-
røddur á ráðstevnuni. Fróðskaparsetrið hevur
drúgvar royndir við júst slíkum skipanum. Spurn-
ingurin, hvussu ein slík skipan eigur at verða sett
saman í smálutum, eigur at vera umrøddur
millum Setrið, Blaðmannafelagið og avvarðandi
myndugleikar. Tað er als einki at ivast í, at tørvur
er á eini føroyskari fjølmiðlaútbúgving, og vón-
andi verður málið tikið upp á røttum støðum,
hóast tíðirnar ikki tykkast vera til nðggj og
útreiðslukrevjandi initiativ. Hinvegin eru fjøl-
miðlarnir ein so týðandi táttur í okkara mentan og
fyri menningina í samfelagnum, at útbúgvingar-
spurningurin ikki longur kann liggja á láni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fjølmiðlaútbúgving
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
8. mars – Altjóða
Kvinnudagurin
verður hildin í Mettustovu mánakvøldið 8. mars kl. 19.
Kinna Poulsen hugleiðir um kvinnur og list, orðið
verður frítt um aktuel kvinnumál við einum Speakers
Corner og annars verður sangur og ábit.
Kostnaður 30 kr.
Kvinnufelagið
Jan Christiansen
Borgarstjóri
Eg var ikki sørt bilsin, og
nakað skelkaður, tá forsíð-
an á Sosialinum fyri hós-
dagin var kunngjørd. Stór
mynd av borgarstjóranum í
havn, har hann sigur at
miðbýðurin skal kollvelt-
ast, og at gomul hús skulu
takast burtur, soleiðis at
høghús kunnu verða bygd
ístaðin.
Rein vandalisma er tað
fyrsta í rennur fólki til
hugs. Tíverri (vil eg pá-
standa) hevur leiðslan á
Sosialinum tilvitað útstilla
borgarstjóran í Havn, sum
vandalistin. Tíðindablaðið
Sosialurin er so tætt knýtt
ávísum politiskum flokki,
at blaðið hevur stórar
trupulleikar at bera tíðindi
objektivt.
Tá eg sigi at yvirskriftin
er óseriøs og manipuler-
andi, er tað tí, at hon hevur
lítið og einki við greinina
inni í blaðnum at gera.
Haldi, at tíðindamaðurin er
komin rættuliga væl frá frá-
søgnini og er hendan rætt-
leiðing als ikki nøkur
ábreiðsla til hansara. Tvørt-
urímóti er tað gleðiligt at
tíðindafólk vísa áhuga fyri,
hvat fyriferst í høvuðsstaði
okkara.
Lat meg sláa fast, at
kommunan als ikki ætlar at
kollvelta nakran miðbýð
(samb. orðabókini er at
kollvelta at koyra um koll
ella at fella). Og sjálvsagt
er ikki nøkur ætlan um at
koyra miðbýin um koll ella
at fella hjártað í býnum.
Blaðmaðurin á sosialin-
um ynskti at fáa eina frá-
greiðing um ætlanina, sum
umsitingin legði fyri Byggi
og Býarskipanarnevndina,
ið er um niðara part av
Tinghúsvegnum. Býararki-
tekturin, tekniski stjórin og
eg sjálvur greiddi tíðinda-
manninum frá hvørjum
ætlanum byggideildin ar-
beiðir við. Sjálvsagt kom
prátið inn á miðbýin sum
heild; eisini um eina um-
søkn um at fáa byggiloyvi
til ein rættuliga stóran
bygning niðan fyri Havnar
Bio.
Samrøðan
var
um,
hvussu vit kunnu fáa góðan
trivnað í miðbýðin, uttan at
skula kollvelta hann, og um
hvat gerast kann fyri at
varðveita miðbýðin sum
hjartað í býnum. Víst var á,
at kommunan hevði ognað
sær tvey hús við Tinghús-
vegin
(Heinesens-
og
Sloanshús), júst fyri at
kunna varðveita part av
hugnaliga umhvørvinum
har. Tí harmar tað meg, at
Sosialurin (tilvitað) mani-
pulerar og misbrúkar eina
góða og sakliga grein frá
einum av teirra blaðmonn-
um til at kunna sverta borg-
arstjóran út.
Vónandi hava fólk lisið
greinina: "Stórar broytingar
í miðbýnum í Havn" og
harvið kunna staðfest, at
lítil og eingi samanhangur
er á forsíðuni og sjálvari
greinini.
Miðbýurin skal kollveltast
Rættleiðing til óseriøsa og manipulerandi yvirskrift í Sosialinum
Stórar broytingar í Havn
Vísindaliga sæð er
Reyðabók ein stór
skandala. Men hon er
eisini ein politisk
skandala. Og Anfinn
Kallsberg stendur við
ábyrgdini
Sjúrður Skaale
Í ár 2000 varð gjørt av, at
føroyingar skuldu hava
vitan um, hvønn týdning
Føroyar høvdu fyri Sovjet-
samveldið. Vit skuldu hava
eina Reyðubók eins og vit
høvdu fingið eina Svørtu-
bók. Sjálvsagt.
400.000 krónur vórðu
settar av. Føroyskir søgu-
frøðingar gleddu seg til
uppgávuna, sum øll vænt-
aðu, at fleiri fóru at vera
um at loysa. Ein maður,
sum var útbúgvin í skjala-
rannsóknum í Moskva, var
millum teir, sum stóðu til
reiðar at vera við í arbeið-
inum. Hetta var ein spenn-
andi avbjóðing, sum fór at
menna
føroyska
søgu-
gransking.
Men einki hendi fyrsta
árið. Eingin visti hví. Tað
ljóðaði, at Anfinn Kalls-
berg
hevði
brúkt
tær
400.000 krónurnar til okk-
urt annað.
Árið eftir vórðu aftur
settar 400.000 krónur av.
Men aftur vórðu føroysku
søgufrøðingarnir
hildnir
fyri spott.
Tí knappliga boðaði An-
finn Kallsberg frá, at ein
dani einsamallur skuldi
standa fyri øllum. Eingin
føroyingur skuldi so mikið
sum sleppa at fylgja við í
arbeiðinum. Eingin avbjóð-
ing, eingin førleikamenn-
ing og eingin króna skuldi
latast føroyingum.
Danin var tann ógvuliga
kontroversielli og ultra
høgravendi Bent Jensen.
Hóast tað formliga var
Anfinn Kallsberg sum tók
avgerðina um at seta Bent
Jensen, mundi hetta helst
vera sum við so nógvum
avgerðum hjá Kallsberg:
Hann hevði onga sum helst
ávirkan á hana sjálvur. Tað
var Óli Breckmann, sum
stýrdi.
Orsøkin til, at Óli Breck-
mann vildi hava júst Bent
Jensen - og bara Bent
Jensen - at skriva føroyska
søgu, man vera rættiliga
uppløgd: Óli vildi als ikki
hava nakra søgugransking,
men eitt politiskt amboð.
Hann vildi hava ein lista
við nøvnum, sum kundu
illteinkjast fyri at hava
njósnast fyri Sovjetsam-
veldið.
Groteskir pástandir
Nú er Reyðabók hjá Bent
Jensen so komin. Men Bent
hevur ikki gjørt tað, hann
skuldi gera. Vit fáa lítið og
einki at vita um, hvussu
Sovjetsamveldið metti um
Føroyar undir kalda kríg-
num.
Í staðin byggir bókin fyri
mesta partin á skjøl úr
donskum goymslum. Tað er
sjálvsagt sera áhugavert at
síggja, hvussu nógv danska
fregnartænastan
hevur
njósnast í Føroyum. Men
Bent Jensen nýtir hesi skjøl
á ein hátt, sum ger bókina
til eina stóra skandalu.
Tað mest groteska dømið
er kanska um Halgir Winth-
er Poulsen, sum verdur
lagdur undir at vilja bjóða
USA og Sovjet herstøðir í
Føroyum, og síðani selja
Føroyar til tann, sum bjóðar
mest. Tað er møguligt, at
Halgir hevur sagt okkurt
tílíkt onkuntíð - men hann
hevur neyvan meint tað í
álvara. Og tað er heilt
groteskt at maðurin, í eini
bók sum Føroya Landsstýri
fíggjar, nú verður lagdur
undir hetta sum var tað ein
verulig ætlan, hann hevði.
Ein annað dømi er, at
Erlendur
Patursson
og
Tjóðveldisflokkurin, uttan
nakað prógv, verða lagdir
undir illgrunasamt virk-
semi. Til tess at »undir-
byggja« hetta, sigur Bent
Jensen m. a. soleiðis: »Pat-
urssons parti er af den
politiske modstander Óli
Breckmann blevet karak-
teriseret som »et marxistisk
løsrivelsesparti«, der ønsk-
ede NATO slettet af verd-
enshistorien«.
Álvaratos! Hvat hevur
Óli Breckmann ikki kallað
fólk og flokkar millum ár
og dag? Skal tað, hann í
síni
sjúkligu
útspilling
hevur sagt um onnur, nú
lyftast upp sum søgulig
fakta? Hvussu kann Føroya
Landsstýri fíggja og leggja
navn til slíkt?
Føroyskir hálvmordarar
Eitt triðja dømi er, tá Bent
Jensen
roynir
at
seta
føroyskar sosialistar í sam-
band við útlendskar dráps-
menn. Í einum broti stendur
soleiðis: »Færøske Social-
isters afdeling i Torshavn
blev efterhånden meget
radikaliseret
og
indtog
standpunkter, som næsten
var identiske med den
danske organisation Komm-
unistisk Forbund Marx-
ister-Leninister (KFML).
Medlemmerne af den så-
kaldte Blekingegadebande
- en bevæbnet, revolutio-
nær organisation, der under
et væbnet røveri dræbte en
politibetjent i København -
kom fra KFML.«
Skal mann gráta ella
flenna? Føroyskir sosialist-
ar høvdu sjónarmið, sum
líktust teimum hjá KFML -
og fólk frá KFML drupu
einaferð ein politist! Við
slíkari próvførslu ber til at
seta øll heimsins fólk í
samband við onkran dráps-
mann. Hetta snøgt sagt rein
idioti.
Men Bent Jensen er øgi-
liga stoltur av sínum evnum
at avdúka farligar føroy-
ingar, og sum ein annar
Erasmus Montanus heldur
hann elegant fram í sama
spori:
»I 1978 abonnerede Fær-
øske Socialister på den
italienske
revolutionære
avis La Voce Operaia (Ar-
bejderens stemme), som
var organ for et italiensk
marxistisk-leninistisk parti,
der havde forbindelse til
den revolutionære, marx-
istiske terrororganisation
Brigate Rossi (De røde
Brigader). Det var Brigate
Rossi, der i 1978 myrdede
lederen af de kristne demo-
krater, Aldo Moro.«
Fantastastiskt! Føroyskir
Sosialistar hildu eitt blað,
sum var málgagn hjá einum
flokki, sum hevði samband
við Reyðu Brigadurnar,
sum drupu Aldo Moro!
Soleiðis! So er ið hvussu
er eingin ivi um, hvussu
vandamikil tey navngivnu
fólkini í Føroyskum Sosial-
istum vóru! Hevði Bent
Jensen sloppið at hildið
fram hevði hann uttan iva
eisini
funnið
útav,
at
Føroyskir Sosialistar tóku
fult undir við teimum, sum
drupu bæði Kennedy, Olof
Palme og John Lennon.
Kanónin slær bakk
Dugnaligir og nærlagdir
føroyskir
søgufrøðingar
vístu, at teir dugdu síni
ting,
tá
teir
skrivadu
Svørtubók. Men teir sluppu
ikki so frægt sum at vera
við í arbeiðinum at skriva
Reyðubók.
Anfinn Kallsberg vildi
ikki!
Anfinn Kallsberg setti
Bent Jensen í staðin!
Og tað var - helst - Óli
Breckmann, sum tók hesa
avgerðina
fyri
Anfinn
Kallsberg. Og Óli ynskti
sær neyvan eina søgiliga
greining, men eina bók,
sum hann kundi brúka
ímóti sínum politisku fígg-
indum.
Men hóast Bent Jensen
dúgliga roynir at gita og
snara og seta saman til tess
at avdúka føroyskar svíkj-
arar, so er einki sum líkist
einum prógvi um nakað.
Tað einasta Bent Jensen
prógvar er, at hann ikki er
vísindamaður, men polit-
iskur kúlustoypari.
Men kúlurnar fara ikki
langt. Tær raka ongan uttan
Bent sjálvan. Og so Anfinn
Kallsberg og Óla Breck-
mann.
Eina kanning afturat?
Tá alt hetta er sagt so má
leggjast afturat, at bæði
føroyskir sosialistar og før-
oyska friðarrørslan í fleiri
førum mistóku seg undir
kalda krígnum. Sum m.a.
Vaclav Havel hevur víst á,
gekk europeiska friðar-
rørslan stundum - umenn
ótilvitað og óviljað - ørindi
fyri einaræðislond. Og tað
hevði verið ógvuliga við-
komandi vitan, um so var,
at føroyingar høvdu njósn-
ast fyri Sovjet ella tikið
undir við og aktivt stuðla
harðskapi.
At gera sum Bent Jensen
- fyri almennar pengar at
insinuera at fólk hava gjørt
hetta uttan at hava nakað
prógv - er sjálvsagt undir
alt lágmark.
Men vit eiga altso ikki at
vera bangin fyri at kanna,
um føroyingar hava verið,
sum aktivt hava stuðlað
ódemokratiskum,
totali-
terum og blóðdálkaðum
stýrum.
Landsstýrið kundi t.d.
rindað onkrum 400.000
krónur fyri at finna útav,
um nakar føroyingur var,
sum opið, treytaleyst og við
gløðandi eldhuga stuðlaði
teimum fasistisku og rasist-
isku
hópdrápsmonnum,
sum ráddu fyri borgum í
t.d. Chile og Suðurafrika...
Kunnu vit fáa Formel
1 aftur í SVF
Tá DR plagdi at senda Formel 1, sóu vit vanliga
koyringarnar beinleiðis í SVF sum samsendingar
við DR. Tá TV3 seinasta ár keypti sær rættindini,
mistu vit møguleikan at síggja koyringarnar.
Í ár er tað TV2 sum eigur rættindini, men eg síggi
at fyrsta koyringin 7. mars, er ikki skrásett hjá SVF,
SVF plagar annars at hava fínt samstarv við TV2.
Eg vil tí fegin heita á leiðsluna í SVF um at fáa
hendan vælumtókta ítrótt aftur á skíggjan, antin í
samstarv við TV2 ella í samstarv við eitt nú norskt
sjónvarp.
Eftir olympiadurnar og heimsmeistaraheitið í
fótbólti er formel 1, mest eftirhugdi ítróttur í
heiminum, og Føroyar er einki undantak.
Vinarliga
Niels Uni Dam, Magnus Jakobsen,
Petur Eyðun Dam, Magni E. Dalsgaard,
Hans Suni Eiriksfoss, Jón K. Joensen,
Ronald Poulsen og Sveinur Gullfoss
Jóanes K.
Andreasen
Havi beint nú verið í
Sjónleikarhúsinum eitt
ørindi, og slíka skelk-
andi sjón, sum eg har sá,
havi eg ikki fyrr sæð í
Sjónleikarhúsinum.
Tað fyrsta eg beri eyga
á liggjandi á borðinum,
er ein plakat til leikin
sum skal framførast í
sjónleikarhúsinum
í
næstum. (myndin skal
vera ónevnt)
Skelkurin bleiv ikki
minni, tá eg beri kenslu
við andlitini á plakatini,
og fái at vita, at tað er
mynd av sjónleikaran-
um, aftan á at hava
svølgt henda bitan við
blandaðum
kenslum,
fari eg so inn í sjálvan
salin, og har er ikki
minni skelkandi sjón,
allur salurin er gjørdur
um til eitt sætt skøkuhol,
ja, sum at stíga inn í ein
vánaligan western av
versta slag.
Til síðst, hví skal ein
sjónleikur hava 18 ára
aldursmark? Hevur sen-
sururin góðtikið hetta?
Eg spyrji bara.
Fullveldi og moralur?
er alt er fari fyri bakka.?
Fy fy…
Sjónleikarhúsið
eitt bordel ???
Mikkjal Helmsdal
sjónvarpsstjóri
Í Sosialinum og Dimmu
er lesarabræv, har 8
mans spyrja um SvF fer
at senda Formel 1 bein-
leiðis í samstarvi við
TV2.
Signalið, sum SvF
higartil hevur móttikið
TV2 ígjøgnum, er sera
svikaligt, og vit hava
fleiri ferðir brent okkum
av hesum, tá vit hava
sett ítróttarsendingar hjá
TV2 á skránna. Seinast
hendi hetta, tá vit skuldu
samsenda semifinalur-
nar og finaluna í EM í
hondbólti hjá monnum.
Tá til stykkis kom, var
signalið so vánaligt, at
tað var ógjørligt at senda
tað út.
Eftir mislukkaðu EM-
sendingarnar hava vit
tikið ta avgerð, at vit
senda ikki aftur bein-
leiðis frá TV2. Tí skulu
hesir 8 spyrjararnir ikki
rokna við at siggja For-
mel 1 í Sjónvarpi Før-
oya. Í hvussu er ikki so
leingi hendan kappingin
verður send á TV2.
Formel 1 aftur í SvF?
Reyðabók kastar myrkar skuggar yvir
Breckmann og Kallsberg
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10