Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 45 - 5. mars 2004 Nr. 45 - 5. mars 2004 13 Hergeir Nielsen Fjøld av fólki hevur spurt meg, hvussu gekst við mál- inum um at leggja umsit- ingina av Smyrli nærri brúkarunum. Eingin sigur seg hava hoyrt nakað, lisið nakað ella sæð nakað um viðgerðina av málinum í fjølmiðlunum. Hví føroyska pressan ikki heftir seg við tað einasta løgtingsmálið, sum er við- gjørt av nývalda løgtingin- um, fái eg tíverri ikki svarað fyri. Heldur ikki fái eg svarað fyri, hví vit tjóðveldismenn verða burturtagdir í øðrum málum eisini, men týðiligt er, at heilt nógvir lesarar, lurtarar og hyggjarar sakn- að nakað nógv av óheftum tíðinda- flutningi úr ný- valda løgtingi okkara. 25. februar fekk málið um Smyril drúgva viðgerð á tingi. Á heimasíðu míni, www.hergeir.com, havi eg greitt frá framløguni, og á www.logting.fo kann lurt- ast eftir viðgerðini av tingmáli nr. 29/2003. Landsstýrismaðurin breyt tingskipanina Uppskotið um at flyta ein part av umsitingini av Strandfarskipum Landsins til Suðuroyar skal lutvíst síggjast í ljósinum av, at tað bæði er rímiligt og fyri- munarligt, at henda al- menna umsiting liggur so nær brúkarunum sum gjør- ligt, og í ljósinum av, at útjaðarin eigur sín rímiliga part av teirri almennu før- oysku umsitingini. Hetta lógaruppskotið um flyting av umsitingini av Smyrli skal í triðja lagi síggjast í ljósinum av upp- skoti mínum undir viðgerð- ina av løgmansrøðuni 2003, og í fjórða lagi í ljósinum av einum fyrispurningi, sum eg setti landsstýris- manninum í vinnumálum tann 19. nov. í fjør. 14 yrkadagar og 6 ting- fundir seinni var framvegis eingin fyrispurningur svar- aður, so sum tingskipanin annars fyriskrivar sum seinasta freist fyri svari, og varð tí málið nú sett fram nú í lógarlíki. Hvat sigur lógaruppskotið? Lógaruppskotið gongur í stuttum út uppá at flyta alla umsiting av nýggja suður- oyarskipinum, íroknað rakstur og planlegging, til Suðuroyar, nú tá ið tað nýggja skipið kemur í sigling. Tænastustigið á Suður- oyarleiðini er bøtt nakað væl, í og við at vit hava hækkað túratalið upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni, meðan ætlanin við nýggja Smyrli var at røkka enn longur framá í setningi okkara frá 1998 um at dagføra siglingina um Suð- uroyarfjørð við enn hægri túratalið. Og ráðini til enn meiri sigling finna vit í spar- ingum í rakstrinum annars. Smyril er størsta ferða- mannskipið í almenna reiðarínum og lívæðrin hjá suðringum á samferðslu- økinum, og tað nýggja skipið, sum vit strektu kjølin til við sáttmála frá 9. apríl 2002, er enn størri og ávegis. Tað nýgja skipið er nakað størri enn tað verandi, tað gongur skjótari, og sátt- málakostnaðurin er 40,45 mió evrur, ella um 300 mió. kr., og var ætlan okkara, at rinda seinasta triðingin av sáttmálakostnaðinum á hesari fíggjarlógini í sam- bandi við, at skipið kemur í sigling í oktober í ár. Sum fyrr nevnt, so er eisini almenni hugburðurin og tíðin komin hartil, at vit í útjaðaranum fáa part í lønarinntøkunum og sosialu menningini av al- menna samfelagsrakstrin- um. Og víst verður í uppskot- inum til, at tað at flyta ein part av reiðaravirkseminum hjá SL til Suðuroyar ikki kostar meira enn at reka fyritøkuna í Havn, heldur minni. Ógvusligur lønarvøkstur Roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønar- vøkstur upp á heili 44% yvir 5-ára skeiðið 1998 - 2002. Talan er um ein lønar- vøkstur úr 50 upp í 72 mió.kr., ella 22 mió.kr. Lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum er bara 7,5 mió.kr. av hesi upphædd, meðan restin so ivaleyst er til nýtt til annað virksemi av ymiskum slag. Lønir v.m. 1998 50 mió.kr. 1999 54 mió.kr. 2000 62 mió.kr. 2001 69 mió.kr. 2002 72 mió.kr. Hyggja vit í løgtings- fíggjarlógaruppskotið fyri 2004, so síggja vit har, at almenna reiðaríðið lønar 180 fulltíðarstørvum og at lønarparturin er 72 mió.kr. Her má so vera talan um mánaðarlønta partin av reiðarínum, meðan eini 100 ársverk í tímalønum so koma afturat teimum 180 føstu lønunum. Strandfarskip Landsins hava sostatt eini hálvttriðja hundrað ársverk á lønarlist- anum. Roknskaparlig sundurgreining Ársroknskapurin hjá SL er sundurgreinaður í felags fyrisiting, oyggjaleiðir, bygdaleiðir, og farmaleiðir. Samlaði lønarmassin hjá reiðarínum er sum áður nevnt 72 mió.kr., og fara tær 42,7 mió.kr. til rakstur av oyggjaleiðunum, harav Suðurleiðin einsamøll kostar 16,1 mió.kr. í lønum. 16 mió.kr. í lønum geva úti við 70 ársverk, sum so- statt kunnu roknast at vera knýtt at Smyrli og rakstr- inum um Suðuroyarfjørð burturav. Harafturat er ein felags fyrisiting fyri alt SL, sum so eisini umsitur suður- leiðina, og kostar hon 13 mió.kr. í lønum. Suðurleiðin gerst 2 mió.kr. bíligari Sakkønir halda, at Smyril kann rekast fyri 14 mió.kr. um árið, ella 2 mió.kr. minni enn verandi rakstur vísir, hóast eitt starv sum hovmeistari kemur afturat. Við 8 fólkum á landsíð- uni (fyri 228.000 kr. um mánaðan,) og við 38 fólk- um á sjósíðuni (fyri 892.686 kr.) kostar Smyril 1.120.686 kr. í lønum um mánaðan, ella 14.053.404 kr. um árið. Hetta eru 2 mió.kr. minni um árið enn verandi rakstur vísir. Oman á ein dýrari lønar- rakstur av Smyrli hevur so almenna reiðaríðið eina fe- lags fyrisiting fyri oyggja- bygda- og farmaleiðir, sum ber ein lønarkostnað upp á 13 mió.kr. Hvussu stórur partur av hesum lønum eisini kunnu roknast Smyrli til, er torført at meta um, men tað er so ikki til fyrimuns fyri ver- andi skipan. Umsita eisini umborð Ført verður fram í upp- skotinum, at raksturin gerst bíligari, verður umsitingin løgd í Suðuroy. Omanfyri nevndu tøl benda tann veg- in, og ivaleyst kann henda umsiting gerast bíligari, eisini um hon verður liggj- andi har hon liggur, bara viljin er til tað. Tað verður ikki tørvur á so nógvum fólki til sjálva umsitingina, og harafturat er so ætlanin at leggja ein part av umsitingini um- borð, so sum vanligt er alla aðra staðni enn hjá Strand- farskipum Landsins í Før- oyum. Manningartalið eigur hinvegin at økjast við ein- um hovmeistarastarvi, sum kann vinna nýggja skipin- um inntøkur við einum dagførdum matstovuvirk- semi á hædd við tað besta, sum fæst í landi. Eitt gott vikuskifti í Suðuroy kann soleiðis taka seg upp umborð á Smyrli á veg suður, og ríkir møgu- leikar gevast fyri skeiðs- virksemi, uppihaldi og mat- stovurakstri í hesum sam- bandi. Aðrir fyrimunir Eingin ivi er um, at ein røð av fyrimunum eru av at umsitingin av farleiðini liggur so nær brúkarunum sum gjørligt. Tørvurin hjá loklasamfelagnum er eini lokalari umsiting meiri við- komandi, og allar avgerðir viðvíkjandi planlegging, rakstri, trivnað og trygd umborð verða tiknar so nær brúkaranum sum gjørligt. "Besta grundarlagið und- ir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum" - og - "miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið," hava vit sagt í und- anfarnum samgonguskjøl- um, og gjørdu vit ma. av at skráseta nýggja Smyril á Trongisvági. Skrásetingin einsamøll kastar einki av sær til lokalsamfelagið har suðuri, men vísandi til almenna hugburðin um eisini at flyta almenn starvsfólk út á jaðaran, verður nú sóknast eftir einum vilja til at flyta eitt ávíst tal av almennum størvum til Suðuroyar at umsita egin viðurskifti. Siglingin um Vestmanna- sund er niðurløgd, og tað er Skálafjarðaleiðin eisini. Tá koyrandi verður undir Lor- víksfirði fellur ferjuleiðin har burtur. Kallsoyar-, Fugloyar-, Mykines-, Skúvoyar-, Sandoyar- og Nólsoyar- leiðirnar, sum tá vera eftir, kunna tá, ella beinanvegin um undirtøka er fyri tí, verða lagdar undir eina felags fyrisiting í Suður- oynni. Tað er ikki annað enn rímiligt Fleiri pástandir Sjálvandi eru fleiri pá- standir í tí, sum her er sagt, og sum onkur tí fer at finna sær frægd í at skjóta niður. Tað leggi eg nú ikki so nógv í. Tað var jú eisini ein pástandur frá mínari síðu, tá ið eg á Kyndilsmessu í fjør reisti málið politiskt um at leggja Øravíkar Hov tunnilin í neðra, og fáa ein skjótari, betri og bíligari tunnil - sum var til fyri- muns fyri brúkaran og sum spardi tí almenna bæði tíð og pening. Landsstýrismaðurin var tá á veg niðan í tingi við einum óbrúkiligum pro- jektið, sum var ein trið- ingskostnað dýrari. Úrslitið gjørdist, at tað málið nú aftur í eitt ár er kannað av sakkønum, sum frammanundan í longri ára- mál høvdu kannað sama mál. Vónandi síggja vit ta nýggju verkætlanina her á borðinum fyrsta dagin. Um lagnan av hesum máli verður átøk tunnils- málinum, veit eg ikki, men hugskotini, her eru nevnd , eru eina eftirmeting verd og vóni eg, at vinnunevndin fer undir eina sakliga við- ger av hesum máli, og fær nakað munagott burturúr. Til ber sjálvandi at biðja tey sum umsita málið, koma á fund og so fáa eitt tilmæli um at halda fram við verandi skipan, ið einki kann bøtast um. Men tað ber eisini til hjá vinnunevndini at leita aðrar leiðir at søkja sær vitan um skiparakstur - tann vitanin skuldi so ikki trotið her um okkara leiðir. Vónandi fáa vit so eitt skilagott tilmæli aftur á tingborð, sum gevur suðr- ingum nøkur almenn arbeiðspláss, og sum gevur brúkarunum av Smyrli ta fullu nyttuna av skipinum. Smyril kann rekast bíligari og betri nærri brúkaranum VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV frá Fíggjarmálaráðnum Semingsfólk eru boðsend at royna seming millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og eitt møguligt verkfall er útsett til 27. mars 2004. Stígur er komin í sáttmálasamráð- ingarnar, sum Fíggjarmála- ráðið hevur við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Í báðum samráðingunum, sum verða førdar í hvør sín- um spori, standast trupul- leikar av at semjast um sátt- málaviðurskifti kring nýggju Suðuroyarferjuna hjá Strandfaraskipum Landsins. Eftir at rættilig ferð var komin á sáttmálasamráð- ingarnar millum fleiri fak- feløg og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, og meira enn helmingurin av sáttmálunum eru undir- skrivaðir, er nú stígur kom- in í tvær av samráðingun- um. Talan er um tvær ymiskar tingingar, sum í langa tíð hava verið við Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið. Samráðingarnar við skipar- ar og navigatørar byrjaðu í november í fjør, meðan fyrsti samráðingarfundurin við maskinmeistararnar var 26. september 2003. Sátt- málarnir við hesi feløg gingu út 1. oktober 2003. Hóast tingingarnar verða førdar í hvør sínum spori, er stillstøða komin í or- sakað av viðurskiftum, sum hava samband við komandi Suðuroyarferjuna hjá Strandfaraskipum Land- sins. Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur sett fram sjónarmiðið um, at ein ávís vaktarskipan skal verða galdandi umborð. Hesum kravi sær Fíggjar- málaráðið seg ikki føra fyri at eftirlíka, tí tað ber í sær, at ferðaætlanin fyri nýggju ferjuna gerst sera óliðilig og skapar trupulleikar hjá Strandfaraskipum Landsins og ikki minst teimum ferð- andi. Maskinmeistarafelagið hevur alment boðað frá støðu sínari, sum er, at fe- lagið ikki vil hava samráð- ingar um Suðuroyarferjuna at vera partur av samráð- ingunum, sum byrjaðu í september. Fíggjarmálaráð- ið kann ikki góðtaka hesa støðuna hjá maskinmeist- arunum. Neyðugt er at hava sáttmálaviðurskiftini fyri nýggja skipið avgreidd í góðari tíð, soleiðis at einki er í vegin fyri, at skipið kann setast í sigling so skjótt, tað ber til. Skipið verður latið eigarunum í heyst. Tingingarnar við Maskinmeistarafelagið hava seinastu tíðina staðið so mikið stillar, at partarnir í semju hava sent boð eftir semingsfólkunum Alfred Petersen og Jógvan Amons- son. Semingsmenninir hava útsett eitt møguligt verkfall til 27. mars. Enn er ógreitt, nær semingsmenninir fara at royna at finna eina semju millum partarnar. Í tingingunum við Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur ikki verið neyðugt at senda boð eftir semings- fólkum enn. Lønardeilin hjá Fíggjar- málaráðnum hjálpir fegin við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Fíggjarmálaráðið hevur telefon 35 22 00. Stígur í samráðingum Í dag 5. marts hevur Óluva Jensen í Skopun arbeitt 25 ár sum heima- hjálpari. Starvsfólkið á heima- røktini møtast á ellisheiminum Norðuri á Skeri kl. 14.00 í dag til móttøku. Hesi 25 árini Óluva hevur arbeitt sum heimahjálp, hevur hon tikið sær sera væl av temum gomlu bæði í og uttan fyri arbeiðstíð. Hon hevur verið í skúlanevndini í Skopun og í skúlastýrinum fyri Meginskúlan. Hon er eisini virkin limur í Sandoyar Javnaðarfelag. Hon var í mong sunnudagsskúla- lærari í Betania í Skopun. Óluva er sera arbeiðssom og er ófør at kokkast og at gera mat til t.d. ervi, brúdleyp og veitslur. Hon er ein av teimum trúføstu, sum altíð minnist til síni nærmastu og er altíð klár við eini hjálpandi hond uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í mið- depulin. Hon er gift við Peturi Jensen úr Skopun, tey fingu trý børn, Leinu, Jákup Eli og Marjun. Leina and- aðist í 1977 bert 10 ára gomul. Óluva eigur eisini tvey ommubørn, sum hon tekur sær nógv av. Óluvu verður ynskt hjartaliga tillukku við starvsdegnum. x NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætismaður í Kesarea. Navnið merkir hin guðelskandi. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin 6. februar 2004 so hugnaligan og minnisríkan. Túsund takk fyri gávur, blómur, fjarrit og uppringingar, takk til øll, sum hjálptu til uppá ymiskar mátar. Heilsan Suffía og John Høj Í dag, 5. mars, fyllir Anna Askham í Havn 103 ár. Hon hevur tað framvegis gott, er frammi hvønn dag og trívist væl á Ellisheim- inum. Anna er úr Havn, for- eldrini vóru Sofía og Jákup Mørkøre, mamman úr Kollafirði og pápin úr Leir- vík. Hon giftist við Símun Asham úr Havn, sum hevði Askhams Smiðju í Lítluvík saman við brøðrunum Tórsteini og Archibald. Anna og Símun fingu átta børn, har tvey av teim- um doyðu sum smá. Hini seks børnini eru: Bergtóra, ið er gift við John Justinus- sen úr Havn, og býr í Havn, Torleif, ið er giftur við Marjun Gøthe úr Norðra- gøtu, tey búgva í Løgstør í Danmark, Svenn, ið er giftur við Elin Beder úr Vági, og býr í Havn, Sonja, ið er gift við Róki Dals- gaard úr Skálavík, og býr í Havn, Martha, ið er gift við Hans David Johansen, og býr á Strondum, og Jo- hannes Juul, ið er giftur við Gunnvá Nolsøe úr Vági, og býr í Havn. Anna hevði sera gott handalag, hon hevur prógv frá Kunstflidsskolen, og hon hevur t.d. seymað fløgg fyri ítróttarfeløg og hópin av øðrum pløggum. Sum ung tók hon nógvar myndir, sum hon fram- kallaði sjálv. Alt hetta gjørdi hon hóast hon hevði stórt hús at passa og ikki minst at vaska klæðir hjá manni og synum, sum teir flestu vóru maskin- og smiðumenn. Føðingardagurin verður hildin á Ellisheiminum 5. mars millum kl. 16.00 og 19.00. Anna Askham 103 ár: Elsta fólkið í Føroyum fyllir í dag 103 ár Í dag, 5. mars, verður elsta fólk í Føroyum, Anna Askham, 103 ár. Dagurin verður hildin á Ellisheiminum millum kl. 16.00 og 19.00. Fríggjadagin 27. februar var seinasti arbeiðsdagur hjá Martini Magnussen og Werner Petersen, sum hava starvast hjá Landsverkfrøðinginu m á Lambareiði í ávikavist 40 og 20 ár Í sambandi við at Martin Magnussen og Werner Petersen, sum hava starvast hjá Landsverkfrøðingin- um, høvdu sín seinasta arbeiðsdag fríggjadagin 27. februar, var skipað fyri eini hugnaligari móttøku í kantinuni hjá Landsverk- frøðinginum á Lambareiði hendan dagin. Eini 30 fólk komu saman at siga teimum báðum far- væl og takka fyri góða samstarvið øll hesi mongu árini. Umframt samstarvs- felagarnar á Lambareiði vóru Oyvindur Brimnes, stjóri, Óli M. Petersen, leið- ari á framleiðsludeildini, Jólsvein Joensen, rakstrar- verkfrøðingur á framleið- deildini og Súsanna Mc. Birnie undir Leitinum, kunningarfólk við úr Havn. Borðreitt var við smyrji- breyði og einum drekka- munni aftur við. Umframt stjóran, Oyvind Brimnes, helt eisini leiðarin á framleiðsludeildini hjá LV í Havn, Óli M. Petersen, eina talu fyri teimum báð- um. Økisleiðarin í Eystur- oynni, Árni Jacobsen nýtti eisini høvi at takka teimum fyri tíðina, og Jólsvein Joensen segði nøkur orð á vegnum, tá ið hann handaði teimum blómur frá stovn- inum. Martin Magnussen er føddur í 1934. Tá ið landið í 1964 yvirtók umsitingina av vegunum, var Niels Pauli Hansen settur sum økisleiðari (vegaumsjónar- maður) fyri Eysturoynna, og Martin var settur í starv hjá Niels Paula 1. mars 1964. Fyrstu árini koyrdi hann maskinur og var við til at byggja knúsiverkið á Lambareiði, sum byrjaði at knúsa grót í 1965. Hetta verkið var bygt til at fram- leiða tilfar til viðlíkahald av vegakervinum og til asfal- teringar av hesum, sum byrjaðu tá. Fyrsta asfalteringin í Eysturoynni var frá Skipa- nesi og inn eftir í september 1966. Í 1968 var Martin alment settur sum formaður á Skervverkinum á Lamb- areiði, og tá vóru 23 mans á verkinum. Werner Petersen er føddur í Rituvík í 1932. Hann byrjaði at arbeiða hjá Landsverkfrøðinginum 2. februar, 1985. Hann var fyrst í smiðjuni á Lambar- eiði og síðan á skervverk- inum frá 1987-1992, har hann hevði ábyrgdina av viðlíkahaldinum. Frá 1993- 2002 røkti hann skervverk- ið frá smiðjuni á Lambar- eiði og fram til í dag, hevur hann verið í viðlíka-hald- inum og rikið verkið uppi á Hústoft. Landsverkfrøðingurin: Martin og Werner seinasta starvsdag á Lambareiði Oyvindur Brimnes, stjóri, takkar Werner fyri trúgva tænastu Mynd: Árni Jacobsen / Landsverkfrøðingurin Oyvindur Brimnes, stjóri, takkar Martini fyri trúgva tænastu øll 40 árini Mynd: Árni Jacobsen / Landsverkfrøðingurin Óluva Jensen, Skopun: 25 ára starvsdag sum heimahjálpari C M Y K 13 12