Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2004 15 Noreg hevur harðar kostir uttanfyri ES, tí avtalan við felags- skapin leggur ikki upp til meirvirking av fiskavørum í Noregi. Avtalan leggur hin- vegin upp til útflutn- ing av óvirkaðum fiski fiski og hálv- lidnum fiskavørum NOREG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Avtalan, sum Noreg hevur við ES, avmarkar møgu- leikarnar hjá norsku fram- leiðsluvinnuni at selja sínar virkaðu fiskavørur til ES. At kostnaðarstøðið í Noregi eisini er høgt, er búldur omaná sár. Tí er ikki óhugs- andi, at vinnan fram við norsku strondini verður noydd at "flagga út" til lond við lægri framleiðslukostn- aði. Avtalan við ES av- markar snøgt sagt, hvat kann framleiðast í Noregi. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er greina- stubbi um hesi viðurskifti. Økjast við góðsking - Tolltakstirnir verja vinn- una í ES móti norskari kapping, sigur næstfor- maðurin í tí, sum norðmenn kalla, "Kysten inn i EU", Amund Ringdal. Hann vísir á, at tolltakst- irnir økjast við øktari góðsking. - Okkara framleiðarar sleppa við lágum tolli, um fiskurin verður sendur óviðgjørdur ella minni við- gjørdur til ídnaðarlondini í ES. Hinvegin er tollurin væl hægri, um norskir framleiðarar velja at kapp- ast við framleiðararnar í ES við lidnum vørum. Ringdal tekur toskin sum dømi. - Heilur fiskur ella flak geva ongar trupulleikar. Men ynskir framleiðarin at gera lidnar vørur, eitt nú saltfisk við tomatum, olju og leyki, gerst tollurin so høgur, at ikki ber til at kappast. Sama er galdandi fyri flestu vørur úr havin- um. Aftrat saltfiskinum nevn- ir Ringdal hvítleyksmari- neraðar skeljar, royktan laks og sild til viðskera. - Allar hesar vørur hava høgan toll í ES. Ídnaðurin hvørvur Hann vísir á, at er fiskurin heilur ella bert skorin til flak, er lítil og eingin tollur. Tí hava norsk virkir lagt seg eftir at framleiða hálv- virkaðar vørur og ikki lidn- ar vørur. Norsk virkir kappast annars við láglønarlond um framleiðslu av einfaldum fiskavørum í staðin fyri at leggja seg eftir vørum, sum krevja meira vitan og sum áttu at kastað meira av sær. - Hetta kann koma at merkja, at fiskiídnaðurin fram við norsku strondini hvørvur, heldur Amund Ringdal. Seinnu árini hevur Noreg miðvíst økt um útflutningin til Eysturevropu, men nú fleiri av hesum londum fara inn í ES, gerast trupulleik- arnir á nýggju marknað- unum teir somu. Triðjalandsfiskur Á heimasíðuni veit Vinnu- húsið at siga, at samstund- is, sum norska vinnan gremur seg um vánaligar karmar uttanfyri ES, fegn- ast danski fiskiídnaðurin um, at tað nú verður lættari at innflyta rávøru úr triðjalondum. Danmark útflytir árliga fyri 18 miljardir krónur av virkaðum fiskavørum. - Danski ídnaðurin óttast fylgjurnar av stóra niður- skurðinum í kvotunum í Norðsjónum. Men nú hava ES-londini gjørt semju um at gera tað lættari at inn- flyta rávøru úr triðjalond- um uttan tollavmarkingar, skrivar Vinnuhúsið. ES verjir um sítt »kongaríki« Tað eru limir í Sunda- kórinum, sum hava tikið stig til tiltakið í Eydnuni á Oyrar- bakka TILTAK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 20. mars skipa fólk í Sundalagnum fyri einum "Syngið við" tiltaki í Eydn- uni á Oyrarbakka. Connie Joensen, fyrrver- andi formaður í Ung- mannafelagnum Eydnuni, sigur, at hetta verður eitt líknandi tiltak sum tey, vit kenna frá SvF-sendingun- um nýggjársaftan. Stórt tiltak - Ungmannafelagið hevur einar 150-200 limir, og hes- ir kunnu bjóða tilsamans 5 vinum og kenningum við til tiltakið, sigur hon. Sum skilst, ætla sunda- lagsfólk rættiliga at hugna sær hetta kvøldið. Tað eru nøkur fólk í Sundakórinum, sum hava tikið stig til kvøldið. Sundakórið Sundakórið, sum bert hev- ur eitt ár á baki, telir einar 30 limir, og sum skilst, er áhugin fyri kórinum stórur í Sundalagnum. Kórleiðari er Hans Olivur Joensen, sum annars er tónleikalærari í Havn. Sundakórið er mannað bæði við kvinnum og mon- num, ungum sum tilkom- num. Borgarafundur í Nólsoy Limir í Sundakórinum, sum bert hevur eitt ár á baki, taka nú stig til eitt "Syngið við" kvøld í Eydnuni á Oyrarbakka. Í Sundalagnum er eisini ein nýggjur tónleika- bólkur, Í-Cast, sum framførdi sang og tónleik í Eydnuni á Oyrarbakka mánakvøldið Tey fara at »syngja við« á Oyrarbakka NÓLSOY Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin 13. mars verður borgarafundur í Nólsoy um ætlaðu sam- anleggingina við Tórs- havnar kommunu. Eina viku seinni verður veg- leiðandi fólkaatkvøða, og tá fæst at vita, hvat nóls- oyingar halda um ein- mæltu samtyktina hjá bygdarráðnum í Nólsoy um at leggja saman við høvuðsstaðarkomm- ununi. Bygdarráðið sigur, at aðaltankin aftanfyri sam- anleggingina er: 1) at gera kommunurnar betur førar fyri at veita borgar- unum betri tænastur í einum nútíðarsamfelag, 2) við samskipan at effektivisera og rationali- sera planleggingina og raksturin av komm- ununum, 3) at fáa størri nyttu úr íløgum, ið longu eru gjørdar ella eru í gerð og harvið forða fyri skeivum "dupultum" íløgum, 4) at kommun- urnar standa sterkari í kapping við útlandið um arbeiðspláss, og at allir borgarar, hvar teir so enn búgva í sameindu kommununi, skulu hava somu skyldur og somu rætt-indi. Avgerðin liggur í hondunum á bygdar- fólkinum í Nólsoy, ið sum nevnt verða kunn- aði um ætlaðu saman- leggingina á fundi í kom- andi viku. 15 14 Nr. 45 - 5. mars 2004 Á Kollafjord Pelagic eru tey farin at royndarkoyra nýggja frystiútbúnaðin, sum settur er upp á virk- inum. Ruth er fyrsti báturin, sum landar til virkið eftir endurreisingina KOLLAFJØRÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn hevur Kollafjord Pela- gic ikki alment boðað frá, at virkið tekur ímóti fiski til innfrystingar, men stjórin, Sofus Poulsen, vónar, at royndarkoyringin, sum nú fer fram, verður so mikið positiv, at tann dagurin ikki liggur langt frammi. 500 tons av sild Fyrsta skipið, sum landar til Kollafjord Pelagic nú eftir endurreisingina og nútímansgerðina, er nóta- báturin, Ruth hjá Gulaki Madsen í Hirtshals. Sofus Poulsen sigur, at teir byrjaðu at landa Ruth hósmorgunin, og helst gongur allur dagurin í dag, áðrenn tey 500 tonsini av sild, sum skipið hevði inni, eru komin upp úr skipinum. - Hetta er sum nevnt ein "test", nú eftir at nýggj frystiútgerð er sett upp á virkinum. Stjórin vísir á, at fyrr enn hendan royndin er liðug, er ógjørligt at siga, hvussu nýggi útbúnaðurin virkar í verki. - Men vit vóna, at alt gongur væl, soleiðis at virkið kann fara undir veru- liga móttøku og innfrysting skjótast tilber. Sofus sigur, at sildin, sum Ruth landar, er lut- falsliga smá. Hon verður skild í tvær støddir, pakkað í 20 kilo eskjur og heilfryst. - Á virkinum kunnu vit skilja í fýra støddir, men tá ið fiskurin er smáur, verður hann, sum í hesum førin- um, skildur í tvær støddir. Arbeiða í vaktum Átta fólk eru burtur av knýtt at Kollafjord Pelagic, men tá ið fiskur er, verða eini 17-18 fólk til arbeiðis á hvørji vaktini umframt tey átta í føstum starvi Sofus sigur, at arbeitt verður uttan steðg, til veið- an, sum skipini koma við, er fingin til høldar. - Nú vit gera hesa roynd- ina, hava vit biðið nøkur fólk komið til arbeiðis. Enn duga vit ikki at siga, hvussu tað verður at fáa fólk til tað arbeiði, sum væntandi verður á virkinum, tá ið gongd er komin á. Stjórin vísir á, at arbeiði á Kollafjord Pelagic verður eftir, hvussu skipini koma inn at landa. - Vit kunnu ikki rokna við, at arbeitt verður hvønn dag á virkinum, og hetta noyðast tey, sum verða í starvi hjá okkum, at laga seg eftir, sigur stjórin, Sofus Poulsen, sum annars hevur verið stjóri á Rækju- og skeljavirkinum á Oyri í fleiri ár. Maskinurnar eru nú aftur farnar at koyra á Kollafjord Pelagic eftir endurreisingina og nútímansgerðina. Nótaskipið, Ruth, er fyrsta skipið, sum landar til virkið undir nýggju eigarunum Mynd: Jonhard Hammer Kollafjord Pelagic verður royndarkoyrt C M Y K 14