fríggjadagur 5. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 45 - 5. mars 2004
Nr. 45 - 5. mars 2004
17
"Ongin, sum sleppur
at buka mínar
trummur, fer út á
gøtuna at buka fólk
av", sigur Karl Anton
Klein, tónleikalærari.
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Tá vit komu inn her fyri
góðum tveimum árum síð-
ani, var øll hæddin, sum
hon var, eitt slumm, sigur
Karl Anton Klein, ið um-
situr
venjingarhølini
á
ovastu hædd á Margarin-
fabrikkkini í Havn. Og eg
skilji væl at hølini ongan
góðan áttu, tí her var onki
at vera góður við. Myrkir
og daprir litir á veggunum,
óruddiligt og illa hildið.
Avgjørt ikki eitt hugaligt
stað at skapa list í. Men her
vóru nakrir møguleikar,
sum eg ikki vildi lata
gleppa okkum av hondum.
Og við stórari vælvild frá
Tórshavnar Býráð og eini
rúgvu av øðrum góðum
kreftum gjørdist slummið
til ein virkna tónlistarligan
miðdepil - tann einasta av
sínum slag í Føroyum.
Karl
Anton
gjørdist
leiðari og ART, Áhugafelag
Rocktónleikarana, gjørdi
sína innrás. Ein partur varð
innrættaður til undirvísing-
arhøli, meðan ymsir tón-
leikabólkar fingu til upp-
gávu at seta tey 7 venj-
ingarhølini í stand.
Rásarúm
Tað var her, bólkar sum
McHár, Fluffy Toys, Hate-
speach, All That Rain,
Mold, Makrel og aðrir
fingu luft undir veingirnar.
So teir 50 næmingarnir og
7 tónleikabólkarnir, sum
halda til í húsinum, hava
okkurt at síggja fram til. Og
longu í næsta mánað fara
tveir av bólkunum, 48
Pages og Speaker, til Ísland
at royna seg.
Tað kann ljóða nakað
buldraligt, men tað er bæði
stuttligt og læruríkt at fáast
við hesi ungu, sigur Karl
Anton. At tað skal vera so
strævið og ótakksamt at
fáast við ung fólk, sigur
meir um tey, sum siga tað,
enn um tey ungu. Gev teim-
um tíð og góðar umstøður
at gera tað, tey duga og
tíma. Lat tey sleppa at
brúka sína orku og sítt
hugflog til at skapa nakað,
so tey sleppa frá at fara út á
gøturnar at sláa seg leysan.
Eg eri púra vísur í, at ongin,
sum sleppur at buka mínar
trummur, fer út at buka
nakra ommu á gøtuni.
Fyri at alt skal ganga so
lagaliga fyri seg sum gjør-
ligt, er sjálvandi neyðugt
við reglum. Vit hava eina
einfalda meginreglu, sum
sigur, at ongin skal vera til
ampa fyri nakran annan,
hvørki fyri okkum inni í
húsinum ella fyri grannar-
nar. Tað merkir millum
annað, at vindeygu skulu
vera latin aftur, tá vit tey
venja og at ongin skal
ganga og mala fullur runt
herinni. Og forrestin hava
vit eisini roykiforboð, og
tað er heldur ongin trupul-
leiki.
So jú, jú. Her er skil í,
men fyrst og fremst spæla
vit tónleik og hava tað stutt-
ligt, meðan vit ganga og
droyma um at fáa munandi
meir rásarúm, sigur Karl
Anton.
Nógvir um boðið
Tónleikabólkarnir,
sum
húsast her, gjalda 600 kr
um mánaðin og hava so
sjálvir ábyrgdina av teirra
høli. Í samráð við Karl
Anton kunnu teir lána hølið
til aðrar bólkar, og teir eru
altíð nógvir um boðið.
Men hvørja viku má Karl
Anton siga nei, tá vónar-
ríkir ungir tónleikarar koma
at spyrja um eitt høli at
venja í. Hevði eg so um
ikki annað kunna víst
teimum á onkur onnur høli,
men tað fái eg heldur ikki,
Rockur og rásarúm
Karl Anton Klein leggur teimum ungu lag á í Margarinfabrikkini: – Tað ræður um at spæla upp á teir røttu streingirnar
Mynd: Jan Müller
tí tey finnast ikki. Tað ein-
asta, eg kann ráða teimum
til, er at spyrja onkran vin-
arligan skúlastjóra, um ikki
onkur skúlastova stendur
tóm um kvøldarnar. Men
tað letur til, at tú skalt vera
meir enn vanliga heppin,
um tað eydnast.
Eg unni ítróttinum hvørja
einastu krónu tey fáa, men
eg skilji ikki, hví tað skal
vera so stórur munur á um-
støðunum, tey ymsu frí-
tíðarvirksemini hava at
virka í. Spælir tú til dømis
hondbólt her í Havn, hevur
tú eini tríggjar stórar og
góðar hallir at velja ímill-
um. Og skal tú spæla dyst í
vikuskiftinum móti Stjørn-
ini, verður tað í eini høll,
har tað er pláss fyri, at fleiri
hundra áskoðarar kunnu
koma at hyggja. Sami
hondbóltsleikari
spælir
kanska eisini guitar í frí-
tíðini. Tá hann fer at venja
tónleik, hevur hann bara
eitt stað at velja í, um hann
also er ein av teimum
hepnu. Og hann skal hava
rættiliga spískar alboðar,
skal hann sleppa framat í
onkrum av teimum størru
mentanarhúsunum at fram-
føra sín tónleik.
Mugu byrja
onkustaðni
Við at gera umstøðurnar
hjá ungum tónleikarum so
truplar, siga vit samstundis
við tey, at vit ikki rættiliga
taka tey og teirra dreymar í
álvara. Og eg skilji væl, um
tey ikki tíma at brúka meir
orku uppá nakað, myndug-
leikarnir halda vera tað
bera tvætl.
Onkustaðni hongur hetta
als ikki saman, tí vit eru jú
øll sera errin av teimum
føroysku
tónleikarnum,
sum seinastu árini hava
staðið ovast á breddanum
herheima og uttanlanda.
Men onki kemur av ongum.
Eg haldi at vit gloyma, at
sjálvt teir best vælumtóktu
og dugnaligastu tónleik-
arnir eisini máttu byrja
onkustaðni. Teirra avrik eru
ikki bert eitt úrslit av ser-
ligum tónlistarligum gáv-
um. Tí uttan stimbrandi
lærarar og góðar umstøður
høvdu tey jú ikki havt
møguleika at ment hesar
gávur.
Onki at bíða við
Eg tími ikki at grenja, sigur
Karl Anton, men tað hevði
verið hugaligt, um vit
høvdu líka stóra ávirkan á
kommunir og býráð, sum
ítróttarfeløgini hava. Sum
er, hava vit ein bráfeingis
tørv á eini 30 venjingarhøl-
um afturat. Ongin sigur, at
tað skulu vera stásilig høli,
sum kosta milliónaupp-
hæddir. Men eg skilji ikki,
hví man ikki hevur tón-
leikin í huga, tá skúlar
verða bygdir ella umvældir.
Tað er eitt sindur løgið, at
fimleikarhøllir og serhøli
av alskyns slagi hava sítt
sjálvsagda pláss, meðan
tónleikurin ongantíð rætti-
liga sleppur framat.
Ongum nýtist at bíða
eftir ágrýtnum og dugna-
ligum tónleikarum. Teir eru
her hvønn dag og summir
longu á veg upp á teir stóru
pallirnar ella út í heim.
Eg vildi bara ynskt, at
allir teir, sum standa og
bíða eisini skjótt fingu
møguleikan, sigur Karl
Anton Klein, at enda.
Karl Anton saman
við manningunum
hjá Speaker og 48
pages, ið fara til
Íslands at hava
konsertir í næstum
Mynd: Jan Müller
Karl Anton í tí rætta esssinum, í sínum egna lítla Paradísi í Margarinfabrikkini
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
17
16