Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 • fríggjadagur • 5. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Á Skála iðra tey seg um, at tey ikki eru heilt frammi í oddin- um í gullstríðnum í manshondbólti. Men støðan kundi kanska verið øðrvísi, var tað ikki fyri eitt dómara- mistak í dystinum móti Neistanum herfyri HONDBÓLTSLÓGIR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Floytuljóðið frá tíðtak- ara/skrivara steðgar í prins- ippinum dystinum og alt tað, sum hendir eftir hetta verður ógildað, tó undan- tikið persónligar revsingar. Tað vil siga, at gul kort, útvísingar v.m., sum verða givin í tíðarbilinum millum floytuljóðið og tekini frá dómarunum um at steðga dystinum, verður gald- andi.« Dómaramistak gav Neistanum fyrimun Framhald á síðu 20 Eina løtu spurdist rættiligt rok burturúr, tá strandingar mettu dómararnar hava dømt skeivt, tá teir góðkendu málið hjá Neistanum til 29- 27. Og nú eisini staðfest, at strandingar høvdu alla orsøk til at mótmæla avgerðini Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 45 - 5. mars 2004 UTTAN ÚR HEIMI Arabiskir eygleiðarar vænta, at harðskapur- in í Irak teir seinastu dagarnar fer at halda fram, og at vandin fyri borgarakríggi veksur í hvørjum IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn hava tey blóðugu bumbuálopini á teir iraksku shiamuslimarnar seinasta týsdag ikki elvt til hevndar- álop, og teir fremstu leiðar- arnir hjá shiamuslimunun- um hava mælt sínum við- haldsfólki til at vísa hógv. Men arabiskir eygleiðar- ar eru alt annað enn sann- førdir um, at tað verður so. Teir siga seg hava sæð fleiri tekin til, at harðskapurin fer at vinda upp á seg, og at tað kann enda við einum veru- ligum borgarakríggi. Mill- um annað vísa teir á, at USA ætlar at taka sínar hermenn úr fleiri býum og at lata irakskar løgreglu- menn taka við eftirlitinum. Eitt sera vandamikið stig siga teir arabisku eygleið- ararnir. Shiamuslimski leiðarin ayatollah Hadi al Muddar- esi segði í gjár, at tað vóru víðgongdir sunnimuslimar, sum skipaðu fyri atsóknun- um týsdagin, og at teirra mál er at elva til borgara- kríggj. Menn hann vissaði umheimin um, at shiamus- limarnir fara ikki upp í eitt nýtt stríð. Mustafa Elwy Seif, sum er professari á lærda amer- ikanska háskúlanum í Kairo, sigur, at amerik- anska avgerðin at taka her- meninar úr summum irakskum býum kann gerast júst tað stigið, sum kann enda við einum borgara- kríggi. – Verða teir amerikonsku hermenninir tiknir úr teimum sunnimuslimsku býunum, kann tað hava við sær, at shiamuslimarnir fara inn í býirnar fyri at tryggja lóg og landaskil. Tað fer at økja spenningin ímillum sunnimuslimar og shiamuslimar og kann enda við borgarakríggi, sigur tann egyptiski professarin. Vænta sær valdið Sjálvur roknar hann við, at teir shiamuslimsku leiðar- arnir royna at fáa shiamus- limarnar at halda sær í skinninum, tí teir vænta at fáa valdið í Irak, tá val verður. Shiamuslimarnir eru 60 prosent av irakska fólkinum. Men skuldi tað hent, at amerikanska her- setingin verður ov drúgv, ella at tann demokratiska skipanin ikki gevur shia- muslimunum tað vald, teir vænta at fáa, kan myndin skjótt broytast, sigur Mus- tafa Elwy Seif, professari. Ein annar viðurkendur arabiskur eygleiðari, Ah- mad Yusef Ahmad, sum er stjóri á arabiska mentanar- stovninum í Kairo, heldur eisini, at vandin fyri borg- arakríggi í Irak er stórur. Hann stúrir serliga fyri, hvat kann henda upp undir tað ætlaða valið. – Í triðja heiminum hoyra val og harðskapur saman. Tá tað snýr seg um Irak, er torført at siga, hvat slag av harðskapi vit kunnu vænta okkum. Tað kann enda við borgarakríggi, men tað kann eisini enda við, at shiamuslimar og sunni- muslimar taka seg saman til eitt kríggj ímóti herset- ingarvaldinum, sigur Ah- mad Yusef Ahmad. Hann er samdur við Mus- tafa Elwy Seif um, at shia- muslimarnir royna at halda seg í skinninum, tí teir vænta at fáa valdið í landin- um, tá val verður. Men hesin friðurin er skroypi- ligur, sigur hann. – Fáa shiamuslimarnir minstu kenslu av, at USA snýtir teir, verður tað útlendska hersetingarvaldið álopsmálið, sigur Ahmad Elwy Ahmad. Vandi fyri borgarakríggi í Irak Hava ikki rætt til ein verja Milliónir hava ov lítið at eta Útlendingar, sum sita fangar í Guantanamo, hava ikki rætt til at hava ein verja hjá sær, tá avgerast skal, um teir skulu latast leysir ella verða sitandi í fangaleguni. FANGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanska verjumála- ráðið Pentagon kunngjørdi í gjár, at útlendingarnir í Guantamamo-fangaleguni kunnu fáa stuðul frá einum embætismanni hjá verju- málaráðnum, men teir hava ikki rætt til at hava ein verja hjá sær, tá avgerð skal tak- ast um, hvørt teir skulu lat- ast leysir ella verða sitandi í leguni. Myndugleikarnir í teim- um londunum, sum fangar- nir eru úr, fáa heldur ikki atgongd til rættarhølið, har avgerðin verður tikin, men teir kunnu senda amerik- onsku myndugleikunum eitt skriv um fangan og støðu hansara, skrivar Reuters. Pentagon sigur, at viður- skiftini hjá teimum ein- støku fangunum verða við- gjørd hvør sær, og tað fekk í gjár mannarættindafelags- skapin Human Rights Watch at siga, at USA ætlar at hava teir flestu fangarnar sitandi í Guantanamo í fleiri ár. Sambært amerikonsku myndugleikunum eru um- leið 640 fangar í Guantana- mo-leguni. Í 38 londum er mat- trot, og í Afrika hava fleiri milliónir ov lítið at eta MATTROT Árni Joensen fartekst@mail.dk Turkur, eyðkvæmi og vápn- aðar ósemjur hava elvt til mattrot í helminginum av teimum afrikonsku londun- um. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing hjá ST- matvørustovninum FAO. Í frágreiðingini verður sagt, at fólk í 38 londum kring heimin hava ov lítið til matna. 24 av hesum londunum eru í Afrika, sjey í Asia og fimm í Latín- amerika. Men Evropa er eisini í yvirlitinum, tí sam- bært FAO hava fólk í Kek- enia og Serbia-Montenegro heldur ikki nóg mikið til matna. Áhaldandi turkur í pørt- um av Afrika hevur gjørt, at 7,2 milliónir fólk í Etiopia og 3,6 milliónir fólk í Sudan líða av mattroti. Í Eritrea fáa 1,9 millión fólk ov lítið at eta, og tað sama er galdandi fyri meiri enn tríggjar milliónir fólk í Tanzania og Uganda, 1,2 millión í Kenya og 580.000 fólk í Somalia, sigur FAO. Tað prutlar undir lokinum í Irak, og vandin fyri borgarakríggi veksur í hvørjum, siga arabiskir eygleiðarar C M Y K 18