Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2004 21 Mansliðið hjá Kyndli tykist hava rakt eina form-niðurgongd júst nú, teir ikki hava ráð til. Mikukvøldið vórðu teir so dyggi- liga settir upp á pláss av StÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kyndil-StÍF. StÍF-Kyndil. Bara heitið á dystinum hev- ur tey mongu seinnu árini borga fyri góðsku av slík- um slag, sum sjáldan sæst í føroyskum hondbólti. Onk- ursvegna hevur tað mest sum altíð lagað seg soleið- is, at dystirnir millum liðini bæði hava átt alt tað, sum áskoðarar tráða eftir at síggja hvønn tann einasta sunnudag. Ferð, dramatikk, gott spæl í bæði verju og álopi blandað saman við framúrskarandi einmansav- rikum munnu vera grund- elementini í hesum, og tí hevur upplivingin við hes- um dystum ofta verið sum at fáa sær ein sjáldsama góðan bita á eini fínari mat- stovu. Stutt sagt reint krás fyri áskoðararnar. Ikki eins gott Tað skal tó verða sagt, at í so máta mundi dysturin millum liðini bæði miku- kvøldið ikki liva upp til lovandi orðini omanfyri. Til tíðir var talan um gott spæl – serliga frá StÍF – og til tíðir var eisini um reppið, at veruligur spenningur kom í dystin, men heildarmeting- in sigur tó, at talan ikki var um ein dyst, sum lyfti seg langt upp um miðalkarakt- erin, sum føroyskir dystir fáa. Orsøkin til hetta var kanska longu at finna í fyrstu minuttunum av dyst- inum, tá heimaliðið alt fyri eitt vann sær eina hampu- liga stóra leiðslu. Við góð- um verjuspæli og fullari ferð á álopinum var sera tungt hjá einum – hesa løt- una – illa koyrandi Kyndils- liði at fylgja við yvirhøvur. Og nakni veruleikin er eisini, at hevði Kyndil ikki havt fyrrverandi StÍF-mál- verjan, Johan Danielsen, í málinum hesa løtuna, hevði máltalvan víst nakað heilt annað og størri enn 6-2 leiðsluna, sum heimaliðið her vann sær. Kyndil fótaði sær tó nak- að, soleiðis at munurin ikki vakt tað heilt stóra eftir hetta. Johan stóð framvegis framúr væl í málinum, og hjálpin frá viðleikarunum batnaði eisini munandi eftir hesa fyrstu løtuna, men framvegis tóktist tó greitt, at strandingar vóru nakað væl betri enn oddaliðið á degnum. Hálvhjartað Hóast teir í steðginum vóru aftan fyri við fimm málum, so mundu teir í Kyndli hest ugga seg við minninum um tilsvarandi dystin í grund- spælinum, har tað eydnað- ist at venda eini annars tryggari StÍF-leiðslu. Kanska mundi onkur av áskoðarunum eisini fara at hugsa um hetta, tá Kyndil í seinna hálvleiki legði fyri at skjóta trý mál á rað, men leikararnir sjálvir høvdu tó sett í seg, at hetta so ikki skuldi henda aftur. Eftir lítla skelkin vóru teir skjót- ir at svara aftur. Ikki minst vóru teir báðir Johansen- beiggjarnir í essinum, og kvika fótskifti teirra fekk fleiri ferðir Kyndils-verjuna at líkjast onkrum, sum í besta føri hevði fingið skeivar skógvar á føturnar undan dystinum. Og hóast Kyndil enn einaferð royndi at svara aftur, nú StÍF hevði vunnið seg átta mál framum, so eydnaðist hetta ongan tíð meira enn partvíst. Eitt skifti varð munurin mink- aður niður í fýra mál, men tá Kyndil so misnýtti brots- kast, og StÍF í løtunum eftir hetta økti til fimm mál, var liðugt. Hvørki kropsliga ella sálarliga tóktust teir grønu hava nakað sum helst eftir í sær. Teir fingu kanska pyntað um endaliga úrslitið allar seinastu min- uttirnar, men tá vóru strandingar langt síðani farnir at gleðast um sigurin, so meira enn ein hálvhjart- að roynd gjørdist hetta ongantíð. Í aldudali Og kanska hevur StÍF við hesum sigrinum aftur meldað seg inn í oddastríð- ið, har teir annars meldaðu pass seinasta sunnudag. Sum er, so eru tó fram- vegis trý stig upp til oddin, so teir skulu í øllum førum hava hjálp, um tað skal koma somikið langt, men við tveimum havnarfeløg- unum, sum sínamillum stríðast um oddasessin og einum VÍF-liði, sum loks- ins tykist vera komið fyri seg, er hendan hjálpin ikki heilt óhugsandi. Spurning- urin er so bara, hvørt strandingar sjálvir eru førir fyri at halda støðinum á egnum spæli nóg høgt, soleiðis at teir kunnu gera sær dælt av møguligum mistøkum frá øðrum liðum. Og so er tað Kyndil. Teir hava alt árið hildið seg frammi á oddasessinum, men onkrusvegna tykist, sum hava teir í ringast hugsandi løtu valt at fara í ein lítlan aldudal. Seinastu dystirnir hava í nógvar mát- ar verið lítið sannførandi fyri eitt oddalið, og vinnur Neistin væntaða sigurin á KÍF um vikuskiftið, so eru teir heldur ikki oddalið longur. Tá munar tað lítið, at Kyndil hevur verið á odda frá fyrsta til 16. leik- umfar, um alt verður tveitt á gólvið seinastu fýra dyst- irnar! Dysturin í tølum StÍF-Kyndil 32-29 (20-15) Málskjúttar StÍF: Alexandur Johansen 9(2), Artur Johansen 6, Sveinur Justinussen 4, Mihai Marinescu 4, Andre F. Danielsen 4, Bent Djur- huus 2, Leivur Justinussen 2, Pauli Hansen 1 Kyndil: Josef Abrahamsen 10(6), Jacob Jónsson 7, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 3, Hans Áki Dal-Christiansen Brotskøst: StÍF 2, Kyndil 10 Útvísingar: StÍF 6, Kyndil 4 Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Í fleiri førum tóktust avgerðirnar bein- leiðis løgnar, og samanum- tikið var talan ikki um teirra besta dyst. Kanska eisini eitt tekin um, hvussu trupult tað er hjá einum dómaraparið at skula døma tveir dystir eitt gerandis- kvøld. Skal Kyndil gera sær vónir um FM, má skil fáast á spælið her og nú HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tað varð undan dystinum mikukvøldið roknað við, at nú Janus Einar Søren- sen aftur var tøkur hjá Kyndli, fór hetta at betra um møguleikarnar í endaspurtinum, men hó- ast hetta, so fekst einki stig aftur til Havnar mikukvøldið. Eftir dystin fingu vit orðið á Janus Einar, og hann var skjótur at stað- festa, at soleiðis sum Kyndil spælir í løtuni, so er langur vegur til nakað gullmerki. – Eg veit ikki hví, men humørið hjá okkum er snøgt sagt ikki nóg gott í løtuni. Vit hava í alt ár víst – og tað gera vit eis- ini í løtum í dag – at vit væl kunnu spæla góðan hondbólt. Vit burdu eis- ini verið uppsettir til dystin í dag, men onkurs- vegna tóktist tað, sum um vit ikki stríðast nóg væl. Tú skalt ikki spyrja hví, men eg veit bara, at tað er nakað, sum vit hava ráð til, nú bara fýra dystir eru eftir. Og spurdur, hvussu Kyndil kann lyfta seg upp aftur til seinastu av- gerandi dystirnar, eru boðini frá strikuspælar- anum greið. – Vit mugu bara koyra á. Geva okkum fult undir bæði venjing og dysti. Megna vit tað, so hava vit avgjørt møguleikan, sigur altso Janus Einar Sørensen at enda. StÍF-Kyndil 32-29 (20-15): Kyndil í aldudali Lagið má betrast Yvir ein breiðan kamb vóru tað strandingarnir, sum vóru omaná í dystinum móti Kyndli Mynd: Álvur Haraldsen – Humørið hjá okkum er snøgt sagt ikki nóg gott í løtuni, staðfesti Janus Einar Sørensen eftir dystin mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 45 - 5. mars 2004 Somikið greiðar eru regl- urnar um, hvussu hond- bóltsdómarar skulu fyri- halda seg til time-out regl- una, og hetta er nakað, sum hesi seinastu samdøgurini hevur verið tosað dúgliga um inni á Skála. Orsøkin til hetta er hend- ingin í dystinum millum mansliðini hjá StÍF og Neistanum seinasta sunnu- dagin. Við 45 sekundum eftir og støðuni, 28-27 til Neistan, bað Neista-venjar- in um Time-out. Dómaraborðið trýsti á floytuna, men ljóðið var ov veikt til at treingja ígjøgn- um dunið frá áskoðarunum, og á vøllinum leiktu teir bláu seg fram til møguleika og skoraðu. Eftirfylgjandi var nakað av roki, tá StÍF- leikararnir vildu hava, at málið skuldi kolldømast. Boðini frá dómarunum vóru tó greið. – Tað eru dómararnir, sum gera av, nær dysturin skal steðgast, og tá hvørki vit ella leikar- arnir høvdu ánilsi fyri, at time-out varð tikið, so taldi málið við, vóru boðini ta ferðina, og fyri fyrst tóktust øll eisini at seta seg til sætt- is við hesum. Men staðfestingin, sum hendan greingin byrjar við, broytir tó um hetta. Hevur dómaraborðið markerað fyri time-out, so steðgar dysturin. Eisini hóast dómararnir ikki varn- ast hetta. Tað merkir, at tá dómararnir fyrr ella seinni geva tekin til hetta, skal støðan bakkast aftur til løt- una, har trýst varð á floyt- una, og tað, sum hendi í tíð- arbilinum fram til marker- ingina frá dómarunum, er at kalla ikki hent. Undantakið er, um dómarar í hesum tíðarbili hava givið gul kort, tveir fingrar. Tá stendur hetta við, men í aðrar mátar skal dysturin bakkast aftur til útgangs- støðið. Hetta hava strandingar eisini fingið staðfest frá norska hondbóltssamband- inum, sum sigur, at talan her um altjóða reglur, og tí skuldi eingin ivi yvirhøvur verið um, at talan var um eitt dómaramistak, tá málið hjá Neistanum varð góð- kent. Hypotetiskir spurningar Og tað er heldur einki at ivast í, at talan var um eitt sera óheppið mistak. Skor- ingin til 29-27 avgjørdi definitivt dystin, og á stiga- talvuni var týdningurin av sigrinum eisini sjónligur. Har er tað nú Neistin, sum er næsti avbjóðarin hjá Kyndli, meðan StÍF við trimum stigum upp til odd- in ikki kann avgera nakað einsamalt. Um tann støðan hevði verið øðrvísi, um málið hjá Helga Justinussen ikki varð góðkent, er ein hypotetisk- ur spurningur. Men tað er greitt, at tey á Skála argast inn á hendan ivan. Hevði Neistin megnað at skora í nýggjum álopi? Og um ikki, hevði StÍF so havt tíð til eitt seinasta álop? Og hevði StÍF so kanska eisini javnað? Tað eru spurningarnir, sum tey á Skála seta sær, men tey skulu neyvan vænta sær nakað svar. Sum skilst, so hava stranding- arnir heldur ikki nakra ætl- an um at kæra avgerðina við nýggjum dysti fyri eyga, og í prinsippinum er hetta eisini ov seint, nú meira enn 48 tímar eru lidnir síðani dystin. Framhald av síðu 19 Landsliðsleikarin Jákup á Borg fær í dag høvi at vísa venjara sínum, hvørjar dygdir hann hevur Liðið hjá Jákup í Borg, OB, spælir í dag dyst móti svenska liðnum Djurgården í einum dysti í sambandi við eina lítla kapping í Århus. Venjarin hjá OB, Troels Bech, sigur við út- varpssendingina OB on Air, at Jákup fær møguleik- an í dystinum í Århus. Venjarin sigur eisini, at tað er umráðandi at fáa Jákup við til dyst beinan vegin, so at hann finnur seg til rættis saman við nýggju liðfeløg- unum. -tn Hondbóltssamband ið fer ikki av sínum eintingum at áseta nýggjan dyst millum StÍF og Neistan, men tey ásanna, at talan er um ein ítøkiligan trupulleika, sum nakað má gerast við HONDBÓLTSLÓGIR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kappingarleiðari hjá Hondbóltssambandinum er Jógvan Martin Mørk. Og tá vit hósmorgunin vístu honum á boðini, sum StÍF hevði fingið úr Noreg, og á støðuna, sum føroyska Dómarafelagið hevur tikið í málinum, er hann skjótur at staðfesta, at her er talan um ein trupulleika. – Tað er einki at ivast í, at her eru nøkur viður- skifti, sum mugu betrast. Talan er fjórðu hendinga í ár, har talan er um trup- ulleikar í samskiftinum millum dómaraborð og dómarar. Hetta skal ikki skiljast sum nøkur at- finning, tí í flestu førum er talan um góð fólk við drúgvum royndum, sum sita við dómaraborðið, men tá slík mistøk henda, so mugu vit royna at fáa tingini í rættlag. – Og tað er einki at ivast í, at talan í hesum førinum er um eitt sera óheppið mistak, sum møguliga kundi ávirkað endaliga úrslitið. Men kanska kundi trupulleik- in her verið loystur við nøkrum so einføldum sum einum betri horni til dómaraborðið, staðfestir hann. Og tá vit at enda spyrja, hvørt HSF kanska fer at taka málið upp til viðgerðar, soleiðis at møguligur nýggjur dyst- ur kann ásetast, svarar kappingarleiðarin, at tað fara tey ikki. – Talan er jú um hypot- etiskar spurningar um, hvat kundi hent. Tað er tað eisini í fleiri av hin- um førunum, har mistøk hava verið í samskiftin- um, og vit kunnu ikki krevja, at allir hesir dyst- ir skulu leikast umaftur. Men vit mugu bara fyri- byrgja, at slíkar hending- ar taka seg uppaftur, sig- ur Jógvan Martin at enda. Teir fýra dystirnir, sum kappingarleiðarin sipar til, eru annars hesir: Søljan-StÍF (kvinnur), har StÍF skifti leikara inn, sum ikki varð skrá- settur á dómaraseðlinum. Nakað sum dómaraborð- ið skuldi gjørt vart við. K y n d i l - N e i s t i n (menn), har leikari hjá Neistanum ikki fekk reytt kort, hóast hann fekk triðju útvísingina. Hvørki dómarar ella dómaraborð varnaðust hetta. KÍF-Neistin (menn), tá Neistin fekk time-out, hóast teir mest sum sam- stundis mistu bóltin til KÍF. Eftirfylgjandi dømdu dómararnir brots- kast til KÍF, tí dómara- borðið hevði tikið upp- lagdan møguleika frá teimum. Og so dysturin á Skála sunnudagin, har Neistin fekk góðkent mál, hóast teir undan hesum høvdu viðið um time-out Hondbóltsstøðurnar 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 8 7 - 0 - 1 547 415 132 25 2 VB 7 7 - 0 - 0 529 392 137 22 3 VÍF 8 5 - 0 - 3 517 426 91 19 4 Neistin 6 3 - 0 - 3 452 416 36 14 5 StÍF 8 2 - 0 - 6 465 542 -77 9 6 Søljan 7 1 - 0 - 6 361 480 -119 4 7 Kyndil 8 1 - 0 - 7 338 538 -200 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 6 3 - 1 - 2 481 449 32 16 2 Neistin 5 4 - 0 - 1 427 392 35 14 3 StÍF 6 3 - 0 - 3 413 390 23 13 4 VÍF 5 3 - 0 - 2 412 376 36 12 5 H71 5 1 - 1 - 3 370 428 -58 5 6 KÍF 5 1 - 0 - 4 392 460 -68 5 Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 153 (25) Aukse Vysniaskaite VB 141 (39) Nicoleta Radu Søljan 134 (30) Ioana Rápa VÍF 121 (27) Daiva Tuomaite VB 120 (16) Katarina Stepanov Stjørnan 110 (20) Milica Ergic StÍF 102 (12) Sóley Mikkelsen VÍF 102 (21) Gurið Mortensen VB 101 (6) Joan M. Djordjevic Stjørnan 96 (38) Irina Radovici VÍF 91 Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 84 Poula D. Olsen StÍF 82 Annika Ljósstein Stjørnan 81 (19) Heidi Maria Akselsen Søljan 77 (5) Menn Dragisa Stojovic Neistin 100 (3) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 100 (36) Halgir D. Olesen H71 98 (9) Blagoje Buha Neistin 94 (22) Damir Oros KÍF 83 (27) Áki Mørk Neistin 81 (19) Ingi Olsen VÍF 79 (23) Jacob Jónsson Kyndil 75 Petur Martin Poulsen KÍF 74 Høgni Klein Kyndil 72 (2) Alexandur Johansen StÍF 72 (27) Agnar Joensen VÍF 70 (9) Gert Hansen KÍF 66 (3) Henrik Gerster H71 66 (24) Regin Petersen KÍF 64 (1) Jákup fær møguleikan í dag Ein veruligur trupulleiki Eftir at tað er komið fram í ljósmála, at strandingar vóru offur fyri einum dómaramis- takið, sum – kanska – kostaði teimum eitt stig, hevur nýggja føroyska dómarafelagið viðgjørt málið. Og niðurstøðan hjá felagnum er sera greið. Boðini eru, at Dómara- felagið hevur ásannað, at talan hevur verið um eitt sera óheppið mistak, og at talan er um skeivan dóm. Hinvegin sigur felagið seg ikki vilja leggja seg út í nakað kjak um, hvat víðari skal henda í mál- inum. Tann bólturin liggur hjá Hondbólts- sambandinum, eru greiður boðini frá dóm- arafelagnum, eftir at teir høvdu viðgjørt spurn- ingin hósmorgunin. -jm Keðiligt mistak C M Y K 20