fríggjadagur 5. mars 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 45 - 5. mars 2004
Við sigrinum á Kyndli
skrykti StÍF seg
endaliga leyst av
botnstríðnum í
kvinnudeildini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Kvinnuliðini hjá StÍF og
Kyndli dystaðust á Skála
mikukvøldið, og tó at talan
ikki var um nakran odda-
dyst, so var ein ávísur
spenningur, tí undan dyst-
inum vóru bæði liðini part-
ur av stríðnum um at sleppa
undan niðastu sessunum í
deildini.
Tí stríðnum er StÍF ikki
longur partur av. Tær vunnu
nevnliga ein tryggan sigur á
Kyndli, sum sostatt fram-
vegis er á niðasta plássin-
um. Ein støða, sum tær tó
enn kunnu broyta, tá tær
um góðar tvær vikur fáa
vitjan av Søljuni.
Lítil spenningur
Grundarlagið undan sigrin-
um varð staðfest longu
fyrsta korterið, tá Kyndil
als ikki fekk fótað sær í
dystinum.
Verjuspælið
hekk als ikki saman, soleið-
is at StÍF sera lættliga slapp
framat opnum málmøgu-
leikum, og heldur í álops-
partinum
megnaðu
tær
grønu at seta seg ígjøgnum.
Undan steðginum fingu
tær tó pyntað nakað um,
men hóast Fríða Petersen
fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki sýndi veruligt
stórspæl, so megnaðu lið-
felagarnir ikki í nóg stóran
mun at fylgja hesum upp.
Eitt skifti kom munurin
annars niður í trý mál, men
tá StÍF so framdi eitt lítið
skift, fekk Kyndil ikki fylgt
við meira. Katrin Petersen
er kanska ikki so kvik sum
nógvar av yngru liðfeløg-
um hennara, men hon hevur
eitt gott bólteyga, og hetta
blandað saman við góða
strikuspælinum hjá Poulu
D. Olsen var nóg mikið til
aftur at skræða Kyndils-
verjuna sundur, soleiðis at
sigurin kundi endaliga stað-
festast.
Framtíðin
Hjá báðum liðunum hevur
annars fyri tað nógva verið
galdandi, at tey hava nýtt
árið í ár til at byggja nakað
upp, sum felagið kann
grunda framtíðina á.
Heiðursmerki hava ong-
antíð verið havd á tunguni
hjá Kyndli, og síðani StÍF
liðið varð skert í heyst,
hevur hetta so heldur ikki
verið nakað tema her.
Tað er heldur einki at
ivast í, at hóast laku úrslit-
ini, so hava fleiri av annars
óroyndu leikarunum á lið-
unum báðum fingið nakrar
royndir, sum kunnu koma
væl við komandi árini.
Sjálvsagt er neyðugt við
styrki uttan ífrá, um liðini
veruliga skulu gera seg
galdandi frammi í oddin-
um, men bulurin av heim-
ligum leikarum skal eisini
megna at bera eitt fitt petti
av vegnum, og júst í hesum
tykjast bæði Kyndil og StÍF
at vera komin væl áleiðis,
um sammett verður við,
hvussu hesir partar av liðn-
um vóru fyri við ársbyrjan.
So tað kundi væl hent
seg, at tað verður meira at
smílast at í so máta hjá við-
haldsfólkunum
komandi
árini. Men tað krevur so
eisini, at leiðslurnar í feløg-
unum báðum geva kvinnu-
liðunum somu møguleikar
sum mansliðunum við tí
útlendska styrkinum, sum
krevst til eina oddastøðu.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 27-20 (13-8)
Málskjúttar
StÍF: Poula D. Olsen 6,
Anna B. Daneielsen 6,
Melica Ergic 5(2), Ninna
K. Johannesen 4, Sunfríð
B. Jacobsen 3(1), Poula B.
Høgnesen 2, Katrin Peter-
sen 1
Kyndil: Annika Thomsen 5,
Anja Heinadóttir 4, Randi
Wardum
4,
Ann-Mari
Wang 3, Hildur Mikkelsen
2, Linda Weihe 1, Sabine
Frølund 1(1)
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil
2
Dómarar úr Neistanum:
Sámal Hansen & Kristian
Johansen
VÍF og Stjørnan
leiktu ein undirhald-
andi dyst í høllini í
Vestmanna miku-
kvøldið. Oddaliðið úr
Klaksvík gjørdi sína
skyldu og vann dystin
við fimm málum
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Teir okkurt um 200 áskoð-
ararnir, ið vóru til kvinnu-
dystin millum VÍF og
Stjørnuna í høllini í Vest-
manna mikukvøldið, fingu
nakað fyri pengarnar. Lið-
ini bæði spældi ein undir-
haldandi dyst, ið var rættu-
liga javnur og spennandi
heilt fram til miðjan seinna
hálvleik.
Skjótt spæl
Dysturin byrjaði við buldur
og braki. Leikferðin var
sera høg, og fyrstu løtuna
skolaðu málini inn í báðum
endum. Longu tá ið bara
fýra minuttir vóru leiktir,
vóru átta mál, fýra í part, og
tað er ikki gerandiskostur.
Ein stórur partur av mál-
unum komu eftir skjótálop.
Bæði liðini spældu nógv
upp á at spæla skjótt úr
verju í álop, og tað gekk
eisini væl fyrstu løtuna.
Kvinnurnar hjá VÍF fingu
eisini nógv mál av strikuni,
eftir at Ioana Rapa hevði
spælt Irina Radovici leysa.
Samanspælið millum tær
báðar rumensku útileikar-
arnar hjá VÍF koyrdi ser-
stakliga væl í fyrra hálv-
leiki, og verjan hjá Stjørnan
hevði trupult við at fáa
fatur á strikuni hjá VÍF.
Hjá Stjørnuni var spæl-
skiparin
Joan
Midjord
Djordjevic rættuliga sjónlig
fyri steðgin. Stuttligt var at
síggja, hvussu nógva ferð
hon setti á uppspælið hjá
Stjørnuni, og eingin ivi er
um, at hon er ein tann týdn-
ingarmiklasti spælarin hjá
Stjørnuni, bæði sum spæl-
skipari og sum málskjútti.
Allan
fyrra
hálvleik
fylgdust liðini, og ongantíð
var meira enn tað eina mál-
ið á muni. VÍF-liðið tóktist
rættuliga væl fyri, og tær
tóktust trúgva upp á møgu-
leikan at vinna á oddaliðn-
um, og harvið skapa sær
sjálvum eina lítla vón um
føroyameistaraheitið.
Orkan gekk undan hjá
heimaliðnum
Eftir at tað hevði staðið á
jøvnum, 14-14, í hálvleik-
inum, var við spenningi
bíðað eftir seinna hálvleiki.
Í byrjanini av hálvleikinum
gekk eisini javnt á, men
einar fimm minuttir inn í
seinna hálvleik fór Stjørnan
nakað frá VíF. Klaksvíks-
kvinnur fóru frá 16-16 upp
á 16-19 innan fyri fimm
minuttir, men heimaliðið
gav ikki skarvin yvir.
Tomma Petersen avloysti
Adelu í málinum hjá VÍF,
og tað gav úrslit, tí einans
tveir minuttir seinni var
heimaliðið komið upp á
javnleik, 19-19, við góðari
hjálp frá Tommu í málin-
um.
Henda støða helt sær tó
ikki leingi, tí um miðjan
seinna hálvleik skrædnaði
fullkomiliga hjá heimaliðn-
um. VÍF hevði brúkt tær
somu seks útileikararnar
allan dystin, og nú for ork-
an at ganga undan hjá fleiri
av teimum, og tað sást aftur
á vøllinum. Eitt nú var
Jacklin Durhuus, ið hevði
spælt ein sera góðan fyrra
hálvleik, útlúgvað, og tað er
undrunarvert, at venjarin
ikki tók hana út at fáa hvíld,
fyrr enn hon sjálv bað um
tað.
Eitt tíðarskeið upp á
tíggju minuttir um miðjan
hálvleik avgjørdi dystin, tí
tá fór Stjørnan frá 19-19
upp á 20-26, og so var
dysturin avgjørdur. Venjar-
in hjá Stjørnuni hevði
gjøgnum allan dystin skift
eitt sindur út á liðnum, so at
teir flestu leikararnir fingu
eitt sindur av hvíld av og á,
og tað gav úrslit. Kvinnurn-
ar hjá Stjørnuni høvdu orku
til at spæla skjótt, meðan
nógvar á heimaliðnum vóru
útlúgvaðar, og hetta við-
førdi nógvar óneyðugar
feilir og óneyv skot upp á
mál.
Tá ið minni enn tíggju
minuttir vóru eftir at leika,
fekk Stjørnan brotskast.
Dysturin var langt síðani
avgjørdur, tí oddaliðið úr
Klaksvík var á odda 26-20.
Katarina Stepanov var sett
at skjóta, og hon skeyt bólt-
in beint í andlitið á Tommu
Petersen. Sjálvsagt fekk
Tomma ilt, og dysturin
bleiv
eisini
steðgaður.
Stepanov fór so av egnari
leikhálvu fram til Tommu
at biða um orsaka, og tá ið
hon var á veg aftur at verja,
komu dómararnir yvir og
góvu henni reyða kortið, tí
teir mettu at hon við vilja
skeyt bóltin í andlitið á
Tommu. Ein rættuliga iva-
som avgerð, serliga tá havt
verður í huga, at tað gekk
rúm tíð frá at skotið var, til
Stepanov fekk reyða kortið.
Hetta merkir, at Katarina
Stepanov hevur leikbann
komandi dyst, men tað hev-
ur neyvan tann stóra týdn-
ingin, tí sum venjarin hjá
Stjørnuni, Rógvi Nielsen,
segði eftir dystin, so møta
vit bara Kyndil.
Tað lítlu løtu, ið var eftir
av dystinum, kom VÍF nak-
að fyri seg, so at tá ið teir
60 minuttirnir vóru farnir,
hevði Stjørnan vunnið ein
rættuliga tryggan sigur 30-
25, eftir at tað leingi hevði
staðið á jøvnum.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 25-30 (14-
14)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 8(2), Irina
Radovici 6, Jacklin Dur-
huus 5, Sóley Mikkelsen
4(1), Nikolina Eyðbjørns-
dóttir 2
Stjørnan:
Joan Midjord
Djordjevic
7(3),
Bára
Skaale Klakkstein 5, Alina
Olaru 5(1), Katarina Stepa-
nov 5(1), Una Olsen 4,
Anna Kristina Samson 2,
Annika Ljósstein 2
Brotskøst: VÍF 4(3), Stjørn-
an 8(5)
Útvísingar: VÍF 5, Stjørnan
4
Burturvísingar: Stjørnan 1
Dómarar: Hannis Wardum
og Gunnar Gregoriussen -
eru ikki vanir at døma
saman, og tað gekk ein løta,
áðrenn teir funnu rútmuna,
men so var linjan løgd og
hildin allan dystin út.
Reyða kortið hjá Katarinu
Stepanov
tóktist
eisini
ivasamt.
StÍF-Kyndil 27-20 (13-8):
Mugu hugsa frameftir
VÍF-Stjørnan 25-30 (14-14):
Undirhaldandi dystur í Vestmanna
Hóast Kyndil
royndi at
stríðast, so
megnaðu tær
ongan tíð at
skapa veruligan
spenning í
dystinum
mikukvøldið
Mynd:
Álvur Haraldsen
Eftir greiða
sigurin í
Vestmanna er
tað framvegis
Stjørnan, sum
hevur fyrimunin
í spennandi
endaspurtinum
um FM-gullið í
kvinnuhondbólti
C
M
Y
K
22
Nr. 45 - 5. mars 2004
23
Ársaðalfundur
hjá Fjallbrúður
verður
í Framtíðini 3. apríl kl. 16.00
Skrá sambært lógum felagsins.
Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eyka-
aðalfundur hálvan tíma seinni.
Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður
Ellis- & avlamis-
heimið í Vágum
Frítíðaravloysarar
Søkt verður eftir sjúkrasystrum, sjúkrahjálparum,
heilsuassistentum og heilsuhjálparum umframt
ymiskum hjálparfólki, ergo- og fysioterepeuti og
húsavørði.
Skrivlig umsókn við neyðugum prógvum o.ø. verð-
ur at senda til heimið áðrenn 24. mars 2004.
søkir eftir
Summarfrítíðar-
avloysarum
í tíðini frá 1. juni til 31. august 2004, ella sambært
nærri avtalu.
Fyri røktarstarvsfólk: Sjúkrarøktarfrøðingar og
heilsurøktarar/sjúkrahjálparar.
Somuleiðis verður søkt eftir avloysarum fyri
starvsfólkið í køkinum: Økonoma ella køksassi-
stentar, umframt hjálparfólk til at avloysa tey, ið
koyra døgurða út til heimabúgvandi pensionist-
ar, tískil er koyrikoyrt neyðugt.
Lønin er sambært avtalu ímillum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkisfeløg.
Umsóknarfreistin er 23. mars 2004.
Skrivligar umsóknir við neyðugum prógvum
skulu sendast leiðaranum.
Lágargarður
Stoffalág 84
box 1188
110 Tórshavn
Ársaðalfundur
verður í
Tilhaldinum,Tórsgøta 21,Tórshavn,
leygardagin 20. mars. kl. 14.00.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing formansins
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár
5. Val av nevnd og tiltakslimum
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Mál til viðgerðar
9. Jón Heðin Tróndheim sigur frá evninum »At
endurfinna siðbundna handlist
10. Randi Vang og Jónhild Johannesen siga frá
um gluggaglæmu
11. Ymiskt
Væl møtt.
Nevndin
Tórshavnar
Kvøld- og
Ungdómsskúli
Skeið í »Alesanderteknikki«
Hósdagin 11.mars til sunnudagin 14.mars verður
nýtt skeið hildið í »Alexanderteknikki«.
Skeiðið verður hildið í Tórshavnar Musikkskúla á
Frúutrøð 1.
Lærari er Carsten Møller.
Prísur 900,- kr.
Tilmelding:
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli,tlf.31 77 55.
Skeið í máling
15. mai til 21. mai heldur Birger Møller skeið í
máling.
Skeið fyri nýbyrjarar verður 15. mai og 16. mai.
Prísur: 500,- kr.
Skeið í framhald 17.-21. mai.
Prísur: 1.000 kr.
Tilmelding:
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli,tlf.31 77 55.
Sangdagur
í KFUM & K
Klaksvík 17.04.2004
Hevur tú sungið í kórið í KFUM & K,
Klaksvík, so hygg her:
Leygardagin 17.04.2004 fara vit øll at samlast aftur í
KFUM & K Klaksvík. Vit byrja kl. 9.00 um morgunin,
og verða allan dagin í KFUM og syngja – vit fáa
sjálvandi eisini morgunmat, døgurða og nátturða.
Dagurin endar við eini sangløtu í Christianskirkjuni
kl. 19.30, aftaná verður kaffi og hugnaløta í KFUM &
K.
Allir fyrrverandi kórleiðarir heilt aftur til 1960 eru
bodnir við, og koma vantandi allir. Kórleiðararnir
leiða hvør sín sang, og allir sangluttakarnir verða
savnaðir í eitt stórt felagskór.
Mong av tykkum hava fingið skrivliga innbjóðing,
men longri aftur í tíðina, vit skulu, verri er at finna
fram til, hvør hevur sungið við. So, um tú ert ein av
teimum,ið ikki hevur fingið bræv,er tað als ikki,tí tú
er gloymd/gloymdur,tú ert sjálvandi hjartaliga væl-
komin.
So… tit, ið hava fingið bræv, og sangarar, ið onki
bræv hava fingið, eru øll vælkomin at vera við til
dagin. Mint verður á, at freistin at teknað seg til
tiltakið er 15. mars 2004. Tilmelding fer fram hjá
Jóhannu á tlf. 45 58 37/ 22 31 21.
Vinarliga
KFUM & K í Klaksvík
Starvsfólk til
Rókina
Á Rókini,ið er bústovnur undir Almanna- og Heilsu-
málastýrinum, eru 2 fulltíðarstørv leys at søkja frá 1
Apríl 2004.
Rókin er ein landsstovnur fyri 5 børn/ung við m.a.
skúla- og sosialum trupulleikum.
Vit vænta, at tey ið sett verða, eru før fyri at arbeiða
í sera tøttum samstarvi við bæði vaksin og børn og
eru opin fyri nýggjum pedagogiskum avbjóðing-
um.
Fólk, ið sett verða, skulu hava viðkomandi útbúgv-
ing/royndir og verða lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu verða stovninum í hendi í seinasta lagi tann
21. mars. 2004
Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til
Súsan Johansen, leiðara, á tlf. 318914.
Rókin
Garðsøta 31
160 Argir
Ársaðalfundur
verður í
Tilhaldinum,Tórsgøta 21,Tórshavn,
leygardagin 20. mars. kl. 14.00.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing formansins
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár
5. Val av nevnd og tiltakslimum
6. Val av grannskoðara
7. Ásetan av limagjaldi
8. Mál til viðgerðar
9. Jón Heðin Tróndheim sigur frá evninum »At
endurfinna siðbundna handlist
10. Randi Vang og Jónhild Johannesen siga frá
um gluggaglæmu
11. Ymiskt
Væl møtt.
Nevndin
23