mánadagur 23. apríl 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
premier league
Nú er lagt upp
til ársins brak
Fótbóltur Manchester City kann nú aftur avgera um teir blíva enskir meistarar, eftir at Manchester
United bara fekk javnleik á heimavølli í eini sannari málveitslu móti Everton. Mánakvøldið um eina
viku bresta Manchester liðið saman í einum av størstu dystinum í Premier League søguni
Tróndur Arge – Liverpool
Tá sá leingi út til at Wayne Rooney
enn eina ferð hevði tryggja Man
chester United ein sigur, tá hann
eftir gott samanspæl við Danny
Welbeck legði heimaliðið á odda 4-2.
Everton kom annars á odda í fyrra
hálvleiki, men Wayne Rooney var
skjótur at javna. Í seinna hálvleiki
øktu Danny Welbeck og Nani,
áðrenn Marouane Fellaini minkaði
um munin til 3-2.
Tey flestu mundu hugsa, at
Wayne Rooney avgjørdi dystin
við málinum til 4-2, men Everton
gav ongantíð upp. Fyrst skoraði
Nikica Jelavic sítt seinna mál og
bara minuttir seinni javnaði Steven
Pienaar fyri Everton til endaliga
úrslitið 4-4.
Tað líkjist ikki Manchester
United at smida eina leiðslu upp á
tvey mál á Old Trafford. Tað líkjist
heldur ikki Manchester United at
lata fýra mál ígjøgnum á heimavølli.
Millum teir 75.522 áskoðararnar til
dystin vóru 95 føroyingar, sum kom
við flúgvara beinleiðis úr Vágum.
City nærkast í hvørjum
Manchester City er nú bara trý
stig aftanfyri grannarnar. Roberto
Mancini og hansara menn greiddu
sína skyldu við at vinna 2-0 á nú
niðurflutta Wolverhampton. Spæl
ararnir hjá Manchester City vistu
undan dystinum, at Manchester
United hevði spælt javnleik á Old
Trafford og teir aftur stóðu við
avgerðini í egnum hondum.
Sergio Aguero legði Manchester
City á odda í fyrra hálvleiki, meðan
Samir Nasri staðfesti sigurin í
seinna hálvleiki. Manchester City
tykist hava funnið góða spælið
framaftur. Carlos Tevez var aftur
við frá byrjan og tykist passa væl
saman við Sergio Aguero í álop
inum.
Grannabrakið
Um eina viku bresta so bæði Man
chester liðini saman á Etihad leik
vøllinum, har meistaraheitið helst
verður avgjørt. Manchester United
er trý stig frammanfyri Manchester
City, sum tó hevur fyrimun av at
hava betri málúrtøku, umframt at
hava heimavølli í avgerandi brak
inum.
Venjarin hjá Manchester City,
Roberto
Mancini,
niðurspælur
tó møguleikarnar hjá hansara
monnum at vinna meistaraheitið.
Spurdur um hvør er favorittur segði
hann:
– Manchester United. Teir hava
trý stig fleiri enn vit og hava lætt
ari dystir eftir, svaraði Roberto
Mancini Sky Sports.
Hetta kundi ljóða sum eitt tak
tiskt úttalisi fyri at leggja trýst
á Manchester United, men vedd
ingarfyritøkur sum eitt nú Sky Bet,
meta somuleiðis at Manchester
United framvegis er favorittur.
Hetta kemst fyrst og fremst av
Manchester United sjálvlandi hevur
ein møguleika at fáa okkurt burtur