Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið premier league Tað er eru spælararnir sjálvir, ið avgera hvør verður Professional Footballer’s Association (PFA) ársins spælari. Framherjin hjá Arsenal var eisini undan atkvøðugreiðsluni favorittur at vinna heitið. Hann hevur verið undangongumaður hjá Arsenal hetta kappingarárið og hevur í løtum nærmast einsamallur hálað Arsenal fram á stigatavluna eftir eina ringa byrjan. Sjálvur er hann tó lítillátin um sín egna leiklut og rósar sínum við leikarum. – Eg hevði ikki vunnið hetta heitið uttan mínar viðleikarar. Eitt nú Theo Walcott hevur lagt upp til eini 12 mál og tað eri eg glaður fyri, segði Robin Van Persie eftir at hann fekk steypið handað í gjár. Robin Van Persie var í kapp­ ing við Manchester United fram­herjan, Wayne Rooney, Totten­ham stríðsmannin, Scott Parker, og teir tríggjar Man­chester City spælararnar, David Silva, Sergio Aguero og Joe Hart. Kyle Walker vann heitið sum ársins ungi spælari framman­fyri Manchester City bólt­snillingin, Sergio Aguero, og Manchester United fram­ herjan, Danny Welbeck. Eisini bleiv ársins lið kosið. Manchester City hevur tríggjar spælarar á liðnum, meðan tað bara er pláss fyri Wayne Rooney frá Manchester United. Tottenham hevur somuleiðis tríggjar spælarar á ársins lið­ ið. trondur@sosialurin.fo Joe Hart (Man City) Vincent Kompany (Man City) Fabricio Coloccini (Newcastle) Kyle Walker (Tottenham) Leighton Baines (Everton) Yaya Toure (Man City) Scott Parker (Tottenham) David Silva (Man City) Gareth Bale (Tottenham) Wayne Rooney (Man Utd) Robin van Persie (Arsenal) Robin Van Persie ársins spælari Liðskiparin hjá Arsenal, sum hevur skotið 27 mál í Premier League hetta kappingarárið, er valdur til ársins spælara, meðan høgri bakkurin hjá Tottenham, Kyle Walker, er valdur til ársins ungi spælari úr alt avgerandi brakinum um eina viku, men eisini at Manchester City framvegis hevur ein útidyst móti Newcastle, sum stríðist fyri at røkka Champions League. Sir Alex Ferguson var ikki blíð­ur eftir dystin móti Everton og viður­ kendi, at brakið um eina viku verður tað týdningarmiklasta granna­ uppgerðin hjá honum nakrantíð. – Vit mugu nú fáa okkurt við heimaftur av Etihad leikvøllinum. Tað eru vit eisini førir fyri. Hetta er týdningarmiklasta granna­upp­ gerðin eg nakrantíð hava upplivað, segði Sir Alex Ferguson eftir dystin við Sky Sports. Avgerandi brakið verður mána­ kvøldið 30. apríl klokkan 20.00. Newcastle yvirhálað Tottenham Newcastle hevur alt kappingarárið ligið framvið fjórða plássinum. Nú hava teir yvirtikið tað frá Totten­ham, sum í vetur var mett sum eitt lið, ið kundi bjóða av í meistaraheitsstríðnum. Newcastle vann í vikuskiftinum ein tryggan 3-0 sigur á Stoke. Yohan Cabaye skor­aði tvey, meðan Papiss Demba Cissé skoraði eitt. Báðir eru komnir til felagið í hesum kappingarárinum og hava staðið seg væl. Newcastle liggur nú á fjórða plássi, sum gevur atgongt til Champions League fótbólt komandi ár. Megnar Newcastle tað, so er talan um eitt ótrúliga væl eydna kapp­ingarár fyri norðurenska felagið. Tað hoyrur tó við til søguna, at vinn­ur Chelsea Champions League, so fellur fjórða og seinasta Champions League plássið til Chelsea, meðan Newcastle, um teir enda á fjórða plássi, sleppa at spæla í Europa League. Í London vóru tvær granna­ uppgerðir. Á Emirates leikvøllinum spældu Arsenal og Chelsea ein mál­ leysan javnleik. Bæði liðini høvdu onkrar møguleikar at vinna dystin, men sum heild var talan um ein lítið hendingaríkan dyst. Á Loftus road tók QPR ímóti Tottenham. Einsamalla málið í dyst­inum skoraði fyrrverandi Totten­ham bóltsnillingurin, Adel Taarabt, upp á beinleiðis fríspark. Brad Friedel, sum setti met við at spæla dyst nummar 300 upp í slag í Premier League, skuldi helst havt bjarg­að frísparkinum. Sama søga á Anfield Liverpool hevur bara vunnið fimm dystir í Premier League á Anfield hetta kappingarárið. Ikki tí, Liver­ pool hevur helst verið leiklig omaná í flestu av dystinum, men vant­andi neyvleiki hevur kostað teimum mangt stigi á Anfield hetta kapp­ ingarárið. Fyri venjarin hjá West Bromwich Albion, Roy Hodgson, var talan um ein eyka søtan sigur. Hann bleiv koyrdur sum venjari hjá Liver­pool um ársskiftið 2010-2011 eftir bara seks mánaðir í felagnum. Einsa­ malla málið í dystinum skoraði Peter Odemwingie í seinnu hálvu av seinna hálvleiki. Stórur dagur fyri Chelsea Í morgin spælir Chelsea sín týdn­ ingar­miklasta dyst í hesum kapp­ ingarárinum. Chelsea hevur fýra stig upp til fjórða plássið og skal yvir­hálað bæði Tottenham og Newcastle um teir røkka Champions League fótbólti gjøgnum Premier League. Tað verður troført. Tað er kanska uppaftur torførari at koppa Barcelona, men eftir 1-0 sigurin í fyrru Champions League hálvfinaluni móti Lionel Messi og hinum í Barcelona er møguleikin brádliga ikki so fjarður. Megnar Chelsea at skorað á Nou Camp skal Barcelona skora tríggjar ferðir fyri at koma víðari. Kemur Chelsea í Champions League finaluna, so stendur antin Bayern Munchen ella Real Madrid á skránni í finaluni. trondur@sosialurin.fo