mánadagur 23. apríl 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Leygardagin varð skipað fyri til
takinum Føroya Sterkasti Maður
2012. Nógv fólk vóru komin saman í
høllini á Hálsi í Havn, har menninir
við teimum stóru musklunum
kappaðust í seks ymiskum greinum
um at útnevnast sterkastur í Før
oyum.
Jákup Súni vann aftur
Tað var greitt undan kappingini
– serliga sæð útfrá venjingunum –
at størsta kappingin fór at verða
ímillum verandi meistaran Jákup
Súna Berg og Boga Hammer, meðan
vinnarin frá fyrra árið, Gunnar
Grækarisson, kundi hótta.
Úrslitið gjørdist, at Jákup Súni
Berg vann á Boga Hammer. Jákup
Súni verjir tískil heitið sum sterk
asti maður í Føroyum.
albinus@sosialurin.fo
Jákup Súni er
framvegis sterkastur
Styrkiskapping Annað árið á rað eydnaðist tað Jákup Súna Berg at vinna
kappingina Føroya Sterkasti Maður, sum var í Høllini á Hálsi leygardagin
Eftir
argandi
skaðasteðg
er
føroyski
landsliðsframherjin,
Christian Lamhauge Holst, við at
finna stevið aftur. Um vikuskiftið
kom hann á máltalvuna fyri
felag sítt, Silkeborg IF, tá ið teir á
heimavølli vunnu 3-0 ímóti gamla
felagnum hjá Christiani, Lyngby
BK.
Marvin Pourie gjørdist tvífaldur
málskjútti í fyrra hálvleiki, áðrenn
Christian Lamhauge Holst við
einum frálíkum máli sló sigurin
fastan í seinna hálvleiki og
skoraði til endaliga úrslitið, 3-0
til Silkeborg. Christian spældi
gott
samanspæl
við
tvífalda
málskjúttan, áðrenn hann setti
tveir verjuleikarar av og yvirlegið
lyfti bóltin upp um málverjan.
Við sigrinum tryggjaði Silkeborg
sær fimta plássið í Superliguni,
men nú seks umfør eru eftir at
leika, tykist 4. plássið og plássið
um Europa League at hvørva. FC
Midtjylland vann nevniliga sín
dyst 2-0 ímóti Brøndby og er á
4. plássi sjey stig frammanfyri
Christian og teir úr Silkeborg.
albinus@sosialurin.fo
Holst við dreymamáli
Mynd: Álvur Haraldsen