Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. apríl 2012 · Nr. 47 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 18 Í samband við at til­búgv­ ingarætlanin verður dagførd, varð henda brandvenjingin hildin á studentarskúlanum í Hoydølum. Hetta er ein roynd av ávaringarskipanini á skúl­ an­um, rýmingarleiðum og at­komumøguleikum hjá sløkkiliðinum, verður sagt. Sagt verður, at hetta var bert ein venjing, og tí var ongin orsøk til panikk. Brandalarmurin fór í gongd klokkan 10:30, og góð­ an hálvan tíma seinni fór sløkkiliðið avstað aftur. snorri@sosialurin Í Noregi verður nú av álvara farið til verka ímóti morsniglinum, sum væntandi fer at gera um seg, ikki minst tí at veturin í Noregi hevur verið so mildur. Longu nú boða fólk í Noregi frá, at snigilin hevur sæð ljósið. Tí er ikki óhugs­ andi, at norðmenn koma at uppliva eitt satt snigla- summar í ár. Umhvørvisstovan heitir tí á føroyingar um at gera sítt til at forða hesi innrásini. Umráðandi er hjá fólki at seta fellur upp, ella gera annað, so skjótt sum teir fyrstu smáu ókynsbúnu sniglarnir koma fram. Sagt verður, at verða snigl­ arnir fyrst kynsbúnir, kunnu teir gerast fleiri túsund í tali sum summarið líður. Skal fyribyrgingin muna, er neyðugt at heilt grannaløg taka seg saman. Um einki verður gjørt kann snigilin gera stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt sum fyri er. Í kríggj móti morsniglunum Meðan norð­ menn vænta eina sanna innrás av mor­ sniglum í vetur, verður heitt á føroyingar um at fara í hernað ímóti hesum óbodna gesti, soleiðis at vit ikki skulu uppliva tað sama. EINGIN PANIKKUR Tað sá kanska ógvusligt út, men talan var bert um ein roynd, tá boðað varð frá eldsbruna í Føroya Studentaskúla í Hoydølum Mynd: Linda Vest Niclasen Brandvenjing á studenta­skúlanum í Hoydølum Fyrrapartin fór brandalarmurin á Føroya studentaskúla í Hoydølum í gongd, og boð vórðu beinanvegin send eftir Tórshavnar Sløkkiliði. Bilur stolin í Kollafirði Seint í gjárkvøldið fekk Politistøðin í Havn fráboðan um ein bil sum var stolin við Bygdarhúsið í Kollafirði Førarin av bilinum var farin inn í bygdarhúsið, men tá viðkomandi kom út aftur, var bilurin horvin. Boðað varð beinanvegin frá hesum til rætta stað. Fyri vakthavandi á Politistøðini upplýsti førarin – ein kvinna – at hon helt seg hava hoyrt at onkur setti bil hennara í gongd, og var farin avstað við honum. Tíbetur fyri hana var bilurin funnin aftur løtu seinni – og heldur ikki so langt frá staðnum, hagani hann var horvin. Hann stóð tá parkeraður “í Líðini” teir kalla. Hann var í roynd og veru uppsteðgaður, ikki orsakað av mangul uppá brennievni, men tí okkurt var áfatt við koblingini. Enn er gerningsmaðurin ikki handtikin.