fríggjadagur 27. apríl 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Randi Jacobsen
Blind fólk noyðast at læra at
klára alt við ongum eygum.
Men tað er ikki sum at
siga tað hjá annars síggjandi
fólki at fara til borðs og ikki
síggja nakað petti.
Blindafelagið og Hotel Før
oyar hava hesa vikuna skipað
fyri borðhaldum trý kvøld á
rað við rimmar borðhaldi í
kølabika myrkri. Ætlanin
var bara at hava eitt kvøld,
men áhugin var so stórur at
sleppa at sleppa við.
Undir
borðhaldinum
vóru tað ikki tey blindu, sum
høvdu størstu trupulleikarnar,
men heldur vit síggjandi,
sum høvdu ilt við at trilva á
borðinum fyri at finna gaffil
og knív og glasið, sum skonkt
var í. Tað vóru vit síggandi,
sum hetta kvøldið vóru mest
brekað, men vit fingu innlit í,
hvussu tað er at vera blind.
Tiltakið var fyri at geva
teimum síggjandi innlit í
verðina hjá teimum, sum eingi
eygu hava. Síðuvinningurin
var ein avbera góð máltíð,
sum var nakað serligt, tí eyg
uni fingu einki. Kokkurin
Leif Sørensen stóð fyri mat-
gerðini.
Slíkar
matstovur
eru
aðrastaðni, eitt nú í Berlin,
og tær verða væl vitjaðar av
fólki, sum dámar væl góðan
mat, tí smakkupplivingin er
so stór.
Bølamyrkt
Matarsalurin var fullkomiliga
myrkalagdur. Plátur vórðu
settar upp fyri vindeygu og
rútar, og svarrtar gardinur
vóru fyri. Sjálvt dúkarnir
vóru myrkir, so teir ikki
skuldu skyggja, fingu vit at
vita.
Eingin gestur slapp inn í
matarsalin, fyrr enn boðið
varð til borðs, og tí vistu vit
ikki, hvussu innrættað var,
ella hvussu borðreitt varð.
Áðrenn vit fóru inn, fingu
gestirnir boð um at sløkkja
fartelefonir og taka urini av
ørmunum, tí einki ljós skuldi
vera.
Rúm var fyri 30 fólkum.
Seks fólk vórðu biðin um
at koma inn í senn, og tað
gekk fyri seg á tann hátt,
at blindu tænararnir komu
eftir okkum, og vit fóru so í
gásagongd inn í matarsalin.
Hildu niður á herarnar á hvør
øðrum. Tað ráddi um at taka
smá fet fyri ikki at detta.
Tá ið vit komu inn, vórðu
vit leidd til stólin, har vit
skuldu sita. Ein hond tók í
øsklina, og viðkomandi flutti
hondina á mær yvir á stólin.
Vit sessaðust og fingu
vit at vita, at skonkt var í
tað høgrasta glasið fyrst.
Eini góð ráð vóru at førka
hondina eftir borðinum og
taka um fótin á glasinum, tí
annars kundu høgu gløsini
lætt koppa.
Ikki sørt at fjáltur var á
summum okkara. Hvussu fór
hetta at ganga?
Ein tænari var til hvørt
borð.
Knappliga varð ein hond
løgd niður á økslina.
Nú komi eg at skeinkja vín
ella fruktsaft, segði hon.
Blindir tænarar
Hvussu blindi ella starblindi
beinanvegin fann glasið, var
ófatiligt.
Framman fyri teg stend
ur ein lítil forrættur, og
við síðuna av er ein minni
borðiskur við kipsi á. Kipsið
skalt tú eta fyrst, segði tæn
arin.
Við okkara borð var ein
lítil fløkja í. Hvør átti hvønn
borðisk?
Við at fylgja kantinum
á borðinum og lurta eftir
røddunum við borðið funnu
vit út av, at borðið var runt.
Men hvør vendi móti eystri,
og hvør móti eystri var ikki
til at vita.
Forrætturin
var
ein
evarska lítil máltíð, sum
smakkaði sera væl. Vit seks
fólkini við borðið royndu at
gita, hvat tað var, men komu
ikki til rætta úrslitið.
Á borðinum var vatn
kanna, breyð og smør. Tað
gekk ein góð løta, áðrenn
ein okkara fann bakkan við
breyði, smørið funnu vit eina
ferð seinni. Ein fann vatn
kannuna, sum so gekk runt.
Javnan komu tænararnir
inn at fylla gløsini aftur, og
tær høvdu ongar trupulleikar
við
at
finna
gløsini
at
skeinkja í. Verri var hjá okk-
um síggjandi, sum einki sóu,
at finna fyltu gløsini. Har
var ikki annað at gera enn at
brúka fremstafingur og vita,
í hvørjum glasi nakað var í.
Annar rætturin var ják
upsskeljar við ymsum góð
um, síðan kom marinerað
svínakjøt og at enda ein
dessert.
Hetta var alt nakað, vit
fingu at vita og síggja, eftir
at borðhaldið var av.
Gittu smakkir
Meðan vit ótu, sótu vit út frá
smakki og konsistensi at gita,
hvat vit ótu.
Jákupsskelin var ikki so
torfør at kenna aftur.
Eg smakki finnikel, segði
ein.
Onkur smakkaði beinan
vegin melón, dild var eitt boð.
Við okkara borð høvdu
fleiri torført við at brúka
gaffil og knív, tí vit høvdu
ilt við at skera kjøtið og seta
gaffilin í matin. So vóru bara
eini ráð, og tey vóru at brúka
fingrarnar. Eingin sá kortini,
at vit ikki dugdu borða
skikk.
Við okkara borð viðgingu
fleiri, at tey sleiktu borðiskin
við fingrunum fyri at fáa alt
tað góða við.
Tá ið tú situr til borðs
og ikki sær, hvat er á borð
inum, eru bara smakk- og
luktisansirnir á at líta. Av
tí sama verða teir sansirnir
undir slíkum unstøðum nógv
sterkari.
Sterkur hoyrisansur
Hoyrisansurin
var
eisini
sterkari enn vanligt. Vit
hoyrdu, hvussu tey prátaðu
við hini borðini, og tað ljóðaði
hart. Vantandi sjónsansurin
gjørdi, at hinir sansirnir
mentust.
Vit sungu nakrar sangir í
myrkrinum, og valdir vórðu
sangir, sum fólk flest dugdu.
Tað bar jú ikki til at hava
sanghefti í myrkrinum.
Tá ið borðhaldið var av,
vóru vit leidd út aftur í
myrkri úr matarhøllini. Tí sóu
vit ongantíð, hvussu borðini
sóu út, sum vit vóru farin
frá. Onkur gløs koppaðu,
men hetta kvøldið fór einki
í sor. Eingin sá heldur út til
at hava mist niður á seg við
borðið.
Á borðinum á Vaglinum
stóðu borðiskar við tí mati,
vit høvdu fingið, og har varð
so greitt frá, hvat vit høvdu
etið og drukkið.
Borðhaldið var drúgt, tí í
myrkrinum bar ikki til og var
heldur ikki hóskandi bara at
koyra í seg. Vit góðu okkum
stundir at njóta hvønn bita.
Eitt óført tiltak, sum onk
untíð kundi verið á skránni í
faldarum, ið skulu royna at
fáa fleiri ferðafólk at vitja.
Starblind til borðs
Tað var ein ótrúlig uppliving at vera við til máltíðina í myrkri hjá Blindafelagnum á Hotel Føroyum
Mynd: Leif Láadal