Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Teir umleið 60 limirnir í danska fakfelagnum HK- Før­oya Deild, verða all­ir rakt­ir fíggjarliga, um pen­sjóns­skipanin kem­ ur i gildi. Hesi fólk starvast í dóm­húsinum, hjá politi­ num, hjá lands­lækn­an­ um og á kriminal­fo­r­ sorg­ini. Bjarne Juul Petersen er for­maður í HK Føroya Deild. Hann loyvir sær at iv­ast í, at tað er lógligt við ætlaðu lógini, sum ger so stórt inntriv í pensjóns­viðurskiftini hjá fólki. Pen­sjónin er ein partur av lønini, sum er avtalað mill­um løntakarar og arbeiðs­ gevarar. Kemur handa skip­ an­in, mugu vit í Før­oy­ um krevja stóra lønar­ hækkan næsta ár, tí tað er ikki rímiligt, at tey sum arbeiða í Før­oy­um hjá statinum skulu hava lægri løn enn starvs­ felagararnir í Dan­mark, sigur Bjarne Juul Peter­ sen. Hann ivast ikki í, at ser­liga løgfrøðingarnir stinga av, um teir missa so nógv av pensjónini. Nógv fólk rakt Randi Jacobsen Í næstu viku fer polit­ iski pen­sjóns­bólkurin at hyggja eftir teimum um­leið 35 hoyrings­skriv­ unum, sum eru komin inn um pen­sjóns­ný­ skip­anina, sigur Jørgen Nicla­sen, landsstýris­ mað­ur í fíggjarmálum. Enn er endaliga polit­ iska av­gerð­in ikki tikin um, hvussu verð­ur við ætl­aðu pen­sjóns­skip­ anini at skatta pensjónir við inn­gjaldi. Fígg jarmálaráðið hev­ur fingið inn umleið 35 hoyringsskriv, sum polit­iski pen­sjóns­bólk­ urin, har allir politiskir flokk­ar eru umboðaðir, fer at ganga ígjøgnum. Hvat úrslitið verður, kann eg av góðum grund­um ikki vita, sigur Jørg­en Niclasen, lands­ stýr­is­maður í fíggjar­ mál­um. Hann hevur onga ítøki­liga viðmerking til ótt­an hjá donskum fak­feløg­unum um, at dóms­valdið, politiið og ríkis­um­boðið kunnu missa fólk og fara at fáa ilt við at fáa fólk aftur, um pen­sjónirnar verða skatt­aðar við inngjaldi. Hann verjir ætlanina við, at danskt løntu starvsfólkini í Føroyum ikki skulu gjalda skatt av pensjónini tey fyrstu fimm árini. Búseta tey seg fast her, mugu tey skattast sum onnur her í land­in­ um, er ætlanin. Men vit mugu fara at hyggja at hasum. Ætlanin er ikki at styggja nakran burtur, sigur Jørgen Niclasen. Hann vísir annars á, at so nógv onnur í Føroyum eru limir í donskum eft­ ir­lønargrunnum, og tey hava somuleiðis sín­ar viðmerkingar til ætl­aðu broytingarnar. Jørgen Niclasen held­u­r tað vera rímiligt, at pen­ingurin verður ver­andi í landinum, og hann viðmerkir annars, at skattaskipanirnar ikki eru tær somu í øllum londum. Framhald av síðu 4 Ætla ikki at styggja fólk burtur tiðindi Í Sosialinum seinasta fríggja­dag var ein grein um dagstovnin Birkilund í Havn. Søgan var, at stovnurin er fongd­ur við soppi. Nakrar villur vóru í grein­ ini, og tær verða her rætt­ aðar. Børnini eru ikki flutt í onnur høli, men arbeitt verð­ur við at finna teimum høli í nærumhvørvinum, so­ leiðis at hesi verða tøk eftir summarferiuna. Arbeitt verð­ur sostatt fram ímóti, at eingi børn verða í Birkilund eft­ir summarferiuna. Hildin var ein góður kunn­ andi fundur fyri foreldrum og starvsfólkum. Pál Weihe var á hesum fundinum men ikki Arbeiðseftirlitð. Kommunan hevði frammanundan ein for­fund við Arbeiðseftirlitið og Pál Weihe Børnini og starvsfólkini fóru í onnur høli í sama bygn­ ingi, meðan vaskað varð. – Við góðum vælvilja frá leiðaranum og starvs­fólk­ unum á stovninum, varð vaski­ætlan gjørd. Rúmini sum skuldu vaskast, vóru ikki í brúki, meðan hesi vóru vaskað. Tá vóru børnini aðra­ staðni á stovninum ímeðan. Flestu hølir vóru eftirmátað av ráðgevanum. Ráðgevin metti ikki, at neyðugt varð at gera eftirmáting av øllum vaskaðum hølum. Hetta út­ frá eini heildarmeting av fyrrtiknumeftirmáting­um, sigur Harald Bjørgvin, leið­ ari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Leygardagin 28. apríl verður FM fyri Pinkur og smágentur í estetiskum fimleiki. Kapp­ ingin verður í Høllini á Hálsi í Havn. Somuleiðis henda dag klokkan 13.00 verður B-kapp­ ing fyri pinkur, smágentur og gentur, vinnarin ognar sær luttøku til FM kappingina. Feløgini sum luttaka verða Havnar Fimleikafelag, Støkk og Flog, íalt 9 lið. FM kappingin verður klokk­an 16.00 ,og eru tað átta lið frá Ljósinum, Støkk og Hav­n­ar Fimleikarfelag sum kappast um føroyameist­ara­ heitið. Øll liðini hava verið til tvær steypakappingar í ár, har Havnar Fimleikarfelag vann báðar, Støkk bleiv nr. 2 og Ljósið nr. 3. Liðini hava vant sera miðvíst til FM kappingina, og spennandi verður, hvussu leikur fer. Hetta er seinasta kapp­ ingin í estetiskum fimleiki fyri hesa bólkar, men venj­ ingin heldur á gjøgnum alt summarið. Kappingarnar enda við heið­urs­merkja­handan og steypi til føroya­meist­arar­ nar. Tað verða 11 dómarar til kapp­ingarnar. Rætting um Birkilund Endabrestur í estetiskum fimleiki Leo Poulsen Ítriv, sum hoyrir undir heima­virkishøpi, hevur verið á skránni í Nólsoy í fleiri ár, og longu í 2007 vórðu stig tikin til at hava eitt sølustað opið um sumrarnar, og nú heldur hetta virksemið fram, bara undir meira skipaðum viðurskiftum. – Tað vóru eg og Jana Holm, sum í 2007 tóku stig til at hava eina heimavirkissølu opna tríggjar mánaðir um sumr­arnar, og tað fekk góða undirtøku. Nú hildu vit, at tíðin var komin til at fáa virksemið undir meira skip­ að viðurskifti, sigur Una Hansen. Hon sigur, at tað heilt frá byrjan hevur verið stórur áhugi vístur fyri hesum til­ tak­inum, og at tað munnu vera eini 40 til 50 fólk í bygd­ ini, ið virka ynmiskar lutir til heimavirkið. – Tað allarmesta er ullar­ vørur, men eisini slíkt sum keramikklutir, prýðislutir og lutir úr horni hava verið til sølu hjá heimaviskinum i Nólsoy, sigur Una Hansen. Tað eru so at siga bert kvinnur, ið virka lutir til heima­virkið, men onkur ein­ stakur maður hevur onk­un­ tíð verið við. – Nólsoyar Heimavirkis­ felag er eitt áhugafelag, men nú viðurskiftini verða meira skipað, er eisini ætlanin at hava hálvan mánað opið longri í summar. Hini árini hevur verið opið frá juni til august, men nú ætla vit at lata upp hálvan mai, sigur Una Hansen. – Tey hava øll árini verið nøgd við søluna av heima­ virkisvørum, men tey hava eingi hagtøl sum vísa, hvør keypir. Vit hava varhugan av, at talan í mesta lagi er um før­ oyingar, sum keypa, men út­ lendingar leggja eisini nakað av peningi eftr seg, sigur Una Hansen. Ætlanin er í ár at far und­ ir at fáa betri hagtøl, og tí er ætlanin at skráseta hvør tað er, sum keypir lutir frá Nólsoyar Heimavirkisfelag. – Fólkini, ið virka til heima­ virkið, sita hvør í sínum lagi og virka sínar vørur, og tað, sum gevur serligt treysti er, at so stórur stuðul er millum bygdarfólkið, sigur Una Han­ sen, sum saman við Janu Holm og Lis Poulsen vórðu vald í fyrstu nevndina hjá Nólsoyar Heimavirkisfelag. Tær tríggjar, Jana Holm, Una Hansen og Lis Poulsen vórðu valdar í fyrstu nevndina hjá Nólsoyar Heimavirkisfelag. Nevndin skipar seg seinni Mynd: Guðrun S. Hansen Nólsoyingar stovna heimavirkisfelag Í gjár var stovnandi fundur hjá Nólsoyar Heimavirkisfelag, har smá 20 fólk vóru møtt