Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Bretsk-írski sjónleikarin Daniel Day-Lewis fyllir sunnudagin 55 ár Marius og bólkurin Guðrun & Bartal hava intima dupultkonsert í Perluni í Havn fríggjakvøldið kl. 22.00. Eg gjørdist kløkkur tá tað frættist, at Ivan Johannesen so brádliga andaðist 77 ára gamal.. Stutt undan hevði eg tosað við hann, og tá hevði hann tað hampuliga gott heilsuliga – eftir um­ støð­unum. Vit , ið kendu Ivan, vistu, at hann seinastu árini hevði drigist við sjúku, ið tyngdi um dagliga møguleika og virki hansara. Tá ein tosaði við Ivan, segði hann seg hava tað gott. Hann var posi­tivur og tosaði um sam­fe­lags­viður­ skiftir, ið altíð høvdu hansara stóra áhuga. Eg minnist Ivan Johanne­ sen sum løgtingslim fyri Sam­bandsflokkin, valdur fyri Vága valdømi í 20 ár. Truplu árini síðst í 1980- unum og í 1990unum minn­ ist eg Ivan sum fiski­mála­ráð­ harran, almanna­ráð­harran og fíggjarmálaráðharran, ið mátti greiða føroyingum frá, at landskassin var um at vera tómur fyri pening. Hann gjørdi greitt, at tað var ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða – og at lands­ búskaparliga máttu hesar hanga saman. Tað bar ikki til at brúka meira enn ein for­vann. Klárt, greitt og onki utt­anumtos. Fiskivinnan og fiski­vinnu­ mál høvdu hansara stóra áhuga. Tað var at kalla ikki ein einasti fundur, har hann ikki tók orðið og umrøddi ymisk samfelagslig stórmál. Hann var áhugaverdur at lurta eftir, tí hann visti væl og var væl fyrireikaður, tá hann segði nakað. Ivan var trúgvur kirkju- og missiónsmaður. Hann var við at stovna Vága bjargingarfelag, við í nevndini í flakavirkinum í Miðvági o.ø. Í 1998, eftir at hava verið 20 ár í landspolitikki, valdi hann ikki at stilla uppaftur. Und­ irritaði varð valdur at stilla upp eftir Ivan Johannesen til Løgtingið. Ikki so sjáldan eftir tað tosaði eg við Ivan um ymisk politisk viðurskiftir – fyri at kjakast við ein eldri við stór­ ari erfaring og fyri at hoyra hansara sjónarmið. Ivan var virkin í Vága Sam­bandsfelag í mong ár. Tá Ivan var farin úr lands­ politikki fekk hann meira tíð til onnur áhugamál, so sum at rógva út. Tað hevði hansara stóra áhuga. Ofta sá ein Ivan stevna út í fjørðin í sínum eyðkenda bláa glastrevjabáti. Seinni á kvøldi kom hann siglandi spakuliga inn eftir vánni, har ljósablái báturin var bundin við bátabrúnna og Ivan fór heim at hvíla seg eftir strævnan útróðrardag. Nú hevur Ivan siglt eftir lívshavinum og hevur lagt við kei hinumegin. Ein sera áhugaverdur og virkin maður er farin heim til tann Guð, íð hann altíð hevði sum stavnhald. Eg takki honum fyri mong góð ráð. Vit hava samkenslu við tykkum, ið hava mist mann, pápa, svigarpápa, abba og lang­abba Harrans friður og signing veri yvir minninum hjá Ivan Johannesen, fyrrverandi lands­stýrismanni og løg­ tings­manni. Marjus Dam, fyrr­verandi løgtings­ limur fyri Sambands­ flokkin og nevndarlimur í Vága Sambandsfelag Ivan Johannesen fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður, in memoriam 35 ára starvsdagur Í sambandi við at Alfred Olsen hevur 35 ára starvsdag sum skrivari hjá Nes Kommunu 30. apríl, verður Almenn móttøka í Miðhøll skúlans mánadagin 30. apríl 2012 frá kl. 15.00 - 17.30 Nes kommuna