fríggjadagur 27. apríl 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tónleikabólkurin Deiggj heldur
sín 30 ára dag við hugnakvøldi
á Seglloftinum á Tvøroyri
leygarkvøldið kl. 21.00.
Leygardagin eru 90 ár liðin,
síðani skotski rithøvundin
Alistair MacLean, sum
doyði í 1987, varð føddur.
Omma hevði verið 70 ár flagg
dagin og vit minnast hvussu
hátíðarligt tað altíð var, tá
omma hevði føðingardag.
At missa verðsins bestu
ommu, var og er framvegis
ein dyggur smeitur fyri
okkum og at seta orð á tað,
sum omma var fyri okkum,
er svárt. Omma var ein av
teimum fyrstu, ið vistu at vit
vóru ávegis, omma var ein av
teimum fyrstu, ið sá okkum
og tók okkum í sín favn. Hjá
okkum var onki uttan omma
var har. Omma var hon,
sum vit altíð vóru hjá um
foreldruni skuldu okkurt.
Ikki tí, abbi var har eisini,
men tað var omma, sum var
tann, ið vartaði okkum upp,
sum gjørdi ymiskt saman
við okkum og altíð setti hon
okkum fremst. Omma dámdi
sera væl at hava okkum sov
andi hjá sær og ikki var tað
so sjáldan, at abbi var koyrd
ur úr songini, tí vit skuldu
sova uppií hjá henni og tá
kundu vit oftani verða fýra
ommusynir í songini. Omma
var eisini tann, ið vísti okkum
á Guds leiðir, fortaldi okkum
um Guds orð og var tað
mest saman við henni, at vit
hoyrdu um evangeliið.
Tá vit vóru lítlir, róptu vit
hana fyri ommudrong ístaðin
fyri bert at siga omma. Hetta
komst av, at hvørja ferð hon
sá okkum, sum var nærum
dagliga, segði hon: “Åh nú er
ommusa drongur her”, og
vit hildu at hon so mátti eita
ommudrong. Frá tí at vit eru
komnir til verðina, hevur
hon nærum sæð okkum dag
liga og fór onkur dagur uppí
millum, ja so ringdi hon fyri
at vita hvussu vit høvdu tað
og hvat vit gjørdu.
Av tí at omma var komin
nakað uppí árini, áðrenn hon
gjørdist omma, so vildi hon
náa so nógv sum møguligt
saman við okkum ommu
børnum. Í øllum hennara
framtíðarætlanum vórðu vit
íroknaði.
Vit minnast fyri nøkrum
árum síðani, tá hon bjóðaði
ommusynunum til Suður
oyar ein túr at ferðast. Vit
høvdu ongantíð verið í Suð
uroy. Hon og abbi leigaðu
summarhús og vit minnast
hvussu stórt vit hildu hetta
verða, at sleppa heilt til Suð
uroyar at ferðast við ommu
og abba. Umframt hendan
túrin vóru vit saman við okk
ara foreldrum í 2007 eisini
saman við ommu og abba í
summarhúsi í Danmark.
Omma arbeiddi á Sjúkra
húsinum í Klaksvík í meir
enn 40 ár og oftani hava vit
hoyrt fólk siga hvussu fitt
omma var, tá hon legði fólk at
sova áðrenn skurðviðgerð. Øll
kendu seg tryggan í hennara
hondum. Ommu dámdi væl
at arbeiða á Sjúkrahúsinum
og tey, ið arbeiddu saman við
ommu hildu nógv av henni.
Men hóast omma var sera
glað fyri sítt arbeiðspláss,
so gleddi hon seg eisini til
at fáa meir tíð heima, tá hon
gavst at arbeiða, sum 67 ára
gomul.
Men stutta tíð eftir at
omma var givin at arbeiða,
gjørdist hon álvarsliga sjúk.
Omma royndi alla tíðina at
verja okkum ommubørn og
segði við okkum, at hon fór
heilt víst at gerast frísk aftur.
Vit vistu um onkran, sum
var deyður av somu sjúku,
men tá vit spurdu ommu um
hon fór at doyggja, so segði
hon “ nei omma verður frísk
aftur”. Hóast omma var sera
sjúk, so vildi hon ikki at vit
ommubørn skuldu merkja
nakað. Hon gjørdi foreldrum
okkara púra greitt, at hóast
hon var sjúk og viðhvørt
sera illa fyri av viðgerðini,
so skuldu vit ommubørn
framvegis koma til hana og
sova hjá henni líka sum vit
altíð høvdu gjørt.
Eitt dømi uppá hvussu
týdningarmikil vit ommu
børn vóru fyri hana var, tá hon
á sumri 2010 skuldi til viðgerð
á
Ríkissjúkrahúsinum.
Omma plagdi at vera niðri
til viðgerðir umleið annan
hvønn mánað og hvørja ferð
longdist hon sera illa eftir
ommubørnunum. Hesa ferð
setti hon sum krav, at hon
skuldi hava tveir teir elstu
ommusynirnir við, sum tá
vóru 11 og 12 ára gamlir. Vit
búðu á Hotel Tórshavn og
hóast omma var merkt av
sjúkuni og nakað troytt, so
skuldu vit uppliva alt tað,
sum var møguligt og vit
fingu ein ógloymandi túr.
Hetta sigur nakað um okkara
elskaðu ommu.
Omma var nakað heilt
serligt afturat tí, at hon var
verðsins besta omma. Hon
var eisini nakað serligt fyri
onnur. Hon hevði so stóran
umsorgan fyri øðrum. Hon
var altíð klár at hjálpa, lurta
og altíð við tí góða orðinum
og hetta viðførdi, at nógv
vóru tey, ið leitaðu sær eftir
ráðum og tí tryggleika, ið
omma hevði so góð evnir at
veita.
Til jarðarferðina hjá ommu
hoyrdu vit úr Orðtøkunum
kapittul 31 frá vers 14 -31 og
hetta eru orð, ið hóska sera
væl til ommu, tí soleiðis var
omma.
Vit hava nógv góð minnir
eftir ommu okkara og fara
vit at lata ommu verða fyri
myndin í lívið okkara
Ærað veri minnið um
ommu okkara Jónbjørg
Karl, Súni og Jóhan
Minningarorð um ommu okkara
Jónbjørg Josephsen
f. 25.04.1942 – d. 24.09.2011
12. apríl fingu Rebekka A. E. Óladóttir Johansen, Tvøroyri,
og Kennet Haahr, Ølgod, ein son. Hann vigaði 4340 gr og
var 53 cm langur.
19. apríl fingu Maiken Sigmundsdóttir og Jan á Líðarenda,
Norðragøtu, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4000
gr.
19. apríl fingu Hanna Fonsdal og Pauli Zachariasen, Vest
manna, ein son. Hann vigaði 4060 g og 52 cm langur.
20. apríl fingu Gudrun og Steinbjørn Zachariassen,
Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4090
gr.
25. apríl fingu Elin Hansen & Jan Erik T. Pedersen,
Hoyvík,
ein son. Hann vigaði 4360 gr og var 56 cm langur.
21. apríl fekk Julia eina systur. Hon vigaði 4170 gr og var
54 cm long. Foreldrini eru Petra A. Eliasen og Hilmar Uni
Anthoniussen, Søldarfjørður.
Føðingar
22. apríl fingu Vivian og Jens Kjartan Feilberg, Fuglafirði,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4000 gr. Marita
og Sesilia eru sera stoltar, at hava fingið eina lítlasystur.
Prógv
Laura Súsanna Hovsgarð, Tvøroyri, er tann
20.04.2012. útlærd innan skrivstovu og fyristing á
Landingarmiðstøðini á Tvøroyri P/f. Lærumeistari
var Niels Olaf Eyvindsson.