fríggjadagur 27. apríl 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Edvard Nyholm Debes
hevur leygarkvøldið kl. 20.00
útgávukonsert í Perluni í Havn. Hann
hevur júst givið fløguna Á Leið út.
Á ein hátt kann sigast, at Palli
er vorðin ein institutión. Hann
er kendur av at kalla øllum
føroyingum sum arkitektur, og
so hevur hann eisini gjørt vart
við seg gjøgnum sendingarnar
um arkitektur ella byggilist,
sum hann so hegnisliga hevur
ført fram í Sjónvarpi Føroya,
til stóra gleði fyri leik og lærd.
Vit hava flest øll, sum
vóru útbúgvin til arkitekt í
70unum og kanska onkur í
80unum, verið á teknistovuni
hjá Palla, antin í føstum
arbeiði, sum arkitektar ella
sum praktikantar í summ
arfrítíðini, ella eitt skiftið
verið og vent har, fyri at fáa
tað fakliga á beint í eitt tíðar
skeið. Tað kann soleiðis sigast,
at Palli hevur havt árin á tey
nógvu av okkum, og hevur
havt ávirkan gjøgnum okkum
á byggilistina í Føroyum.
Sum arkitektur myndar
hann serliga eitt tíðarskeið,
sum verið hevur, men hann
hevur dugað at flutt seg inn
í nýggjari tíð. Tað síggja vit
týðuliga í hansara verki í
sambandi við umbyggingina
av Vestmanna Kirkju – her
síggja vit sanna byggilista
mannin í verki skapa nakað
nýtt burtur úr gomlum og
lyfta nakað verandi inn í
nýggjan heim.
Hvussu Palli hevur stríðst
ímóti ignoransu og jantelóg,
hugsi eg hesi fylgjandi tvey
dømi um góðan byggisið vísa.
Síðan eg var hálvvaksin,
havi eg vitað, hvør Palli var,
og eg gloymi ongantíð fram
sýningarnar við tekningum
og
modellum
av
nýggja
bókasavninum og nýggja bý
ráðshúsinum, sum tá var ætl
anin at byggja í Havn - minnist
meg rætt var framsýningin í
Føroya Banka, sum tá var nógv
brúktur til listaframsýningar.
Hatta var íblástur fyri
meg.
Men, hvussu við hesum
projektum?
Jú, bókasavnið, sum var
eitt satt arkitekturverk, átti
ongan góðan, og tí var ongin
vilji at fremja hetta verk, so
sum Palli av fyrstan tíð hevði
hugsað tað – her skuldi ongin
byggilist vinna frama nei, tað
sum brúk var fyri, var so og
so nógvar fermetrar til bøkur
v.m. og so var uppgávan at
skapa verju móti vindi og
regni til tess at verða karmur
um hetta virksemi - onki
“dýrt arkitektonisk” byggiverk
her!!!
Hvussu so við hinum pro
jektinum? Jú, her hendi onki
annað enn, at býráðið flutti
inn í gamla kommunuskúlan,
og enn aftur vísti føroyski
illviljin at skapa nýggjan
arkitektur sítt gráa andlit, og
enn einaferð fór møguleikan
at fáa ein vakran bygning í
miðbýnum fyri skeyti.
Tað var um hetta mundið,
eg var blivin hugtikin av
amerikanska
arkitektinum
Frank Lloyd Wright, og sum
eg veit, tú Palli, eisini heldur
so nógv av – hesin sigur onku
staðni:
The longer I live, the more
beautiful life becomes.
Og Palli, tú gavst ikki á
hondum, og takk hevur tú
fyri tað. Vit hava sæð, at tú ert
við og við fullum seglum, og
við fynd í tínum verkum við
tínum ósvikaliga sansi fyri
tilfari og proportión.
Nógv verk eru, sum tú
hevur latið úr hondum, og
eru hesi millum tað besta
innan byggilist, vit hava her
á landi, og altíð við tí skili og
umhugsni, sum seriøst arbeiði
innan byggilist krevur, ella
sum okkara felags fyrimynd,
um eg so má siga, Frank Lloyd
Wright segði:
Form follows function -
that has been misunderstood.
Form and function should
be one, joined in a spiritual
union.
Eisini í tínum mongu frí
hondstekningum, hevur tú
víst á leiðir at lýsa okkara
bygdaløg, býarmyndir, kirkjur
og serlig hús í svørthvítum
eins og í litaðum tekningum
og skitsum.
Eg minnist frá tíðini, eg
arbeiddi á teknistovuni hjá
Palla, at hann er ein maður
av fáum orðum í tí dagliga,
kanska skuldi mann sagt
stuttorðaður,
men
mann
visti altíð, hvat hann meinti
við, hóast talan ofta ljóðaði
sum gátur - aftanfyri lá ein
stillisligur humor - men hetta
skuldu vit venja okkum við,
og tað merktist í arbeiðinum
t.d. tá ið mann vildið havað
hansara viðmerking, kundi
hann hyggja eitt sindur at
tekningini og so hetta ”er
tað gott”, tá visti mann, at
arbeiðast skuldi meira við
málinum; segði hann har
aftur ímóti ” hatta er gott, ha
” so var í lagi ella á leið, men
altíð var líkasum ein ivi hjá
honum, sum fekk okkum at
gera okkara besta - her vart tú
okkum góður kveikjari.
Onkuntíð hevur hjá Palla,
sum hjá okkum øllum í vinn
uni,
verið
mótburður
og
brotasjógvar. Vit hava sæð, at
byggilistin hevði tað ikki gott
her á landi – her mátti gerast
nakað.
Og so bleiv, við Palla í
fyrstu røð, at vit mettu tíðin
var búgvin at stovna arki
tektafelag. Fyrsta stigið til
Arkitektafelag Føroya varð
tikið á fundi úti á teknistov
uni hjá Palla, hetta hevur verið
í 1981 - Gunnar Hoydal fekk til
uppgávu at snikka felagsins
lógir. Tað var beinanvegin, at
allir arkitektar landsins tóku
arkitektafelagið til sín.
Eisini í arkitektafelagnum
hevur tú gjørt eitt gott arbeiði,
og hevur fyri okkum tá ungu
verið
góður
ráðgevari
og
mentor.
At enda, hvør er Palli - Palli
er sum grógvin úr tí føroyska
jørðildinum, eitt sindur av
einum frá tí gomlu tíðini og
altíð trúgvur móti sínum.
Palli er eisini eitt rennesansu
menniskja og gentlemaður,
sum hevur evni at skapa nakað
nýtt, og viðhvørt er hann, tá ið
ástendur, ein sannur “fríbytt
ari” og pirat, ella sum Tommy
Arge einaferð segði: Palli er alt
møguligt.
Sum áður sagt, er Palli
stuttorðaður maður, og skal eg
her lýsa hesa síðu hjá honum.
Einaferð
Sverri
Dahl,
Palli og eg vóru í Klakksvík í
arbeiðsørindum, letur í Palla,
tá ið vit koyra framvið post
húsinum og Sverri spyr um
henda bygning, svarar Palli
stutt: ”Ein ungdómssynd” -
Deiligt posthús” sigur Sverri
og so var ikki meira sagt um
tað.
Ein dagin Palli kom at
vitja meg undir Fjalli - tað var
heldur langt síðan, eg hevði
vitjað hann - helt hann fyri,
beint áðrenn hann fór avstað
aftur ”Eg havi mótbrekku og
tú hevur undanbrekku” so
stutt kan tað sigast: kom f.h.
og vitja.
Góði Palli, eg fari við hesum
orðum at enda við at ynskja
tær tillukku og all the best á
lívsleið tíni, nú tú ert blivin
áttati.
Við vinarkvøðu
Albert Isfeld
Palli Gregoriussen,
arkitektur 80 ár
Slóðbrótarin og kveikjarin, Jákup Pauli Gregoriussen,
sum vit øll kenna sum Palla, verður 80 ár 24 apríl.
Ranva
Maria
Heinesen,
Klaksvík andaðist á Klaks
víkar sjúkrahúsi, týsdagin
66 ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum
fríggjadagin
klokkan 18 heim í Christ
ianskirkjuna.
Jarðarferðin
verður úr Christianskirkjuni
leygardagin kl. 13.30. Tey ið
vilja minnast Ranvu kunnu
lata Sclerosufelagnum eina
peningagávu.
Elias Joensen, ættaður úr
Sørvági, búsitandi í Vági,
andaðist á Suðuroyar Sjúkra
húsi, flaggdagin 25 apríl,
93 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Maja Jacobsen, ættað úr
Mykinesi búsitandi í Tórs
havn, andaðist týsdagin 95
ára gomul. Jarðarferðin verð
ur úr Kirkjugarðskapellinum
sunnudagin kl. 14.00
Hanna
Valdemarsdóttir
Joensen andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin 24.
apríl, 53 ára gomul. Kistan fer
úr kapellinum fríggjadagin
kl. 18. Jarðarferðin verður
úr
Kirkjugarðskapellinum
leygardagin kl. 13. Tey ið vilja
minnast Hannu kunnu lata
Sinnisbata
eina
peninga
gávu, konto í Eik.
Súsanna Lamhauge, Rituvík,
vanliga nevnd Sanna, and
aðist á Vesturskin týsdagin
24. apríl, 99 ára gomul.
Elsebet
Carney,
vanliga
nevnd Ebbet, andaðist á
Sambýlinum Vesturskin í
dag, 92 ára gomul.
Mathilda Simonsen fødd
Vang úr Kvívík búsitandi
í Vestmanna, andaðist á
Landssjúkrahúsinum leyg
ardagin 91 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Vestmanna
Sonja í Nesinum, ættað úr
Hósvík búsitandi á Argjum,
andaðist á sjúkrahúsinum í
Slagelse, sunnudagin 78 ára
gomul.
Ása Fjallstein, ættað úr
Leirvík, búsitandi í Reykja
vík, andaðist 21. apríl, 68 ára
gomul.
Amanda Jacobsen av Eiði
andaðist leygardagin á Eyst
uroyar Ellis- og Røktarheimi,
94 ára gomul.
Palli Mortensen av Tvør
oyri andaðist 22. apríl, 68 ára
gamal.
Mathilda Simonsen, fødd
Vang úr Kvívík, búsitandi
í Vestmanna, andaðist á
Landssjúkrahúsinum leyg
ardagin, 91 ára gomul.
Mia Hansen, Mia hjá William,
Klaksvík, andaðist fríggja
dagin 20.apríl á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, 88 ára gomul.
Karolina Poulsen, Hósvík,
andaðist fríggjadagin 20.
apríl á Mørkini, 96 ára gom
ul.
Jákup Finnbogi Jacobsen,
Tórshavn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum fríggjadagin
20. apríl, 68 ára gamal.
Andlát