Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Málrættaður ágangur ímóti okkara børnum? F ólkaskúlin er ein al­ mennur skúli og hevur til endamál at fremja, at okkara børn og ungdómar kunnu nema sær kunnleika, og at stuðla fjøl­broyttu persónligu menningi hjá tí einstaka. Somuleiðis skulu okkara børn og ungu fáa eina kristna og siða­lags­liga uppaling við støði í okk­ara mentan og verða búgva tey til ábyrgdarfullar borg­arar, ið eru greiðir yvir rætt­indi og skyldir í ein­um fólka­ ræðisligum sam­felag. Undir­ vísingin og gerandis­lívið í skúlanum er soleiðis grundað á andsfrælsi, tol­lyndi, javni og fólkaræði. Vit brúka um 9 – 10 ár av okkara barnaárum í tí før­ oyska fólkaskúlanum. Tey árini vit eru í fólkaskúlanum eru vit í eini rívandi menn­ ing. Vit skulu læra alt mill­ um himmal og jørð. Vit eru spurin, opin og ávirkilig. Tey menniskju og tær uppliv­ing­ ar, vit hava í skúlanum eru, so ella so, við til at ávirka okk­ um og mynda okkum til teir persónar vit eru ella verða. Sostatt kunnu vit siga, at tað vit hoyra, síggja, uppliva og føla í skúlanum hevur ómeta­ liga stóran týdning fyri tann einstaka næmingin. Hettar taka vit í somikið stóran álvara, at vit hava sett ein skúla á stovn, hvørs enda­mál er at útbúgva fólka­ skúlalærarar, ið skulu lyfta hesa ómetaligu avbjóðandi og gevandi uppgávu! Hesir eru ikki “bara” undirvísarar, ið greiða og greina faklig vandamál, uttan fyrilit fyri morali ella integriteti. Tær kvinnur og teir menn, ið undirvísa í fólkaskúlanum eru óheftir professionellir undir­vísarar, ið til eina og hvørja tíð, eiga og skulu, virða ta ávirkan, ið tey kunnu hava á tann einstaka næmingin. Soleiðis, at tey kunnu fremja teirra yrki samsvarandi lóg­ gávuni og við so høgum dugnaskapi sum gjørligt! Tá hesi eru krøvini og hugs­anin aftanfyri lærara­ yrki, er tað tá ráðiligt ella vandaleyst, at loyva áhuga­ bólkum í skúlan við teirra boðskapi? Áhugabólkar, ið ikki dylja ein heilt greiðan setning, eitt greitt mál, ið helst ikki tekur støði í ávirkan við virðing ella fyrilit fyri integritetinum hjá tí einstaka? Áhugabólkar, ið greitt nýta børn sum teirra mál at miða teirra marknaðarføring eftir, jú yngri jú betri? Um ein privat fyritøka miðvíst nýtir børn í stovns og skúlaaldri sum mið í teirra marknaðarføring og letur teimum lýsingatilfar, tá er talan um ramaskríggj, miðlaøði og stundum eisini klagur og fráboðanir til av­ varðandi myndugleikar mót­ vegis viðkomandi fyritøku. Um ein trúarbólkur vildi greitt frá, at tey ,sum ein lið í teirra nýggju marknaðar­før­ ing, vilja sleppa inn á stovnar og skúlar at greiða frá teirra meining og trúgv, fyri at fáa nýggjar limir og stuðl­ar, vildi viðkomandi trúar­bókur helst verið lagdur undir indok- trinering og gera seg inn á hesi børn og teirra ands- og trúarfrælsi. Hvat so nú, tá ið ein áhuga­bólkur beinleiðis í miðl­ unum hevur greitt frá, at tey vilja sleppa inn á stovnar og skúlar, vilja brúka børn sum mið fyri teirra markn­aðar­ føring, helst longu í barna­ garð­inum, til tess at boða teirra meining og trúgv!?! Er tað tá brádliga í lagi? Er tað tá eingin, ið talar at, rópar varskó, eingin miðlaøði, eing­ in klaga ella fráboðan? Her er jú talan um eina tilætlaða marknaðarf­ørslu­ ætlan, ið beinleiðis og miðvíst ætlar at nýta indoktrinering – at ávirka áskoðan og hug­ burð – hjá smábørn uttan fyrilit ella virðing fyri teirra frælsi og integriteti! Tað er beinleiðis skeivt, ódemokratiskt og ófor­svar­ ligt, um vit geva ávís­um áhuga­bólkum ein framí­ hjá­rætt, ið onnur ikki hava. Somu­leiðis kann tað eisini sigast at vera eitt brot á fólka­skúla­lógina at loyva tílíkum bólkum inn um dyrnar í fólka­skúlanum. Hvar er virðingin fyri okk­ara skúlabørnum og ung­ dómum í hesi ætlan? Eiga vit ikki at verja tey frá sub­ jek­tivari boðan og indoktri­ nering? Latið heldur okkara kvinn­ur og teir menn, ið undir­vísa í fólkaskúlanum, okk­ara óheftu professionellu undir­vísarar, ið virða ta ávirkan tey hava, um at undir­vísa okkara børnum og ung­dómum um samfelagið og tess fjølbroytni – tey hava vit­anina og førleikan til tess. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Ein vinkona staðfesti herfyri á Facebook, at sólin skínur! Hon skrivaði hetta hvønn dag í fleiri dagar. Hetta hóast veðrið var so sum so við vátaslettingi og vindi. Onkrar stuttligar viðmerkingar vóru, ikki sørt av undran, men hon helt fast. Í dag skínur sólin! Á arbeiðsplássinum hava tey gjørt av at hugsa og tosa positivt. Tað skal vera sól hvønn dag men­talt. Hetta er ein tilvitað avgerð fyri at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og eina positiva tilgongd til upp­ gávurnar. Og tað virkar. Sjálvsagt eru fram­vegis truplar uppgávur og ting, sum ikki eru akku­rát, sum ynskiligt er. Men hetta tykist ikki eins møti­mikið, tá fólk í felag eru sinnað at taka neyðugu tøkini. Tað hevur stóran týdning, hvussu vit velja at síggja og umrøða ting. Hetta er ikki nýggj vitan. Vit vita væl, at negativ eins og positiv tala ávirk­ ar. Videnskab.dk fortaldi herfyri um danska jour­nalistin Cathrine Gyldensted, sum gjørdist so troytt av øllum negativu tíðindunum, ið hon var við til at bera, at hon umhugsaði at gevast við yrkinum. Í staðin fór hon undir eina víðari útbúgving. Í ritgerð síni um positiva sálarfrøði í tíðindaflutningi vísti hon, hvussu ein søga, skrivað í einum negativum tóna, kann styggja lesarar burtur. Skrivar tú somu søgu tilvitað við øðrum meira positivum málbrúki, eru fleiri, sum lesa søguna, og hon hevur munandi størri ávirkan. Boðskapurin kann vera nett tann sami, tað er frásøguhátturin, sum er øðrvísi. Cathrine Gyldenstad legði dent á, at journalistikkur sjálvsagt framhaldandi skal vera kritiskur. Hon segði, at “Jeg efterlyser ikke flere ’kat ned fra træ-historier’, men et mere nuanceret syn på artiklerne. Selvom en historie rummer en konflikt, behøver den ikke være negativ. Fokus skal ligge på løsninger frem for uenigheder”. Øll vit, sum siga okkara hugsan alment, kunnu tilvitað úttrykkja okkum, so at tað er møguleiki fyri kjaki og samrøðu. Vit eru og vera ósamd um alt møguligt í samfelagnum, og hetta eiga vit at gera vart við. Tað er tónin og orðalagið, sum avger, hvørt vit lukkast at fáa eitt gott kjak í lag. Kalli eg onkran annan fyri býttan, korruptan ella óreinan, skal eg ikki rokna við at fáa eitt serliga uppbyggjandi svar, hóast tað meira enn so kann henda, at eg havi rætt í onkrum av tí, eg royni at siga. Miðlarnir kunnu eisini gera sítt hvønn dag. Eg haldi, at tað hevði verið stuttligt, um onkur vildi roynt hetta tilvitað. Hugsa tær, um flestu brátíð­ indi á portal.fo í ein heilan mánað vóru positiv. Til dømis kundu hesar søgur verið tiknar fram: “Havstovan fingið stóra altjóða viðurkenning” (Havstovan fekk játtað góðar 4 mió kr. frá ES til gransking). Ella: “Serfrøðingur vissar um, at olju­ prísurin fer at falla” (fyrilestrarhaldari á ráðstevnu segði, at kendu oljugoymslurnar aldrin áður hava verið størri og at prísurin verður hildin uppi av einum ógrundaðum ótta fyri oljumangli). Tað er als ikki nóg mikið at staðfesta, at sólin skínur. Tað gevur ikki fleiri arbeiðspláss ella yvir­ skot á fíggjarlógini beinanvegin. Men tað hjálpir okkum hugsa meira konstruktivt og drepur ikki hugin, soleiðis sum negativar og niðurlátandi viðmerkingar gera. Annika Sølvará stjóri fyri Granskingarráðið EYGA MÁLIÐ Sólin skínur! Rani Andrasson Skaalum Vegna Ung fyri Miðflokkin Nú verður skúlin álopin V it búgva í einum sokall­að­um kristnum landi, har fólka­skúlin stendur á krist­num støði. Nú verður skúlin álopin. Lærarar, latið tykkum ikki villleiða. Latið ongan fremm­ andan átrúna og etikk koma inn um skúlans gátt. Avvarðandi myndugleikar, vaknið! Eisini tit sum arbeiða í barnagørðum. Emma Jacobsen Norðragøta