fríggjadagur 27. apríl 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jóannes Eidesgaard
Fyrrverandi løgmaður, løgtings- og
landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin
»Never waste a good crisis«
Løtan er lagalig beint nú, tí øll
vænta, at okkurt fer at henda.
Stóri spurningurin er so, hvat vit
brúka løtuna til, og um vit brúka
hana rætt?
Kreppan fyrst í 90´unum
Eftir mong ár við naggatódn, har
ongar bygnaðarbroytingar hendu,
vísti tað seg skjótt, at tá óløgini
fyrst í 90´unum fóru at skola inn
yvir samfelagið, vórðu politikarar
og fólk annars greið yvir, at nú
skuldi tøkini takast. Løtan, hóast
sera trupul á allan hátt, gjørdist
lagalig, tí nú bar til at gjøgnumføra
stórar broytingar, sum eingin
frammanundan hevði torað at rørt
við einari eldtong. Politikkurin
gjørdist eitt ”must.”
Vit fingu bilbugt við eitt ótal
av grunnum, vit fingu steðgað
almenna veðhaldspolitikkinum,
vit fingu steðgað uml. hálvari
milliard í studningi til fiskivinn
una, vit fingu nýggja lóggávu um
partafeløg, nýggja roknskaparlóg
og nýggja játtanarskipan. Fíggjar
lógin fór úr 3,2 mia. niður í 2,3 mia.
hesi árini. Spart varð, har sparast
kundi, rationaliseringar vórðu
gjørdar umframt lønarafturhald.
Alt hetta varð gjørligt, tí fólk
sóu, at tiltøk vóru neyðug fyri at
fáa skútuna aftur á beint. Hetta
var alt framt serliga av sam
gonguni millum Javnaðarflokkin
og Fólkaflokkin. Tveir flokkar, sum
eru hugsjónarligir mótsetningar,
og tí kunnu halda hvønn annan
í skakk. Ein kann siga, at báðir
partar máttu bløða, og tí var ein
javnvág. Fólkaflokkurin mátti
standa fyri at pína vinnuna við
minkandi studningum, og Javn
aðarflokkurin mátti standa fyri at
minka veitingar og fremja lønar
afturhald. Politiska mótvektin
gav politiska javnvág. Hetta var
alt annað enn populert, men í
samfelagnum kendist tað sum
um, at øll vóru við til at gjalda fyri
kreppuna. Skútan kom á rættkjøl.
Kundi eisini nevnt, at tað
var henda sama samgongan,
sum fekk Samhaldsfasta upp at
standa og setti á stovn Als, meðan
arbeiðsloysið nærkaðist 25%.
Men hvussu er nú?
Taka vit orðini um at gagnnýta
eina kreppu til okkara, so áttu vit
eisini at fingið okkurt skilagott
burtur úr kreppuni, sum rakti
okkum 2008. Vit áttu í hesum
tíðum at gjøgnumført broytingar,
sum samfelagið alt, hevði havt
gott av. Tað vísir seg tíverri so, at
eru tíðirnar nøkulunda, trýtur
politiska dirvið til nýskipanir.
Broytingar henda í dag, men
hvørjar eru tær? Eru tær nú til
frama fyri alt samfelagið? Nei, er
stutta svarið.
Trupulleikin í dag er, at tað er
als eingin javnvág í samgonguni.
Nú er tað ein klokkuklár borgarlig
stjórn, sum situr við valdið, og sum
rekur klokkukláran borgarligan
politikk. Kanska naivt, men vit
høvdu væntað tað øðrvísi.
Nú raka øll tiltøk úti í samfelag
num ójavnt. Tað verður lagt
afturat hjá teimum vælbjargaðu,
og rokningin verður send teimum
minni vælbjargaðu. Hetta skapar
sjálvandi als einki forstáilsi, og tað
er væl júst tað, sum vit uppliva
í dag. Nøkur eru himmalfegin,
meðan onnur hava mist vónina.
Men er tað ”legalt” at brúka
eina kreppu til at gjøgnumtrumfa
politikkin hjá einum ávísum
flokki og ikki at gjøgnumføra ein
politikk, sum kemur samfelagnum
øllum til góðar? Tað merkist í
løtuni, sum um vit hava eina
einflokkaskipan. Flatskattur,
forskatting av pensjónum,
hækking av pensjónsaldri og
allar hesar forkølaðu loysnirnar
á fiskivinnuøkinum eru bein
leiðis úr politiska ynskilistanum
hjá Fólkaflokkinum. Við slíkum
undanvindi, kann flokkurin
sjálvandi liva við, at ein jánkaslig
roynd, sum var dømd at miseydn
ast, verður gjørd fyri at hækka
ríkisstuðulin.
Anders Fogh hevði ein dreym í
1993, tá hann skrivaði bókina ”Fra
socialstat til minimalstat.” Men
hann fekk so einki realiserað av
hesum dreymi. Tvørturímóti.
Men tað, sum Fogh ikki
megnaði, tað megnar Jørgin, má
sigast. Hann fær eitt mál fyri og
annað eftir ígjøgnum. Hann fær
gjøgnumtrumfað kongstankan hjá
Fólkaflokkinum um at avmon
tera so nógv sum gjørligt av tí
almenna. Mótspæl fær hann
einki, og hann hevur tí púra fríar
teymar.
Men Jørgin er dugnaligari
enn so. Hann hevur eisini fingið
landsstýrisfólkini úr hinum flokk
unum at fara út og berjast fyri
at minka um vælferðartilboðini
við tí undanførslu, at karmarnir
ikki loyva hesum og hasum. ”Vit
skulu skerja,” og ”vit skulu hava
brúkaragjøld innan heilsuverkið,”
er boðskapurin. Júst við somu
grundgeving lata vit vindeygu
út í heim aftur við at niðurleggja
sendistovuna í London.
Karmarnir hava fingið ein
løgnan status, sum eitt óstýriligt
ódjór, sum vit bert mugu akta.
Karmarnir er sum ein kraft, sum
kemur uttanífrá. Eini harraboð,
sum vit onga ávirkan hava á, sjálvt
um sitandi samgonga sjálv eigur
karmarnar við høvd og gørnum.
Kom at hugsa um skúlapoli
tikkin. ”Fólkaskúlin skal spara
16 mió. komandi árini,” sigur
landsstýrismaðurin. So nú er
henda sparingin vorðin politiska
projektið fyri mest týðandi skúlan
í okkara útbúgvingarskipan. Nú
er politikkurin vorðin bókhald
og ikki visjónir um ein góðan
fólkaskúla. Fyri mong er als eingin
logikkur í hesum, tí vit tosa also
um 16 mió. Hevur samfelagið
veruliga ikki ráð til ein góðan
fólkaskúla, tá vit hava ráð til eitt
nú flatskatt?
Eg rokni heldur ikki við, at
henda samgongan fær gjørt nakað
við hvørki fiskivinnubygnaðin,
kommunubygnaðin, skúlabygn
aðin ella sjúkhúsbygnaðin, tí
hon snøgt sagt hevur hendurnar
fullar av fólkafloksprojektum.
Tað verður ikki tíð til annað, og tí
koma lívsneyðugar nýskipanir at
bíða.
Fólkafloks-”hypnosan” virkar.
Álitið er andstøðan
Neyvan nakrantíð áður hava
vit havt so nógv brúk fyri einari
dugnaligari og mælskari andstøðu
enn í dag. Tíbetur er nú líkt til,
at andstøðan hevur tikið annað
skinn um bak. Hugsjónarligu
spjótini eru hvest so mikið, at
oddvitarnir á samgonguni renna
undan leiðarunum í andstøðuni,
og boðskapurin í fjølmiðlum og
í tinginum hevur eisini fingið
munandi betri bit.
Fólkaræðið hevur stórliga
brúk fyri hesum, og alt fleiri eisini
innan fakrørsluna leggjast til.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift
Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið.
Kendi demokratiski ráðgevin og stápsstjórin í Hvíta
húsinum segði orðini: "You never want a serious
crisis to go to waste." Stutt sagt, vit mugu gagnnýta
eina kreppu. Brúka hana til at fáa gjøgnumført
ein politikk, sum annars ikki hevði borið til.
Nú er politikkurin vorðin bókhald og ikki
visjónir um ein góðan fólkaskúla