Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 viðmerkingar Ostaturking í Føroyum O kkara royndir við at turka danskar ostar í hjallum hava stóran áhuga manna millum, og skal eg tí geva eina lítla frá­greið­ ing. Stóra fyritøkan Arla hev­ ur eina deild, Arla Unika, sum burturav granskar og ger ostar – mest ætl­að­ar til skjóttvaksandi gourmet­ markn­aðin og sum verða seld­ir til fremstu mat­stov­ur í Nor­ður­londum. Arla Unika frætti um okk­ ara væleydnaðu royndir at turka skinku og spurdu, um vit høvdu áhuga fyri at royna at turka ostar á sama hátt. Vit játtaðu og í september hongdu vit umleið 100 ostar upp á Trøllanesi, í Múla, í Lorvík, í Skálavík og í Stóru Dímun. Hetta eru harðir ost­ar og vóna vit at fáa ein lidnan ost sum minnir um par­me­san. So at siga onki av vøkstri legðist á ostarnar í vetur. Vit høvdu temperatur- og fuktig­ heitsmálarar í nøkrum av hjallunum og sýndu hesir, at meðalhitin í vetur lá um pluss 5,9 gr, meðan luftfuktigheitin lá um 81%! Tað vil siga nógv lægri enn væntað. Hetta ger at ostarnir torna nógv skjótari. Í farnu viku varð so ein roynd gjørd av ostunum. Ostarnir smakka væl og er Arla higartil sera væl nøgt við royndunum. Og alt bendir á, at okkara veðurlag er sera væl egnað til turking/ búning av ostum. Vit eru tó samd um, at ostarnir skulu hanga longri fyri at menna smakkin og lata vit tí ostarnar í Dímun og Skálavík hanga alt summarið til oktober mán­aða. Uttan iva hava vit tá ein vælsmakkandi, búnan ost. Júst sum okkara turra kjøt er ymiskt í smakki alt eftir hvar kjøtið kemur frá, duga vit longu nú at síggja, at munur er bæði í smakki og konsistensi á teimum ost­um, sum til dømis hava hingið í Trøllanesi og í Skálavík. Sera áhugavert og spennandi. Arla hevur tikið umleið 40 ostar til Danmarkar til mikro­biolog­iskar kanningar og til at gera smakki evaluer­ ing­ar. Hóast verandi EU av­ tala ikki loyvir okkum at út­flyta land­bún­aðar­vør­ur, hava vit fingið dispensa­tión fra donsku heilsu­myndug­ leik­un­um at útflyta royndar- ostarnar, tí talan er um eina privata roynd. Um nú at henda okkara fyrsta roynd eydnast, so er ætlanin at fara undir næstu, kommerciellu royndina, har Arla Unika leigar nakrar hjallar, og ein størri nøgd av ostum verður hongd upp, ætlað til útflutning. Tað eru alt fleiri útlendskir ostamenn, sum spyrja hví vit ikki framleiða ost her á landi. Tað skuldi verið so upplagt at farið undir bæði neyta- og ikki minst seyðaostar. Og er at vóna, at MBM veru­liga fer at sýna hesum ans í fram­ tíðini. Tað er onki at ivast í, at føroyskir ostar kunnu útflytast til stóra altjóða osta­marknaðin. Alt bendir á, at okk­ara verðurlag er sera væl­egnað til turking og bún­ ing av matvørum, og kunnu vit longu nú siga, at bæði skinkur og ostar skulu hanga uppi í umleið eitt ár. Marknaðarføring Tað hevur verið nevnt, at okkara ostar í Múla hanga í hjallinum hjá navnframa Guttormi í Múla. Aftaná at hava tosað við teir, sum nú hava festið, og við at skeita eitt sindur í søgu­bøk­urnar, er tað sera sann­líkt at hetta veruliga er hans­ara hjallur! Slíkt er brand­ing og »story telling«, sum veruliga kann nýt­ast í ein­ari komandi markn­aðar­før­ing av bæði ostum og skink­um og til frama fyri okk­ara ferða­ manna­vinnu, har gastronomi og lokalar framleiðslur fara at hava ein nógv størri leiklut í komandi tíðum. Johan mortensen Johan Mortensen, gastronomiskur íverksetari John Gynther, stjóri á ARLA UNIKA, sera bilsin og fegin um góðu royndina higartil Einasta stað í heiminum har tað ber til at turka ostar úti Ein hjartans tøkk til Føroya Symfoniorkestur og -kór Manga góðu løtuna havi eg havt saman við Føroya Sym­ foniorkestri, men konsertin leygarkvøldið 21. apríl í Norð­urlandahúsinum, haldi eg, bar av øllum. Stórt kór, solist­ar og barnakór saman við orkestrinum framførdu »Fram­sýn­ingarmyndir« eftir Mussorg­sky og so høv­uðs­ verkið hjá Carl Orff, »Car­ mina Burana«. Tað var ein fossur av lívi og orku. At hugsa sær, at vit sleppa at uppliva musikk á so høg­ um støði og við slíkari dygd her í Føroyum. Tað er av sonn­um eitt privilegium, sum eg eri djúpt takksom fyri. At sess­irnir stóðu í skráa gjørdi upp­livingina enn ríkari! Eg vil takka sangarum og tón­leikarum og ikki minst Bern­hardi Wilkinson fyri hesa stóru løtuna. Og so fari eg at heita á avvarðandi mynd­ug­leikar um at fjálga um og stuðla hesum okkara dýr­gripi, Føroya Symfoni­ orkestri. Bergljót Hátún Madsen