Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Fólkaatkvøða um kommunusamanlegging Landsstýrið hevur gjørt av, at vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður í øllum kommunum hósdagin tann 3. mai 2012. Endamálið við fólkaatkvøðuni er at staðfesta, um meiriluti er fyri at skipa landið í størri kommunalar eindir. Veljarar í Tórshavnar kommunu skulu atkvøða ja ella nei til spurningin: „Tekur tú undir við, at Streymoy, t.e. Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna“. Fólkaatkvøðan er vegleiðandi. Tað merkir, at tað er einstaka kommunustýrið, sum ger av, um kommunan sjálvboðin skal leggja saman við aðra kommunu. Úrslitið av fólkaatkvøðuni er grundarlag undir hesi avgerð. Velja kommunustýrini í Tórshavn, Vestmanna og Kvívík sjálvboðið at leggja saman í eina kommunu, verður nýggja kommunan eftir ætlan at fáa gildi 1. januar 2013. Tað merkir, at á næsta vanliga kommunuvalinum 13. november 2012 skal veljast eitt felags kommunustýri fyri alt økið. Landsstýrið hevur ætlan um, at kommunurnar skulu yvirtaka ábyrgdina av eldrarøktini og fólkaskúlanum. Hava kommunurnar ikki skipað seg í størri eindir, tá hesi málsøki verða løgd út til kommunurnar, er ætlan landsstýrisins, at økini verða løgd til kommunal samstørv. Tað merkir, at kommunurnar skulu samstarva um ávísar lógarbundnar uppgávur. Dømi um slíkt samstarv er barnaverndartænastan, sum kring landið er skipað í kommunal samstørv, tó ikki í Tórshavnar kommunu. Atkvøtt verður soleiðis í Tórshavnar kommunu: 1. Fólk í Havn, Norðradali, Koltri, Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi atkvøða í ítróttarhøllini á Hálsi 2. Fólk á Argjum atkvøða í róðrarneystinum á Argjum 4. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni atkvøða í skúlanum í Kaldbak 5. Fólk í Kollafirði atkvøða í skótahúsinum í Kollafirði 6. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali atkvøða í skúlanum á Velbastað 7. Fólk í Hesti atkvøða í bygdarstovuni í Hesti 8. Fólk í Nólsoy atkvøða í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Atkvøðugreiðslan verður frá kl. 10.00-20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg. Tey, sum vegna sjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Snarskivuni, telefon 302010, til dagin fyri valið. Samstundis verður boðað frá, at valkort til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusaman- legging eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum. Tórshavnar kommuna tórshavnar kommuna