fríggjadagur 27. apríl 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Pínliga flaggdagsferð løgmans
T
að finnast ikki orð
fyri
hvussu
pínlig
flaggdagsferð
løg
mans til London er. Og full
komiliga óskiljandi er tað,
at landsins leiðari ikki eigur
so frætt av gefühl, at hann
ikki ístaðin heldir seg langt
burtur. Havandi í huga, at
hann júst hevur gjørt av,
at stongja sendistovuna í
einum av heimsins størstu
og týdningarmestu høvuðs
staðum. Heldur áttu vit at
sett okkum visjónir og mál
um at víðka og útbyggja sam
starvið við Stóra Bretland.
Nei, hann velur heldur,
ambráður,
at
bjóða
til
veitslu! Og henda veitsla
- sum í veruleikanum er
eitt ervi - skal haldast inni
undir
skjúrtufaldinum
á
donsku sendikvinnuni, har
føroyingar í London kanska
sleppa innum. Um tey altso
hava minst til at tekna seg,
so tey fáa eina innbjóðing.
Merkið skal hátíðarhaldast,
og spennandi verður at sjá
um tað blánar í einum horni
í stovuni, har Dannebrog
og danska skjaldramerkið
sjálvsagt eiga heiðursplássið.
Vit kunnu íhvussu er vera
viss um at tað rodnar.
Er
onki
mark
fyri
undirbrotligheitini
og
manglandi pli-kensluni hjá
okkara fremsta leiðara?
Eg skilji hetta ikki, men
kanska finst ein frágreiðing.
Tað hevði sømt seg, um
løgmaður gevur Føroya fólki
eina grundgeving, ið kann
kasta ljós á endamálið við
ferðini?
Eg øvundi ikki støðuna
hjá
røðuskrivandi
embætisfólkinum, sum helst
kýtir seg fyri at pynta uppá
og rættvísgera tann absurda
sjónleikin,
sum
gestirnir
verða vitni til.
Heldur átti landsstýrið at
satsa stórt uppá Bretland.
Fyrst og fremst við at tora
at stuðla eini flogrutu til
London minst tvær ferðir
um vikuna í eitt 3-5 ára
skeið, fyri at leggja lunnar
undir at hendan ruta við
tíðini kann hvíla í sær
sjálvum. Og í øðrum lagi við
at víðka sendistovuna við at
skipa eina útflutningsstovu.
Útflutningsstovan
skal
hjálpa og vegleiða føroyska
vinnulívinum at knýta røttu
sambondini, so Føroyar kann
fáa handilsligt gagn av hesum
veldiga marknaði. Fyri ikki
at tala um síðuvinningar av
øllum hugsandi slagi innan
mentan, ítrótt, útbúgving og
á mongum øðrum økjum.
Um vit tordu at satsa
uppá at styrkja samband og
samvinnu við Stóra Bretland,
er
ivaleyst,
at
serliga
ferðavinnan hevði upplivað
eitt
kvantum-lop.
Við
regluligum
ferðasambandi
hevði tað eisini verðið gjørligt
at pendla millum heimstað
í Føroyum og arbeiði í
London ella øvugt. Hetta
hevði verið eitt stig á leiðini
til fólkavøkstur, tí á henda
hátt fáa vit knýtt føroyingar,
ið eru búsitandi og lesandi
í Stóra Bretlandi tættari til
føroyska samfelagið.
Bara
hugflogið
setir
mørk
fyri
øllum
vakstrarmøguleikunum, ið
liggja í styrktum sambandi
við Bretland. Men samgongan
velur heldur at vinda Merkið
í stong fyri at hátíðarhalda, at
vit pakka saman og avbyrgja
okkum frá umheiminum.
Congratulations, well done.
Gunnvør
Balle
Tingkvinna
fyri Tjóðveldi
Kvett ikki Merkið,
harra løgmaður!
F
laggdagur er, og Merk
ið er vundið húnar
hátt. “Har ið merkini
veittra, veittri eisini mítt; tað
ber kvøðu frá landi mínum
fagurt og frítt” yrkti skaldið
mæta, og vit syngja av insta
hjarta. Men undir vakra
sanginum skurrar ófrætta
kent lag. Tí ímeðan vit øll
savnast um Merkið, er løg
maður farin at kvetta før
oyska flaggið á sendistovu
Føroya í Stóra Bretlandi.
Vit hoyra varðar rapa, so
hvørt, sum samgongan tekur
hornasteinarnar undan tí
sjálvbjargni,
ættarlið
við
tógvið stríð hava bygt upp.
Samhaldsfesti
verður
umbýtt við sjálvsøkni. Sjálv
bjargni við sterkari leinkjur
til Danmarkar. Og fremsti
maður samgongurnar held
ur flaggdagsrøðu heima hjá
donsku
sendikvinnuni.
Í
London, har føroyska flaggið
ikki longur skal vindast á
stong.
Dýrgoldin sparing
Sendistova Føroya í Stóra
Bretlandi, sum røkir sam
bandið við Ongland, Skot
land, Wales, Norðurírland
og Írland, verður stongd.
Endamál? At spara 500 túsund
krónur í 2014, eina millión
í 2015, og nøkur smáoyru
afturat
seinni!
Hvussu
kunnu samgongulimirnir í
Fólkaflokkinum, Miðflokk
inum og Sjálvstýris(!)flokk
inum,
sum
hava
hollan
meiriluta
í
samgonguni,
góðtaka slíka ørsku? Fyri
hesa minimalu løtusparing í
køkskassanum hjá løgmanni
og fíggjarmálaráðharranum,
missa vit eitt heilt týðandi
amboð at byggja upp sam
bandið við ein risamarknað,
sum er
okkara
n æ s t i
granni.
Heldur enn at nið
urleggja sendistovu Føroya
í Stóra Bretlandi, átti hon at
verið uppraðfest. Sjálvandi.
Við fólki, sum hava drúgvar
royndir úr vinnulívi og gjarna
eisini politikki, sum kunnu
knýta røttu sambondini, og
byggja út samstarvið innan
ferðavinnuna, oljuvinnuna,
fiskivinnuna, mentanarliga
og ikki minst í mun til út
búgvingarmøguleikar
hjá
okkara ungu.
Eyðsýndu
møguleikarnir
Vit tosa um ein marknað, sum
telur fleiri enn 60 milliónir
fólk, og sum eisini hevur fast
tunnilssamband við restina
av Evropa. Vit innflyta í dag
10 ferðir so nógvar
vørur úr Danmark, sum
úr Stóra Bretlandi, hóast tað
er millum 30 og 40 % dýrari at
keypa vørurnar í Danmark.
Og vit tosa um eitt landaøki,
sum hevur alt at bjóða í mun
til útbúgvingar- og vinnu
møguleikar.
Júst av hesi orsøk legði
undirritaða vegna Tjóðveldi
fram løgtingsmál 153/2011
– uppskot til samtyktar
um at útbyggja handils- og
ferðasambandið við Stóra
Bretland. Málið verður í
løtuni viðgjørt í Uttanlands
nevndini.
Eingin ivi er um, at ein
øktur samhandil við bretska
meginlandið
kundi
givið
grundarlag fyri flogleið
alt árið til ein av heimsins
fremstu
høvuðsstøðum,
London, umframt til olju
býin Aberdeen og skotska
høvuðsstaðin og fíggjarmið
depilin, Edinburg.
Men, í staðin fyri at seta
ferð á seglini, verða tey repað,
og sendistovan niðurløgd.
Uttan annað endamál enn
at spara nøkur fá oyru. Slíkt
visjónsloysi breiðir myrkar
skuggar yvir várið.
Flaggdagurin
minnir
okkum á, at einki kemur av
ongum. Hvørt einasta fet
á sjálvbjargnisleið krevur
stremban
og kostar
knoss. Men,
tað
gevur
altíð fleirfalt
aftur. Tí má
løgmaður ikki
sleppa at kvetta
Merkið í Stóra
Bretlandi!
Á flaggdegnum
2012
Bjørt
Samuelsen
Tingkvinna
fyri Tjóðveldi