fríggjadagur 27. apríl 2012síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tá ið B36 tapti tepra steypauppgerð
ina í Sarpugerði ímóti Víkingi fyri
nøkrum vikum síðani, harmaðust
meistararnir sjálvandi. Men sam
stundis staðfesti skilagóði venjarin
Mikkjal Thomassen, at tað seinni
í summar fer at hava sín prís hjá
fleiri, at tey røkka langt í steypa
kappingini.
B36 var meistari í fjør, og fokus í
B36 er at endurvinna FM heitið. Tað
hevur higartil ongantíð eydnast hjá
árstalsfelagnum at vinna FM tvey
ár á rað. Søgan sigur harvið, at B36
ongantíð hevur vunnið greipuna
altso FM og steypakappingina í
einum ári. Tað er ivaleyst eitt fram
tíðarmál hjá høvuðsstaðarfelag
num, men í løtuni snýr tað seg
um landskappingina. Støðutalvan
vísir, at í løtuni stendur kappingin
um oddasessin millum Víking, HB,
B3, ÍF og so EB/Streym, sum eftir
soltnu fyrstu umførini er um at
fóta sær.
Mikukvøldið vóru sjey feløg í
bestu deildini partur av fjórðings
finaluni
í
steypakappingini.
Í
vikuskiftinum skulu hesi feløgini
aftur í eldin, tá ið 6. umfar í lands
kappingini er á skránni, og longu nú
er tað møguleiki fyri, at tað fer at
kennast á avrikunum hjá teimum,
sum tríggjar ella fýra dagar eftir
stríðið mitt í viku aftur skulu í
eldin.
– Bæði spælarum og venjarum
dáma væl at spæla dystir og nógvar
dystir. Men tá ið tað ero stutt mill
um dystirnar, sum tað nú er, so
hevur tað alstóran og avgerandi
týdning, at tað verður farið rætt
fram stutta tíðarbili, sum er millum
avbjóðingarnar.
Soleiðis sigur Jógvan Marin
Olsen. Víkinga venjarin og fyrr
verandi landsliðsvenjarin er tann
av føroysku venjarunum, sum
hevur hægstu venjaraútbúgvingina
av teimum, sum nú hava ábyrgdina
av teimum tíggju liðunum í fremstu
fótbóltsdeildini:
– Spælararnir geva seg fult og
heilt, tá ið týdningarmiklar upp
gerðir eru á skránni, um tað so er
í landskappingini ella steypakapp
ingini. Í sovornum støðum verða
bæði likamið og sinnið sett undir
óvanliga stórt trýst. Tí er tað neyð
ugt at vísa atlit til henda veruleika,
tá ið venjingarnar eru á skránni.
Hvíld og avkobling
Hvussu tá?
– Spælararnir hava tørv á at koma
fyri seg aftur. Um tú heldur fram við
at venja, sum tú gerst, tá ið dystir
bara eru á skránni í vikuskiftunum,
so verða spælararnir ikki so væl
fyri, sum teir annars kundu havt
verið. Liðir og limir hava brúk
fyri viðgerð og løttum venjingum.
Liðbond og vøddar eru í dystum
viðhvørt toygt í heilt serligar
støður, og tað krevur sína tíð at fáa
alt upp á pláss aftur. Um tú venur
sum um, at talan er um vanligar
venjingar og týdningarmiklar dystir
bara í vikuskiftunum, so er stórur
møguleiki fyri, at spælararnir verða
skaddirundir venjing, vísir Jógvan
Martin Olsen á.
Hann leggur aftrat, at hetta
hevur ikki minni týdning hvat
sinniliga partinum viðvíkur:
– Spælararnir eru hundrað pro
sent fokuseraðir, og teir geva seg
fult og heilt í dystunum. Teir eru
púra útlúgvaðir, og tí ræður um
sum skjótast at fáa sinnið so at siga
upp á pláss aftur.
Hvussu eru venjingarnar øðrvísi,
tá ið tað eisini verður spælt mitt í
viku?
– Tað valdast eisini, um talan er
um fleiri vikur, tá ið dystir eru mitt í
viku. Vanliga er løtt venjing kvøldið
eftir at dystur hevur verið. Í Víkingi
halda vit frí annað kvøldið eftir
dyst, og so venja vit trý kvøld á rað.
Tá er fysisk venjing fyrsta kvøldið,
og so verður vant tekniskt og alt
meiri taktiskt, sum tað nærkast
næstu uppgávuni.
– Tá ið dystir eru mitt í viku er
eingin fysisk venjing, og í teknisku
og taktisku venjingunum verður
roynt at venja øðrvísi enn vit ann
ars gera. Hetta verður gjørt fyri at
tað skal verða hugaligari og meiri
avbjóðandi hjá spælarunum. Men
tað ber ikki til í sovornum førum at
venja á sama hátt við øllum spæl
arunum. Teir, sum hava sitið nógv á
beinkinum hava brúk á tyngri venj
ing enn teir, sum eru stuðulsspæl
arar, og ungu menninir koma skjót
ari fyri seg enn teir, ið eru komnir
eitt sindur upp í árini, sigur Jógvan
Martin Olsen.
Tá ið Víkingavenjarin hevur giv
ið hesa frágreiðingina, so er ikki
so torført at skilja boðskapin, tá
ið B36 venjarin eftir steypatapið í
Sarpugerði ímóti júst Víkingi stað
festi, at luttøka í steypakappingini
fer at hava sín prís seinni í ár.
Tað er ivaleyst júst í umfarinum,
sum verður á skránni nú í vikuskift
inum, at møguleiki er fyri at rinda
høgan prís, tí tað er stutt millum
týdningarmiklu dystirnar, og fýra
av feløgunum – Víkingur, B68, HB
og KÍ – leiktu mikukvøldið 120 min
uttir, áðrenn tað varð greitt, at KÍ og
B68 ikki longur eru partur av kapp
ingini um Løgmanssteypið 2012.
Steypakappingin kostar
nógv í landskappingini
Fótbóltur Jógvan Martin Olsen, sum er best útbúni føroyski venjarin, heldur, at fyri
treytirnar undan vikuskiftinum eru ógvuliga ymiskar hjá teimum, sum spældu miku
kvøldið, og sum nú skulu hitta teir, ið alla hesa vikuna hava vanliga venjingarviku
– Tá ið tað er so stutt millum
dystirnar, so hevur tað alstóran
og avgerandi týdning, at tað
verður farið rætt fram stutta
tíðarbili, sum er millum av
bjóðingarnar, sigur Jógvan
Martin Olsen, venjari hjá Víkingi
Savnsmynd