Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Løgmanssteypið Gamla og nýggja steypa­ liðið bresta saman Fótbóltur FC Suðuroy, ið var einasta liðið, sum á heimavølli tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni, skal stríðast við Víking, sum er topplið í landskappingini, meðan HB og EB/Streymur skulu takast um hitt finaluplássið Jóannes Hansen HB eigur nógv tey bestu hagtølini í steypakappingini. Síðani 1955, tá ið fyrsta finalan í kappingini um Ísa­fjarðarbikarið varð spæld, hevur høvuðsstaðarliðið vunnið 26 finalur. Síðstu árini hevur tað verið væl longri millum finalusigrarnar, enn tað plagdi at vera. HB hevur ikki vunnið steypakappingina síð­ ani 2004. Nýggja stórliðið í steypakapp­ ingini er EB/Streymur. Teir í Sunda­ lagnum hava verið í finaluni fimm tær seinastu ferðirnar, og teir hava vunnið fýra finalur. Einasta tapið var í 2009, tá ið Víkingur vann 3-2. EB/Streymur hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið á ÍF. Í 2008 sigraðu bygdarmenninir 3-2 á B36, og fyri fimm árum síðani – í 2007 – var tað eftir eina ógvuliga dramatiska og intensa finalu, at EB/Streymur tryggjaði sær fyrsta finalusigurin í steypakappingini við 4-3 sigri á HB. Eftir hálvfinalu lutakastið í gjár­kvøldið er tað greitt, at EB/ Streymur og HB skulu takast um ann­að finaluplássið, og at FC Suðuroy og Víkingur skulu telvast um hitt finaluplássið. Fjórðingsfinalurnar mikukvøldið vóru merkisverdar á tann hátt, at tað bara var FC Suðuroy, sum vann seg í hálvfinaluna við sigri á heimavølli. Hinir tríggir hálv­fina­ listarnir vunnu sær rættin at halda fram í kappingini við sigrum á úti­ vølli. Favorittsigur í Vági Í landskappingina eigur FC Suð­ur­oy framvegis fyrsta málið á. Í steypa­ kappingini hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið mótstøðu­ liðini hava verið úr 1. deild, hevur tað gingið sum eftir ánni at skjóta mál hjá felagsliðnum, sum hevur skorað tíggju ferðir. Fyrst 5-0 ímóti Skála og so 5-1 ímóti B71. Helmingin av hesum tíggju steypa­málunum hevur ein spælari skorað. Ímóti Skála skoraði John Tordar Poulsen tvær ferðir, og miku­kvøldið setti hann tríggjar ferðir bóltin framvið Gerhard Páll Lognberg, sum verjir málið hjá sandoy­ingum. Drama í Klaksvík Vónirnar vóru ikki góðar hjá klaks­ víkingum, tá ið HB mikukvøldið kom norður. Tað komst av ikki sann­førandi avrikinum ímóti TB leygar­dagin í síðstu viku. 120 minuttir í kuldanum miku­ kvøldið kendust sum vónbrot hjá heima­fólkinum, sum sóu HB tryggj­að sær hálvfinaluplássið eftir longda leiktíð. Tá vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2, og í longdu leiktíðini legði HB seg framum 4-2, áðrenn KÍ svaraði aftur og trýsti fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og so staðfestu havnarmenninir sigurin. Hóast úrslitaliga vónbrotið hjá KÍ so vóru stórir leikligir glottar at hóma. KÍ var frammanfyri 2-0 eftir 1. hálvleik. Um neyvleikin hevði verið størri, so kundi leiðslan havt verið tvífalt so stór og meiri enn tað. HB fekk stóran skelk beinanvegin í 2. hálvleiki, tá ið bólturin enn eina ferð lá aftanfyri Teit Gestsson. Dómarin kolldømdi, og tað søgdu heimamenninir seg ikki skilja. Men HB reistist, innskifti Andrew av Fløtum gjørdi stóran mun, og Fróði Benjaminsen kom nógv betri til sín rætt aftari á vøllinum, enn hann hevði verið í 1. hálvleiki, og so noyddust teir bláu at staðfesta, at heldur ikki hesa ferð var tað teirra dagur. Drama á Toftum Í býtandi kuldanum á Svangaskarði var eisini talan um stórt steypa­ drama. Oyggjauppgerðin millum B68 og Víking endaði 2-1 til Víking eftir longda leiktíð. Í vanligu leiktíðini var málleyst, og tá ið heimaliðið legði seg á odda, sá einki út hjá favorittunum úr Eystur kommunu. Men víkingarnir vístu hugburðin, ið hevur borið odda­sessin í landskappingini við sær, og í næstsíðsta minutti skoraðu teir sigursmálið. Merkisvert var tað, at øll málini vórðu skorað av verjuspælarum. Vongverjin í høgru hjá B68, Niklas F. Joensen, setti hol á, og miðverjin og liðformaðurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, var tvífaldur málskjútti. Í fyrra førinum var tað eftir at Hans Jørgensen í B68 málinum hevði hálvbjargað skoti frá vinstra vongverjanum Hanusi Jacobsen, og í seinna førinum var tað við brots­sparki, sum varð dømt, tá ið vongverjin í høgru Bárður Hansen varð steðgaður í gjøgnumbroti. Favorittsigur á Argjum AB stríddist væl og leingi, men tá ið síðsta bríkslið ljóðaði, vóru tað favorittarnir í EB/Streymi, sum høvdu vunnið 3-1, og harvið tryggj­ að sær pláss í hálvfinaluni. Einki mál varð skorað í 1. hálv­leiki, og tað var Hans Pauli Samuelsen, sum setti hol á við bein­ leiðis hornasparki. Bólturin fór í málið við nærra stólpan. Málverjin hjálpti eitt sindur til, men tað er sjáld­an, at mál upp á hornaspark verða skorað upp á henda mátan. joannes@sosialurin.fo B68 - Víkingur 0-0 1-2 eftir longda leiktíð 1-0: Niklas F. Joensen 99. 1-1: Atli Gregersen 117. 1-2: Atli Gregersen br 119. Dómari: Eiler Rasmussen B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Ndende Adama Guéye, Jóhan Dávur Højgaard, Einar Tróndargjógv - Bjarki Johannesen (Adré Olsen, 62.), Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard - Oddur Á. Højgaard (Jónleif Højgaard, 46.), Christian Høgni Jacobsen Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Christian Høgni Jacobsen, Remi Langgaard, Hans Jørgensen, Einar Tróndargjógv Reytt kort: Remi Langgaard 70. Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Hjartvard Hansen (Dánjal Pauli Lervig, 80.), Evrard Blé, Niclas Niclassen (Ingi Sørensen, 80.), Fritleif í Lambanum, Sølvi Vatnhamar - Joseph Bassene (Petur G. Dalbø, 80.) Gult kort: Niclas Niclassen, Sølvi Vatnhamar, Atli Gregersen FC Suðuroy - B71 5-1 (0-1) 0-1: Thomas Hans Rubeksen 23. 1-1: John Tordar Poulsen 61. 2-1: Palli Augustinussen 64. 3-1: John Tordar Poulsen br 69. 4-1: John Tordar Poulsen br 78. 5-1: sjálvmál 84. Dómari: Rói Jacobsen FC Suðuroy: Stanislav Kuzma – Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Poul N. Poulsen, Tóki Brattalíð (Kári í Lágabø, 70.) – Palli Augustinussen, Jón Áki Jacobsen (Dan Djurhuus, 70.), Heri Kjærbo, Bjartur í Lágabø – David Asate, John Tordar Poulsen Gult kort: eingin B71: Gerhard Páll Lognberg – Jónberg á Mýrini, Allan Tungá, Janus Mortensen, Bogi Hermansen, Marcus Klementsen, Bjørgfinnur Winther, Finn Erik Thomsen (Sverri Mohr Mortensen, 75.), Steintór Fagradal (Sverri Dalsgaard, 81.), Thomas Hans Rubeksen, Bakari Bojang, Gult kort: Allan Tungá, Thomas Hans Rubeksen Reytt kort: Janus Mortensen 68. KÍ - HB 2-2 (2-0) 3-5 eftir longda leiktíð 1-0: Henry Heinesen 7. 2-0: Henry Heinesen 34. 2-1: Fróði Benjaminsen 66. 2-2: sjálvmál 70. 2-3: Andrew av Fløtum 93. 2-4: Símun Samuelsen 105. 3-4: Jóhan Jacobsen 111. 3-5: Kristin R. K. Mouritsen 119. Dómari: Petur Reinert KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen (Rudolf Eliasen, 53.), Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen (Johan Jacobsen, 99.), Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør, Philip Djordjevic, Andy Olsen - Bárður J. Heinesen (Páll A. Klettskarð, 76.) Gult: Andy Ó. Olsen, Ivan Joensen, Philip Djordjevic HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen, Rógvi F. Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen (Jákup Slættalíð, 117.), Eli Falkvard Nielsen (Andrew av Fløtum, 39.), Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Jógvan Andrias Nolsøe (Kristin R. Mouritsen, 79.) Gult kort: Hallur Hansson, Alex José dos Santos, Teitur M. Gestsson AB - EB/Streymur 1-3 (0-0) 0-1: Hans Pauli Samuelsen 49. 0-2: Leif Niclasen 77. 0-3: Sorin Anghel 80. 1-3: Martin Midjord 83. AB: Thomas Juul Thomsen - Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Tummas Justinussen, Beinir Ellefsen (Dan Petersen, 61.) - Jónas Stenberg (Teitur Olsen, 90.), Mikkjal T. Hentze, Jobin Drangastein, Alex Mellemgaard - Dion Splidt, Bjartur K. Dam Gult kort: eingin EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jónhard Frederiksberg - Levi Hanssen (Árni G. Olsen, 80.), Sorin Anghel (Poul G. Olen, 83.), Niels Pauli Danielsen (Brian Olsen, 76.), Hans Pauli Samuelsen - Leif Niclasen, Arnar Dam Gult kort: Marni Djurhuus Hálvfinalur 9. mai: Víkingur - FC Suðuroy EB/Streymur - HB 23. mai: FC Suðuroy - Víkingur HB - EB/Streymur Finalan verður 25. august HB vann málríkan dyst í Klaksvík Mynd: nordlysid.fo