fríggjadagur 27. apríl 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 27. apríl 2012 · Nr. 48
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo-deildin 6. UMFAR upptakt
Tað er trýst á KÍ og TB
Fótbóltur Tey bæði liðini eiga heimavøll, meðan torfør avbjóðing á útvølli
bíðar FC Suðuroy, sum er triðja liðið, ið higartil ikki hevur vunnið
Jóannes Hansen
Talvan tekur alt meiri skap. Víkingur
er topplið, og næst oddaliðnum eru
HB, B36, ÍF og EB/Streymur, sum
eftir soltin fyrstu umfør hevur fót
að sær seinastu ferðirnar.
Hjá KÍ, TB og FC Suðuroy hevur
tað ikki eydnast at vinna fulla úr
tøku burtur úr fimm teimum fyrstu
umførunum. Tí eru hesi trý botnlið,
og dygst omanfyri tey eru NSÍ og
B68. NSÍ hevur vunnið eina ferð, og
toftamenn hava vunnið fulla úrtøku
tvær tær seinastu ferðirnar, eftir at
teir einki fingu burturúr trimum
teimum fyrstu royndunum.
Hesa ferð eiga TB og KÍ heima
vøll, meðan FC Suðuroy skal spæla
á útivølli ímóti Víkingi. Tað verður
altso toppur ímóti botni. Hesa ferð
verður heimavøllurin hjá Víkingi
ikki í Sarpugerði, har teir hava
tikið gamla graslíkið av og eru í
holtur við at leggja nýtt graslíki á.
Víkingur fer sunnudagin at spæla
í Fuglafirði.
KÍ - NSÍ
Talan er um tvey lið, ið eru ikki sørt
átøk hvørjum øðrum. Hetta skal
skiljast á tann hátt, at bæði liðini
eru mannað við ungum monnum,
ið eru uppaldir í feløgunum.
Klaksvíkingar
hava
higartil
ikki megnað at vunnið. Tað plagat
at verða tikið til, at tað gongst
einki serligt hjá KÍ á heimavølli,
tá ið serlig tiltøk eru á skránni í
Klaksvík. Her verður hugsað um
Norðoyastevnu, Summarfestival,
Sjómannadag og tunnilsdagar.
Í morgin er tunnilsdagur, og tá
eigur KÍ heimavøll ímóti NSÍ!
Meðan NSÍ hevur havt vanliga
arbeiðsviku, har spælararnir hava
vant fleiri ferðir, so hava klaks
víkingar í viðførinum hava 120 min
uttir av steypafótbólti mikukvøldið
og vónbrotið um, at tað, sum eina
góða løtu sá ógvuliga ljóst út, at
enda kiksaði.
Í NSÍ leguni eru teir rættuliga
væl fyri. Í KÍ leguni verður sagt
frá fleiri skaðum. Heðin á Lakjuni,
Álvur F. Christiansen, Gunnar
Christiansen
og
Kristoffur
Jakobsen eru skaddir, og tað eru
lítil sannlíki fyri, at teir verða førir
fyri at spæla leygardagin.
Ímóti HB fekk Ivan Joensen
møguleikan á miðvøllinum, og
hann var rættuliga eyðsýndur. Tí
er góður møguleiki fyri, at hann
verður millum teir fyrstu ellivu í
morgin, og tað kann væl vera, at
onkur annar av ungu monnunum,
sum higartil hevur bíðað eftir
møguleikanum, fer at fáa kjansin
ímóti NSÍ.
TB - ÍF
Ungu tvøramenninir, væl stuðlaðir
av Ivan Stojkovic, Óla Johannesen,
Dimitrije
Jankovic
og
Dan
Mortensen hava givið ábendingar
um, at tað búgva góð fótbóltsevni
í teimum. Higartil hevur tað ikki
eydnast TB at vinna fulla úrtøku,
og harvið økist trýstið á TB.
Á Tvøroyri vóna teir sjálvandi, at
tað skal bera til at spæla á nýggja
vøllinum í Trongisvági. Kappingar
nevndin hjá FSF hevur góðkent
vøllin. Tað hevur loyvisnevndin hjá
FSF ikki gjørt. Loyvisnevndin um
sitir loyvisskipanina, sum eru krøv
ini, ið UEFA hevur sett føroyskum
fótbólti við støði í tilfarinum, sum
FSF hevur sent teimum. Millum
hesi krøvini er, at tað kring vøllin
skulu vera í minsta lagi 300 setur
til áskoðararnar. Hetta er høvuðs
kravið, sum tað verður bíðað eftir,
at teir á Tvøroyri skulu fáa frá
hondini.
Tí kann tað væl vera, at tað aftur
hesa ferð verður á Vágseiði, at TB
fer at hava heimavøll.
Fyrstu umførini gekk tað sum
eftir ánni hjá ÍF. Sunnudagin løgdu
fuglfirðingar fyrstu ferð rygg til
tap í landskappingini. Víkingur var
leingi oman á og vann 2-1, men ÍF
vísti góðan moral og stríddi seg upp
í aftur. Fuglfirðingar minkaðu um
munin, og teir settu toppliðið undir
trýst, men tað eydnaðist ikki at
fyribyrgja fyrsta tapinum í lands
kappingini í ár.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir
uttan Bogi Løkin, sum framvegis er
langtíðarskaddur.
Víkingur - FC Suðuroy
Felags fyri FC Suðuroy og Víking er,
at bæði liðini hava steypafótbólt frá
mikukvøldinum í kroppinum, tá ið
tey hittast í Fuglafirði sunnudagin.
Víkingarnir hava vant á Skála
í hesi vikuni. Teir eru framvegis
skaðaplágaðir. Hans Jørgen Djur
huus og Kaj Leo í Bartalsstovu eru
ikki tøkir. Lasse Qvist er komin
fyri seg aftur. Takið hjá honum er
at vinna seg inn aftur á liðið. Tað
er ikki bara bara. Joseph Bassene
hevur verið fremsti maður seinastu
ferðirnar, og hann hevur avgjørt
ikki spælt seg av liðnum.
FC Suðuroy eigur framvegis
fyrsta málið í landskappingini til
góða. Í steypakappingini hava teir
á felagsliðnum tvær tær seinastu
ferðirnar skorað tíggju ferðir.
Brellbiti við Margáir
Mikukvøldið eydnaðist tað bæði
EB/Streymi og HB at kvalifisera seg
til hálvfinaluna í steypakappingini.
Hóskvøldið varð greitt, at hesi bæði
liðini skulu hittast í hálvfinaluni,
og sunnudagin hittast tey við
Margáir.
Í EB/Streymi eru teir framvegis
illa skaðaplágaðir. Lyklaspælararnir
Pauli G. Hansen, Pætur Dam
Jacobsen og Arnbjørn Hansen eru
skaddir og ikki tøkir. Niels Pauli
Danielsen hevur tikið av møguleik
anum og er vorðin fastur maður á
liðnum. Arnar Dam og brøðurnir
Árni G. Olsen og Poul G. Olsen eru
aðrir, sum hava vunnið sær alt
meiri spælitíð.
Í HB er lagið gott eftir steypa
sigurin í Klaksvík. Avbjóðingin hjá
Sigfríði Clementsen er at fáa liðið
at vera meiri støðugt. Í Klaksvík
var tað alt annað enn sannførandi
í 1. hálvleiki, tá ið verjuparturin var
sum opnahjallur í báðum borðum.
Í 2. hálvleiki var væl betri. Andrew
av Fløtum hevur verið á beinkinum
tvær tær seinastu ferðirnar. Hann
hevur verið rættuliga eyðsýndur,
tá ið hann er komin á vøllin, og tí
er einki at ivast í, at hann verður
millum teir fyrstu ellivu í Streym
nesi.
B36 - B68
Meistararnir í B36 fáa vitjan av B68.
Toftamenn mistu hálvfinaluplássið
í steypakappingini mikukvøldið
eftir at hava stríðst í 120 minuttir.
Tað var stórt vónbrot.
Avbjóðingin hjá Paula Poulsen
er at fáa liðið á føtur aftur.
Í B36 hevur verið vanlig arbeiðs
vika hjá Mikkjali Thomassen og
hansara monnum. Tí ber ikki til at
siga annað, enn at heimaliðið má
roknast at vera væl betri fyri undan
vitjanini av Toftum.
joannes@sosialurin.fo
Mynd: Álvurr Haraldsen