Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 48 · 27. apríl 2012 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Tey trý donsku merkini House Doctor, Rice og GreenGate eru favorittar hjá nógvum, tá ið tað kemur til heim og innrætting! Nú er summarið í nánd, og vit hava hugt eftir, hvat tey trý merkini hava at bjóða til lívið uttandura. Øll trý merkini eru at fáa í handlum, sum selja innbúgv Uttanduralív House Doctor Merkið House Doctor ger bæði møblar, klæði og lutir til heimið. Ofta er teirra ting eitt sindur rá, og nógv er gjørt úr metalli. Rice Rice er eitt sindur av tí, man plagar at kalla »Plastic fantastic«. Nógvir av lutunum eru gjørdir úr hørðum plastikki, og litirnir eru sterkir – júst sum teir skulu vera í summar. Green Gate Merkið Green Gate er romantiskt, og nógv er inspirerað av 1950’unum. Litríku lutirnir fáa í summar selskap av vøkrum gráum tingum. Lekkur og modernaður altanpottur, House Doctor Á veg út í havan. Bleyt og hørð kølitaska og litrík kanna. Rice Springformar, ið eru vakrir at borðreiða við. Rice Altanin gerst stuttligari við hesum pottunum. Rice Kølitaska til útferðina. Green Gate Lekrar pútur at nýta bæði inni og úti. Green Gate Nakað av tí nýggja gráa. Fantastiska flott kanna og koppur. Green Gate Modernað og flott fyriklæði. Green Gate Fløskur og fat at savna blómur í. House Doctor Kular kurvir at bera í ella planta okkurt í. House Doctor Kul lanterna at hanga uttandura. Green Gate Øðrvísi pottur. Rice Teppi, sum er lætt at rulla saman og taka við út í havan. Rice Litríkur plastikkstólur, sum er umleið 100 ferðir stuttligari enn teir vanligu hvítu. Rice