fríggjadagur 27. apríl 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 48 · 27. apríl 2012
7
VIKUSKIFTI
Hví valdi tú at gerast portørur?
Arbeiddi við maskinum og teldum í 14 ár.
Tímdi tað slettis ikki. Hevði altíð ein dreym um
at kunna hjálpa fólkum, sum vóru í neyð ella
sjúk. Møguleikan fekk eg í 1998 og tók av.
Havi ikki angrað tað eitt einasta sekund.
Hvørja hending minnist tú best?
Tá mín elskaða dóttur kom til verðina 1. desember
2003 kl. 14.48. Tað var meir enn fantastiskt. Eisini
tá vit (HB) blivu FM-vinnarar í 2006. Og millum
annað tá eg møtti ongum øðrum enn Garth Brooks.
Hevur tú altíð havt áhuga fyri countrytónleiki?
Ja, tað kann eg róliga siga. Tann fyrsta plátan, sum eg
yvirhøvur kann minnast, er ein dupultpláta, sum pápi
mín eigur, sum eitur »Stars Of The Grand Ole Opry«.
Eisini hevði hann plátur við eitt nú Johnny Cash og
Charley Pride, sum eg altíð plagdi at lurta eftir.
Nær skipaði tú fyrstu ferð fyri
einum tónleikatiltaki?
Tað var í 2007, tá eg kontaktaði ongar aðrar
enn »The Bellamy Brothers«. Tá byrjaði alt.
Hvat ger tú í frítíðini?
Koyri dóttrina í skúla. Fari síðani runt ymsa staðir
í Havnini at fáa mær ein kaffimunn og práta um
mangt og hvat. Eisini gera frúan, genturnar og eg
deiligan mat og hugna okkum sera nógv. Royni at
verða ein góður (vónandi skjótt) maður og pápi,
sjálvt um tíðin tíverri rennur alt ov skjótt undan.
Hvussu heldur tú teg í form?
Í míni arbeiðsviku venji eg rættiliga nógv og eti sunt.
Men í míni fríviku eti og hugni eg mær fyri allar
pengarnar. Men tað gongur fínt uppá tann mátan.
Er tú til føroysku náttúruna ella
suðurlendsku strendurnar?
Skomm at siga frá. Men hvørki. Hevði so inniliga
viljað verið raskari at vitja ta føroysku náttúruna.
Men fái ikki tikið meg saman. Kann ikki torga at
verða á strondini sunnanfyri. Vil nógv heldur verða
við ein svimjihyl á hotellinum og hugna mær.
Hvat er tað besta tú fær at eta?
Seyðarhøvd, ræstan fisk, ræst kjøt, skerpikjøt
og pizza. Og nógv, nógv annað.
Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
Nógvir eru at velja ímillum. Men »Tender Mercies« við
Robert Duvall, er ein genialur filmur. Cowboyfilmar,
»Titanic« og ikki minst »Olsen-Banden« filmarnir.
Hvør árstíðin er hin besta?
Allar. Eg ELSKI at liva. So hvør einasti dagur og hvør
einasta árstíð er heilt fantastisk. Havi aldrin havt
trupulleikar við myrkum ella ljósum tíðum. Bara at fáa
møguleikan at uppliva árstíðirnar, er heilt fantastiskt.
Hvørjum hyggur tú
at í sjónvarpinum?
Frúan sigur øllum.
Møguliga hevur
hon rætt – men
tíðindum, ítrótti,
dokumentar
sendingum og
nógvum øðrum,
tað má eg bara
viðurkenna.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Tað eru fleiri. »Føroyskur fótbóltur 2011«,
»Manchester United - Historien om The Red Devils«,
»Mesterværket, om Europa Cup og Champions
League«, »Føroyingar í Kríggi«, »Skakandi Tilburðir« og
»Ambulancefag 2«. Og onkrar bøkur um Johnny Cash.
Hvat ger tú um 10 ár?
Um Guð vil, so koyri enn sjúkrabil, hjálpi sjúkum
og veikum. Og eri ein góður maður og pápi.
Og fái skítfult av góðum countrynøvnum
her til okkara elskaða Føroya land.
Tað er altíð so øgiliga synd í
teimum gomlu. Ella, sum tey
sjálvi so sjálvrættvíst kalla seg:
vit ungu, sum eru vorðin eitt
sindur eldri.
Fólkapensjónin hevur verið
ov lítil frá fyrsta degi, tá Dam
kom við henni við Tjaldrinum úr
Danmark.
Og nú skal hon aftur minka
gjøgnum bakdyrnar, tí aldurin
skal upp fyri at bjarga málinum
hjá Niclasen, einki hall í 16.
Men hví skulu ung, sum eru
vorðin 50 ár eldri, fáa almennan
stuðul? Politikkurin er annars
at strika allan almenna stuðul
uttan til ferðavinnuna, sum gevur
níggju krónur aftur fyri eina og
fiskivinnu, sum gevur eina krónu
aftur fyri níggju.
Ognarskatt vil eingin hoyra
um. Men frívirðið í borgunum
hjá pensjónistunum hevði fylt
væl í landskassanum, so væl, at
botnurin ikki sást longur. Ella
nøkur prosent, nakrar promillur
bara, afturat í arvaskatti.
Nei, sjálvandi ikki.
Fólkapensjónin er ov lítil til
døgurðan í heimsins dýrasta
landi. Óført, so fitna tey ungu,
sum eru vorðin eldri, ikki, og
eldarbyrðan lætnar. Skilagóður
politikkur, haldi eg.
Loysnin er sera einføld. Latið
fólk arbeiða til tey doyggja. Sum
frøðingurin segði í Útvarpinum:
gomul fólk hava lyndi til at
doyggja. Á arbeiðsgevaramáli
kallast tað nátúrlig frágongd.
Hví skulu fólk gevast at
arbeiða á trýfjórðingsleið?
Tí so er ikki pláss fyri teimum
ungu á arbeiðsmarknaðinum.
Gevið teimum ungu fyritíðar
pensjón. Har er ikki aldursmark.
Og eingin hevur kannað, um
nakar kemur á arbeiðsmarknaðin,
hvørja ferð, ein ungur, sum eru
vorðin eldri, fer haðani.
Hækka pensjónsaldurin. Er
tað tøkkin fyri at hava bygt
upp samfelagið til tað, sum tað
er? Tað, sum tað er? Ein undir
skotsforrætning, sum kroniskt er
við at fara á heysin. Vorðið sum
uppbygging.
Undirskot hvørt ár, uttan
tá danir og hatta IMF krevja
yvirskot. Tað er ikki so ofta,
tíverri.
Men tað vilja tey ungu, sum
eru vorðin eldri, hava bæði løn
og eftirløn fyri. So væl spælir
vælferðarklaverið tó ikki. Tað er
ikki stemmað í ein mansaldur,
hóast tey, sum nú eru vorðin
eitt sindur eldri, hava stemmað
hvørja ferð øll árini.
Nú sá eg ikki partarnar 1 til
10 av talksjóvinum hjá tí kristna
trúboðaranum Breivik. Eg má
royna at fáa teir við, tá teir verða
endursendir. Ella gera sum við
Gekkinum, tá stundir ikki eru at
síggja hann. So er at taka hann
upp og seta seg við honum seinni.
Men eg sá fólkapensjónistin
Peter Belli nú eitt kvøldið.
Tað var ein hálvthundrað ára
jubileumskonsert, jubileum, hóast
eingin var deyður. Peter Belli var
heimskendur í Danmark, tá eg
var ungur. Ikki minst fyri sítt síða
hár. Minnist, at eitt blað skrivaði,
at hárið var 33 sentimetrar.
Fjølmiðlarnir vóru tá, eins og
nú, óførir at koma við slíkum
stórtíðindum.
Peter Belli er nógv meira
enn bara ein vanligur, keðiligur
poppsangari. Hann er eisini rokk-
og bluessangari, sera góður enntá.
Konsertin í sjónvarpinum var
frálík, góð løg, góður tónleikur og
góður sangur. Men eingin doyði.
Eitt óvanligt jubileum.
Peter Belli arbeiðir framvegis,
hóast hann er farin upp um pen
sjónsaldurin (føddur í 1943). Men
hann hevur ikki troðkað nakran
ungan sangara av pallinum.
Okkara pensjónsaldur er 67.
Og vit fáa ongantíð politikarar,
sum hava so frægt av ryggi og
nossum, at tey tora at broyta tað
talið.
Ein pensjónsnýskipan hevur
verið á veg í 67 ár. Hon er útsett
og kemur um tvey ár.
Flaggdagurin varð hildin aftur
í ár, hóast einki hevur verið at
flagga fyri síðani 1945, uttan á
hálvari stong kanska.
Og pensjónsaldur er eingin
aldur longur.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Allan Samuelsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Eg elski at liva
– Hvør einasti dagur og hvør einasta árstíð
er heilt fantastisk, sigur Allan Samuelsen,
portørur og countryfjeppari. Størsta
hendingin í hansara lívi var, tá ið dóttirin kom
til verðina fyri góðum átta árum síðani
Engin aldur