fríggjadagur 27. apríl 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 48 · 27. apríl 2012
8
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Gávurnar hjá Heiðriki á Heygum
hava verið eyðsýndar í mong ár. Við
tónleiki, fløguútgávu og hópin av
konsertum, hevur hann prógvað sítt
virði á føroyska tónleikapallinum. Við
blýantum og penslum, hevur Heiðrik
gjørt tekningar, málningar, prent, um
framt at hava samskipað fleiri fram
sýningar. Hetta hevur hann fingið
nógv rós fyri. Heiðrikur er eisini íðin
við myndatólinum, hvørs myndir hava
verið brúktar til eitt nú fleiri fløguhúsar.
Eisini fyri hetta hevur Heiðrik fingið
sera góðan kritikk. Men hesir pallar
eru ikki nóg mikið hjá Heiðriki, sum
eisini brúkar nógva orku innanfyri
filmslistina, serliga stuttfilmar og sjón
bandaløg, hevur fjøllistamaðurin tykist
við, og – sjálvandi freistast ein til at
siga – fingið rós fyri.
Heiðrik á Heygum arbeiðir ikki á
einum palli í senn. Hann arbeiðir á fleiri
pallum samstundis, og ofta tvørtur um
pallarnar. Í samrøðu við Kinnu Poulsen,
sum varð prentað í Sosialinum 31. mars
í fyrraárið, lýsti Heiðrik á Heygum
arbeiðsgongd sína soleiðis.
– Tá eg geri myndir, hoyri eg tónleik,
og tá eg geri tónleik, síggi eg myndir,
og filmur er jú bæði. Eg úttrykki meg
fyrst og fremst.
Í løtuni vísir Heiðrik á Heygum sam
an við øðrum fram málningar á Norður
atlantsbryggjuni í Keypmannahavn á
framsýiningini » Udvandring – ung
færøsk samtidskunst«, sum hann eisini
sjálvur hevur samskipað. Harumframt
er hann partur av filmsfestivalinum
CPH:PIX, har hann luttekur við tveimum
filmum, »Aldan reyð«, ið er sjónband
til lag hjá føroyska tónleikabólkinum
Orka, og stuttfilminum »A hipstory – A
Modern Period Piece«, ið hann hevur
gjørt í samband við lesnaðin á films
skúlanum Super16.
Umframt hetta eru fleiri aðrir bóltar
í luftini. Heiðrik skal gera húsan til
fløguna hjá Sakaris Joensen og næstu
fløguna hjá Eivør, har hann eisini skal
gera eitt sjónbandalag. Og so arbeiðir
hann eisini við at gera sjónbandaløg
til – og halt nú fast – hvønn einasta
sang av síni egnu fløgu, »Monster«,
sum hevur verið ávegis í eina tíð.
Henda fløgan verður tó ikki útgivin
í sínum klassiska fysiska formi, tí sum
Heiðrik sigur, so trýr hann ikki upp á
fløguútgávur, sum vit kenna tær í dag.
Men talan er um 15 løg, sum øll verða
útgivin við tilhoyrandi sjónbandalag.
– Næsta staklagið eitur »Blond« og
sjónbandalagið fer at snúgva seg um
mannligan skøkjulevna, greiðir Heiðrik
á Heygum frá, tá vit hittast til eitt prát
yvir eitt krúss av kaffi á Sofiegården á
Christianshavn í Keypmannahavn.
Kostaði 200 krónur
Tá tað kemur til tónleik og sjónbandaløg
er ein rættiliga nærliggjandi spurn
ingur, hvussu hetta verður fíggjað, tí
filmsframleiðsla er dýr, sigst, og tón
leikavinnan er á knøunum reint fíggjar
liga.
– Sjónbandalagið til »Needle and a
String« (seinasta staklagið hjá Heiðriki,
blðm.) kostaði mær 200 krónur. Garn og
ein hýruvogn, tað var tað, ið kostaði,
ljóðar einfalda svarið frá Heiðriki. Svar
ið og sjálvt sjónbandalagið er eitt greitt
dømið um, at tað einfalda bæði kann
fanga og fevna um nakað hugtakandi
og djúpri. Ikki tí, Heiðrik hevur eisini
gjørt meiri krevjandi sjónbandaløg,
bæði fíggjarliga og tá tað kemur til
framleiðslu, enn »Needle and a String«.
Dømi um hetta er »Aldan reyð«. Sam
stundis er tað eisini prógvið upp á, at
Heiðrik meistrar bæði. Tað metti Birgir
Kruse, ummælari, í øllum førum,
tá hann hevði verið til filmskvøld í
Norðurlandahúsinum í desember í
fjør.
– Heiðrikur átti tveir av seytjan
stuttfilmum, sum hetta kvøldið vórðu
sýndir fyri nógvum fólki í høllini í
Norðurlandahúsinum. »Aldan reyð«,
sum er tónleikavideo til sangin hjá
Orka og »Needle and a String«, sum
er fylgifilmur til samnevnda sangin hjá
Tosar tú um føroyskan tónleik beint nú, sleppur tú ikki undan at nevna
navnið á honum. Tosar tú um føroyska málningalist í løtuni, verður
hann ofta nevndur sum ein av okkara mest evnaríku málarum. Og tosar
tú um spírandi føroysku filmslistina, er hann undangongumaður.
– Eg kann ikki gera nakað hálvt, sigur Heiðrik á Heygum, sum er
við at sláa navn sítt fast uttanfyri føroysku bøgarðarnar
Mín list
er mín
dagbók