Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-27, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 48 · 27. apríl 2012 9 VIKUSKIFTI myndir: Rebekka Rafael Heiðriki sjálvum. Meistarligt í báðum førum. Episkt grípandi í fyrra førinum og kon­sist vundið uppá tráð í seinna før­inum«, skrivaði Birgir Kruse millum ann­að á blogginum. Umheimurin víst Heiðriki ans Men tað eru ikki bara føroyskir um­mæl­ arar og eygleiðarar, sum rósa Heiðriki. Sum nevnt er áður umrødda sjón­banda­ lag, »Aldan reyð«, við á CPH:PIX. Hetta er ein heiður í sær sjálvum, tí av omanfyri 100 sjónbandaløgum varð hans­ara valt út saman við 25 øðrum. Hetta frammanfyri sjónbandaløg hjá nøvn­um sum Fallulah og The Rumour Said Fire. Uppaftur nógv størri er tað tó, at fólkini handan heimasíðuna Vimeo.com, hava peikað á hetta sama sjónbanda­- lag, sum eitt av teirra yndis­sjón­ bondum. Vimeo.com er ein heimasíða, har brúkararnir kunnu deila sjónbond, teir sjálvir hava gjørt, við onnur. Um ár­ skiftið søgdu hagtølini, at heimasíðan hevði 65 milliónir ymisk vitjandi hvønn mánað, umframt at Vimeo.com hevur omanfyri átta milliónir skrásettar brúk­ arar. Fólkini handan heimasíðuna eru øll film- og sjónbandaframleiðarar í New York. Og tað eru hesi fólkini, sum hava valt »Aldan reyð« hjá Heiðriki, sum eitt av teimum sjónbondunum, tey dáma best. – Tað er eitt sera stórt herðaklapp, at tey hava valt mítt sjónband millum tey, sum skulu umboða teirra síðu út­ eftir, sigur Heiðrikur, sum annars ikki leggur stórt í, hvat ummælarar siga og skriva um hansara verk. Tí hóast nógv rós er tað eisini onkur, sum hevur funn­ ist at Heiðriki. Millum annað fýsti um­ mæl­arin Høgni Djurhuus eftir Heiðriki her­fyri. – [H]ví slepti Heiðrik á Heygum end­anum, hann hevði fatur í í 2009? Hansara perla »Mítt rúm« við einari góðari søgu, einum beinraknum og klókum boðskapi og ikki minst ein­um framúr flottum trýssarastíli í svørtum og hvítum og gráum neyvum kom­posi­ sjónum, er ein forbannað góður filmur. Einki av tí, sum eg havi sæð hjá Heiðriki síðani tá, er líka gott. Eg vónaði tá, at hesin blaðungi maðurin, sum longu tá var óvanliga búgvin í sínari list, fór at halda fram á hesi kósini. Men tíverri, nei, skrivaði hann í klummu, prentað í Sosialinum 6. januar í ár. Arbeiðir ikki fyri fjøldina – Eg eri akkurát byrjaður at arbeiða við filmi av álvara. Eg skal læra og royna nýggj ting, men sjálvandi er tað keði­ ligt, at Høgni ikki dámar alt, sum eg geri, sigur Heiðrikur ikki sørt speiskur, tá eg lesi omanfyristandandi reglur hjá Høgna Djurhuus upp fyri honum. – Eg eri ikki nakar crowd pleaser, sig­ur hann eftir at hava gruna eina løtu, og leggur so aftrat. – Eg havi altíð hjartað við. Eg kann ikki úttrykkja meg hálvt. Men eg eri fegin, tá fólk eru glað fyri tað, eg geri og eg vil altíð gera mítt besta, sigur Heiðrik og nevnir síðani eitt ítøkiligt dømi um, hvat hann meinar við. Tað er eitt sindur av tíð síðani. Heirik fekk eitt bræv úr Venesuela frá einum ungum manni har. Mamma hansara var sjúk, og ungi maðurin hevði spælt eitt av løgum Heiðriks fyri henni. Eina løtu lívgaðist sjúka mamman upp og var glað, tá hon hoyrdi hesar tónarnar. – At tað, eg geri, kann gera mun so­leiðis, er feitt, heldur Heiðrik. Dagbókin hjá Heiðriki Heiðrik á Heygum greiðir frá, at hann hevur teknað alt tað, hann minnist. Tá hann hevur teknað, hevur tónleikurin altíð verið við, so tað fall púra natúrligt at gera okkurt við tónlistina eisini. – Og filmur er jú tónleikur og mynd­ ir alt í einum. Tað helt eg vera snilt, fortelur Heiðrik flennandi um áhugan fyri ymsu listagreinunum. Eitt slag av barnsligum forvitni, hvørs áhugi fyri fakinum er stimbraður, fasthildin og mentur støðugt. Men tá tað kemur til íblásturin til ítøkiligu verkini, er svarið ikki heilt so einfalt. – Tað kemur bara til mín. Ein dagin sat eg og teknaði og eg visti ikki hvat tað merkti. Í sjálvari løtuni kundi eg ikki greiða frá, hvat tað var. Men tað er eisini tí, at tað á donskum verður rópt »út­tryksformur«. Tí seinni kann tað, eg sat og teknaði, brádliga geva mein­ ing. Hinvegin skilji eg ikki, hvussu fólk kunnu skríggja og skrála, tá tey spæla fót­bólt ella borðtennis. Men tað er somu­leiðiðs bara úttrykk, hóast eg ikki skilji tað. Ikki tí, eg hevði gjarna viljað havt tað sama nøgdsemi yvir mær, sum nógv hava, sum hava vunnið ein dyst, hug­leiðir Heiðrik, og leggur so aftrat. – Eg kann samanbera mína list við eina dagbók. Ein dagbók er ein formur og eitt úttrykk av tí degnum og tí løtuni, tú ert í. Eg havi einki filtur og reflekteri yvir alt. Ofta verði eg spurdur, hví eg hugsi um hetta ella hatta, tá tað ikki hev­ur nakað við meg at gera. Men eg kann ikki lata vera. Tí er empati eitt ógvuliga gott tól, tá tað kemur til list­ ina, men í persónliga lívinum kann tað verða ein byrða. Eg havi tó onga skomm av at vísa, hvat stendur í mínari dag­bók, sigur Heiðrik á Heygum. Heiðrik á Heygum er aktuellur við framsýning á Norðuratlantsbryggjuni, sjónbondalag og stuttfilmi á CPH:PIX og eini fløguútgávu, sum er ávegis