fríggjadagur 27. apríl 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 48 · 27. apríl 2012
10
VIKUSKIFTI
Røða
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Eg ivaðist eitt sindur í, um eg skuldi
taka av at halda hesa gestarøðuna,
men tá eg hevði hugsað um tað eina
løtu, gjørdi eg av at gera eina roynd, tí
kanska hevði eg eina viðkomandi søgu
at siga. Og her kemur søgan.
Eg vaks upp í eysturbýnum í Havn
beint við Hoyvíkstjørn púra frælsur.
Hetta var í 70'unum og fyrst í 80'unum,
tá kvinnufrígeringin ikki rættiliga hevði
tikið dik á seg, og mammurnar tí ofta
vóru heima. Vit góvu okkum sum børn
ikki far um, hvat mammurnar hildu um
at ganga heima, men fyri okkum var
hetta stórt, tí vit vóru fræls og sam
stundis púra trygg. Vit høvdu frælsi
til at finna upp á spøl sjálv, sum vit
spældu uttan fyri húsini, og vit funnu
upp á nógv spøl. Vit høvdu frælsi til
at byggja flakar, sum vit flotaðu í
Hoyvíkstjørn á hvítum tundurkassum,
sum brennivínsfløskur høvdu verið í.
Og vit høvdu frælsi til at súkkla runt
um geilar, klandrast okkara millum
og sjálv finna saman aftur, tá vit vóru
liðug at klandrast. Við nútíðareygum
kundi onkur kanska sagt, at vit vóru
óforsvarliga fræls, men soleiðis kendist
tað ikki. Vit spældu, tí vit hildu okkum
duga at spæla, og tað, sum vit ikki
dugdu, lærdu vit okkum, ikki bara at
gera flakar, men eisini at smíða húttur,
sum vóru okkara loydnarfullu holur
kring um í grannalagnum.
Men so ein dagin rakti kvinnu
frígeringin okkum sum ein skelkur.
Mamma ætlaði sær undir útbúgving, og
tað skuldi hava við sær, at hon ikki fór
at vera heima altíð. Hvat skuldu vit gera
í døgurðatímanum? Skuldu vit sjálv fáa
okkum at eta? Og hvønn skuldu vit tosa
við? Eksistensiellu spurningarnir vóru
nógvir, tí mamma ætlaði sær í skúla.
Hon fór so í fyrsta flokkin á nýstovn
aðu pedagogútbúgvingini á Lærara
skúlanum í 1986. Mamma, sum altíð var
inni, tá vit duttu inn um gáttina at bidda
pengar ella fáa okkum at eta, tí vit vóru
svong, skuldi nú ikki longur bara vera
heima. Vit vóru tá komin í skúlaaldur,
so vit endaðu ikki í barnagarði av teirri
orsøk, og tí havi eg ongantíð gingið í
barnagarði – undantikið tvær vikur í
mínum lívi. Hetta var í barnagarðinum í
Tjarnardeild, har Føroya Arbeiðarafelag
heldur til í dag. Velduga stórt hegn var
rundan um allan garðin, og eg skilti
onki av hesum ófrælsinum. Hvat var
endamálið við hegninum? Hví var eg
innibyrgdur, spurdi eg allan dagin, og
eg hekk grátandi í hegninum, tí eg vildi
sleppa út. Út í mítt frælsa grannalag at
spæla við hini børnini.
Og eg slapp tíbetur útaftur. Eg slapp
út at uppliva barndómin, sum hann
var, tá børn vuksu frítt upp í sínum
grannalag, tá mammurnar vóru heima
og síðan reistu seg og fóru út á arbeiðs
marknaðin, og tá so pedagogútbúgv
ingin varð sett á stovn í Føroyum,
tí samfelagið broyttist og kravdi, at
barnaansingin varð skipað í stovnar.
Brátt hvarv tíðin, tá børn spældu heima
allan dagin. Brátt hvarv tann saman
sjóðandi døgurðatímin, tá tú kundi
fáa teir ein lúr upp undir seinnapartin.
Og brátt kom so tíðin, tá familjurnar
løgdu uppalingina av børnunum í
hendurnar á pedagogunum í barna
gørðunum. Støðugt fleiri føroyingar
vórðu útbúnir sum pedagogar, serliga
kvinnur, men eisini nakrir menn. Tey
lesandi diskuteraðu pedagogiskar
arbeiðshættir og greinaðu sangtekstir
um totalitera barnauppaling hjá Bjørn
Afzelius og John Lennon, og lærararnir
í fólkaskúlanum fingu kapping, tí nú
høvdu ikki bara teir klørnar í børnunum.
Pedagogarnir kendu og ávirkaðu
børnini, langt áðrenn lærararnir hittu
tey.
Soleiðis broyttist samfelagið, og eg
minnist, tá fótbóltslandsliðið fyri eini
fimm árum síðan kláraði seg illa, og øll
spurdu, hvat var galið, tí spælararnir
tóktust ikki at vera serliga stríðsfúsir.
Tá glapp úr mær í eini grein, at tað var
tí, at teir høvdu gingið so nógv í barna
garði, har teir høvdu havt tað ov gott.
Tað, sum lá í útsøgnini, var helst, at
pedagogarnir høvdu kýnt dreingjunum
so nógv, at teir vóru vorðnir ov fittir
og ov lítið villir. Ja, kanska lá eisini í
útsøgnini, at tá vit reikaðu frælsir runt
í grannalagnum, so kluvu vit upp í eitt
træ, um vit høvdu hug til tað, men nú
verður tú kanska biðin um tekna træið
í staðin, tí tú mást jú ikki detta, og tú
skalt ikki enda sum ein ótillagaður vill
maður, men ein skapandi borgari, sum
er so væl fyri sosialt, at øll hámeta tína
atferð. Útsøgnin elvdi til kjak á peda
gogskúlanum, skilti eg, men eg veit, at
hon var ov svørt og hvít, tí longu í 1992,
tá eg var hjálparfólk í fýra mánaðir í
einum barnagarði í Havn, skilti eg, at
kvinnur í barnagørðum kunnu vera
ovurfegnar um at síggja menn har. Spæl
okkurt mannfólkaspæl við dreingj
unum, tí dreingirnir hava brúk fyri tí,
søgdu tær. Tað gjørdi eg so, og eg gjørdi
so nógv av einaferð, at ein drongur fór
at gráta. Tá skilti eg so, at onkustaðni
ímillum tað stilla og villa finst lykilin
til hóskandi pedagogikk.
Kvinnufrígering broytti alt
Samfelagið er púra umskift seinastu 30
árini. Hugsið tykkum, at í 70’unum vóru
3-4 dagstovnar í Tórshavnar Kommunu.
Í dag eru teir 38 tilsamans. Eg haldi,
vit kunnu staðfesta, at samfelagið er
broytt til tað betra. Kvinnurnar fóru út
á arbeiðsmarknaðin, tí tær vildu ogna
sær fakligar førleikar og menna seg
sum menniskju. Tað var púra sjálvsagt,
at hetta hendi, og tá tað hendi, var tað
sjálvsagt, at barnauppalingin mátti
skipast øðrvísi, og at brúk gjørdist fyri
fleiri hundrað og seinni túsundtals
pedagogum, hjálparfólkum og stuðlum,
ikki bara at taka sær av børnum, men
eisini fólki við menningartarni. Sam
felagið fekk stóran ágóða av kvinnu
frígeringini. Samfelagshjólini fóru at
mala skjótari, tí fleiri hendur komu í
arbeiði. Mannligi dominansurin mink
aði, kvinnurnar fingu eitt orð at skula
hava sagt í avgerðunum, og smátt
um smátt tóku tær seg eisini fram í
politikki, har stóru avgerðirnar verða
tiknar. Á hendan hátt hevur kvinnuliga
frígeringin verið við til at nútímansgera
Føroyar sum samfelag, og hóast tað
var stuttligt hjá mær at spæla skipari
á flakunum á Hoyvíkstjørn á sinni, so
havi eg unnað so hjartaliga mínum
egnu børnum at ganga í barnagarði og
dagrøkt, har tey lærdu og upplivdu so
mangt saman við dugnaligum og fyri
komandi pedagogum, hjálparfólkum og
dagrøktarmammum.
Men kvinnur hava framvegis av
bjóðingar, hóast tær eru farnar út á
arbeiðsmarknaðin, og avbjóðingarnar
eru serliga, at arbeiðsgevararnir langt
frá altíð virða teirra størv og teirra
stríð, og at kvinnur sjálvar ikki altíð
eru nóg ídnar at standa fast við síni
krøv. Tí eru lønirnar hjá pedagogum
og t.d. eisini sjúkrarøktarfrøðingum
ov lágar. Tær eru ikki lágar, tí hesir
fakbólkar hava minni týdning enn
aðrir fakbólkar. Hesir fakbólkarnir eru
tvørturímóti límið, sum fær samfelagið
Verkfallið hjá pedagogunum vísti, at kvinnuliga frígeringin gongur í stigum.
Fyrst skuldu kvinnurnar út arbeiðsmarknaðin. Tann kampurin er vunnin.
Nú stendur stríðið um at vinna traditionellu kvinnufakunum virðing á
arbeiðsmarknaðinum og fyribyrgja trælahaldi í ávísum fakbólkum. Við
verkfallinum átóku pedagogar sær eisini at ganga á odda fyri fakfelags
rørsluni og vunnu sær størstu virðing fyri hetta, segði Uni Arge,
journalistur, í gestarøðu á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag 14. apríl
Pedagogar vunnu
sær størstu
virðingina